Heilt ófatuligt, at Strandferðslan einki skikkað eykaskip hevur til at taka

Líkist ongum, at skúvoyingar mugu lata Sildberan frá sær, tá onnur skip fáa brek. (Mynd Vagnur)

Tey, sum í landsstýrinum varða av Strandferðsluni, mugu hava misskilt okkurt. Tey halda, at skipini, sum sigla millum oyggjarnar, eru ævinlig gonguverk. Men so er ikki. Tey vita, at skip skulu á sleipistøðu til ársligt eftirlit, og tey vita, at okkurt knappliga kann ganga fyri umborð. Men støðan endurtekur seg ár um ár, tí einki eykaskip er til at taka. Og hvør merkir allar fyrst sviðan av øllum rumblinum, jú, fólkini á útoyggj. Í 2014 fingu skúvoyingar nýggjan/gamlan Sildbera, sum tey eru fegin um. Báturin er nógv sjógóðari enn gamli Sildberin, sum varð bygdur á Tvøroyri í 1979. Nýggi Sildberin siglur eisini skjótari og tekur fleiri ferðafólk. Men skúvoyingar sleppa ikki at hava bátin í friði, tá Teistin ella Ternan fáa afturvendandi brekini. Heilt ófatuligt og ábyrgdarleyst, at Strandferðslan ikki hevur eykaskip at seta inn. Politiskt má orsøkin vera, at talan er ikki um so nógvar veljarar. Og ikki vantar peningur, tí milliónirnar fossa í landskassin, tí skattainntøkurnar eru vaksnar nógv seinnu árini, og nú fær landskassin jú eisini eyka inntøku frá uppisjóvarvinnuni. Fólkini í Tinganesi, sum varða av Strandferðluni, mugu hava misskilt okkurt, (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply