Nakrir tankar um møguligar broytingar í føroyskum kappróðri

Vit mugu syrgja fyri, at ítróttaliga virði fer fram í róðrunum. Mugu ikki vera bangin at broyta aldurmarkið. Vit eru í Miðvági. (Mynd Hvannrók)

Síðani aldaskiftið eru tvær vakrar sólskinssøgur hendar í føroyskum kappróðri. Barnaróðurin sá dagsins ljós, og bátar fóru at rógva ódnartøk. Men dapra hendingin var, tá teinarnir 2000 og 1500 metrar vóru strikaðar. Her misti føroyskur kappróður heilt nógv, og nakað av ”sjarmuni” fór. Orsøkin skuldi vera Kringvarpið, sum setti krøv, men orsøkin var ikki Sortudíki, men kring landið, har fólk ikki megnaðu at avgreiða róðrarnar til tíðina.

Nógv spyrja, hví nógv færri rógvarar millum tjúgu og tretivu ár rógva kapp, tí vit skulu ikki so langt aftur í tíðina, tí 10-mannaførini, 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum vóru samanlagt dupult so nógvir bátar sum í dag. Hvør er orsøkin?

Ódnartøkini gjørdust góð nýhugsan í føroyskum kappróðri. Vit eru í Miðvági. (Mynd Hvannrók)

Orsøkin er ógvuliga einfald. Samfelagið er so nógv broytt, og valmøguleikarnir eru so nógvir hjá teimum ungu. Ikki keypi eg orsøkina, at tað krevst meira at rógva í 2018 enn fyri kanska fimtan tjúgu árum síðani. Rógvararnir vandu tá eins nógv og vóru minst líka stinnur sum í 2018.

Tað var ein kvinna, sum einaferð segði mær, at hon var ímóti, at vit vóru farin at rógva barnaróður. Grundgevingin var, at tá tey ungu hava róð barnaróður og dreingja-ella genturóður í kanska seks ár, eru tey troytt av kappróðri og vilja sleppa at gera okkurt annað um summarið. Tey siga seg taka eitt fríár, men tey flestu seta seg ongantíð í bát aftur.

Hesa mynd síggja vit ikki í summar, tí 6-mannafarið Rádni við kvinnum rør ikki. (Mynd Hvannrók)

Kvinnan hevur í mongum førum rætt í orðunum, tí tað sýnist torført at fáa mannað serliga 6-mannaførini við kvinnum, og 5-mannaførini við kvinnum kundu verið fleiri. Barnaróðurin er sjálvandi ikki orsøkin, tí frágangurin í øllum ítróttagreinum er stórur í aldrinum 16-18 ár.

Róðrarsambandið er alt ov stirvið og afturhaldandi

Sjálvandi veit eg, at tað eru feløgini, sum velja fólkini í Róðrarsambandið, og tað er aðalfundurin, sum ger av framtíðina hjá føroyskum kappróðri. Haldi, at RSF er alt ov stirvið og vil ikki broytingar. Havi tildømis fleiri ferðir nevnd dreingja-og genturóðrarnar. Tað líkist ongum, at fýra aldursbólkar rógva í sama bólki. 15, 16, 17 og 18 ára gomul rógva hvør ímóti øðrum, og hetta fer ikki fram í bóltspølinum, har tey eru tvey ár í hvørjum bólki.

Talið av barnamanningum setti met í 2017. Umleið 25 manningar. (Mynd Hvannrók)

Okkurt skuldi sjálvandi verið gjørt við 5-mannaførini og 6-mannaførini við kvinnum, tí núverandi skipan er heilt burturvið. Aldursmark skuldi verið sett á 5-mannaførunum við kvinnum, tí støðan í løtuni er, at nógvar manningar velja heldur 5-mannafar, um tey síggja, at tey ongan møguleika hava ímóti góðum 6-mannafari.

Besta dømi er Suðurstreymoy. Kvinnur manna heldur 5-mannaførini Sílið, Drekan, Blik, Teistan ella Jallin enn 6-mannaførini Gongurólvi, Lóm ella Jarnbard. Soleiðis var í 2017. Bara fá ár síðani, at kvinnurnar umborð á 6-mannafarinum Sundabátinum ongan hevði at rógva ímóti og máttu fara umborð á Rituna.

Ormurin, Klaksvíkingur, Drekin Reyði og Havnarbáturin. Í summar rør Suðuroyingur eisini. (Mynd Hvannrók)

Eg havi tað kensluna, at fólk bara lata standa til og tora ikki broytingar. Nú havi eg ikki havt so stóran áhuga í inniróðri tað veri seg í Føroyum ella uttanlands. RSF brúkar nógvan pening kappingar uttanlands, men brúka vit nóg nógvan pengin at betra um føroyska kappróður? Haldi, at tað haltar nógvastaðni, tí vit renna okkum ferð eftir ferð í trupulleikar, sjálvt um róðrarteinurin bara er túsund metrar.

Tá alt hetta er sagt, so kunnu vit hóast alt fegnast um, at í 2017 setti talið av barnamanningum met. Stóra takið er at fáa rógvarar at halda fram at rógva, tá teir eru vorðnir átjan ára gamlir. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply