Úr myndasavninum – Tá Dimmalætting fyrst í 1970-árunum hevði frálíkan ítróttaskrivara

Jógvan Martin Mørk royndir seg við 3-metur kasti, og dómari er Hans Holm. Tá eingin dómari møtti, dømdi dómari frá hvørjum felag.

Fekk sendandi nakrar svart/hvítar hondbóltsmyndir tiknar í ítróttahøllini á Nabb fyrst í 1970-árunum. Á eini myndini sæst ítróttaskrivarin Árni Dahl, sum í síni frítíð skrivaði um ítrótt í Dimmalætting. Tá vóru eingir portalar, teldur ella slíkir hentleikar. Altíð spennandi at bíða, til vit týsmorgun fingu Dimmalætting, sum hvørt húskið í Føroyum fekk. Myndirnar fáa tankarnar at sveima.

Uttast vinstrumegin Sverri Jacobsen, sáli og síðani Finnur Helmsdal, sáli, verja neistamann. Hendrik Dahl kemur undan, og undirritaði fer frá vonginum. Málverjin er Finn Bærentsen. Uttast til høgru sæst ítróttaskrivarin Árni Dahl.

Vit eru til dyst í høllini á Nabb, sum vit tá róptu nýggju høllina. Dysturin er millum mansliðini hjá Kyndli og Neistanum, og sjálvur spældi eg við Neistanum. Við sorgblídni eisini at síggja myndirnar, tí fleiri spælarar eru ikki millum okkum longur. Herfyri fór um sýn málverjin hjá Kyndli Hjørleif Kürberg, sum sæst á eini myndini.

Haldi, at lítil orrusta var eftir dystin. Nærmst síggja vit eisini Jørleif Kürberg. Hann er ónøgdur við eitthvørt, og tí haldi eg, at vit vunnu henda dyst. Áhugvavert at síggaj í trappuni pápa mín Helge og mammu mína Ásu Michelsen. Millum tey bæði stendur Mary Persson mamma at Echardti Persson.

Nú hevur man bæði upplivað at spæla hondbólt á grúsi, asfalti og í høll, og øll minnini eru eins góð. Serligt fantastiskt minni, tá vit í 1968 fyrstu ferð sluppu at spæla hondbólt innandura í nýggju høllini í Klaksvík. Næstu tvey árini bíðaðu vit í Havn spent, meðan tey bygdu nýggju høllina á Nabb, sum var tikin í nýstslu á heysti 1970. Hondbólturin fór tá næstu árini frá at vera uttandura spæl til innandura spæl. Meira ferð kom á spælið, og skotnu málini gjørdust fleiri.

Her má vera brotskast til undirritaða. Eisini uttan iva reytt kort til kyndlsspælaran. Frá vinstru síggja vit Hilmar Joensen, Kyndil, Echardt Persson, Neistin, Hendrik Rubeksen, Kyndil, Finn Helmsdal Kyndil Jógvan Martin Mørk, Neistin, Cristian Poulsen, Neistn, Sverra Jacobsen, Kyndl ,Hendrik Dahl, Kyndil og undirritaða.

Nýggja høllin á Nabb var stórt frambrot fyri hondbóltin í Havn, og tað legðist til við spælarum í øllum deildum. Um hetta mundið var H71 eisini stovnað, men trupulleikin var, at so nógv feløg vóru um einu høllina. Tað vóru feløgini Kyndil, Neistin, HB, B36 og Havnar Badmintonfelag, sum saman við kommununi og landindum tóku stig at byggja høllina. Í 1984 kom so Gundadalshøllin, og tá nýggja svimjihøllin var tikin í nýtslu í 1982, var høll bygd oman á gamla svimjihylin, har Havnar Badminton felag koma halda til. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply