Ódnartøkini í Runavík góvu ávísar áhugaverdar ábendingar

Klaksvíkingur helt fram í Runavík, har hann slepti á ólavsøku í fjør. (Mynd Hvannrók)

Væl fyriskipað ódnartøk vóru rógvin flaggdagin í Runavík, og har er altíð gott skil, skal eg heilsa og siga. Frálík róðrarlíkindi, nógvir bátar, nógvir áskoðarar og góð róðrarlíkindi, tó regnaði eitt sindur. Teinurin er 140 metrar, sum ikki kann sammetast við at rógva 1000 metrar í FM-róðrunum. Nógvar manningar rógva ikki ódnartók, men hóast hetta fáa vit ábendingar.

Fara vit fyrst til 10-mannaførini, so vita vit, at í summar rógva í hvørfall Klaksvíkingur og Havnarbáturin, sum róðu í Runavík, har Klaksvíkingur aftur vístu sína styrki. Havnarbáturin er mannaður við nýggjari manning, og teir skulu nokk koma. Síðani vita vit um Suðuroying, Drekan Reyða og Ormin.

Argjabáturin fór fyrstur um málið í Runavík. Sum tað er gott at síggja Ørv aftur í flotanum. (Mynd Hvannrók)

Gleðiligt at síggja 8-mannaførini Argjabátin, Árnfirðing, Ørv og Miðving, og Argjabáturin helt fram í Runavík, har hann slepti á ólavsøku í fjør. Árnfirðingur er væl við, og so frøddust vit aftur at síggja Ørv. Vit fingu ikki rættiliga at vita, um Miðvingur rør í summar, men so gingu tíðindini um, at kanska Heiðabáturin er við.

6-mannaførini við monnum eru áhugaverd, tí serliga venda míni eygu ímóti Páll Fanga. Hetta eru ungir menn, sum róðu dreingjaróður við Fípuni Føgru í fjør. Eisini manningin umborð á Lómi, eru ungir menn, sum róðu dreingjaróður í fjør. Og vit kenna góðu úrslitini hjá Fípuni Føgru í fjør, har teir vunnu meistaraheitið. Tveir dreingir gjørdust ov gamlir, og teir gjørdu av at flyta alla manningina á 6-mannafarið Páll Fanga, teir vildu rógva saman. Eisini manningin umborð á Lómi, eru ungir menn, sum róðu dreingjaróður í fjør.

Gongurólvur 6-mannafar við monnum vann ódnartøkini, og hetta er menn, sum ikki hava stundir at leggja so nógva orku í rógvingina í summar. Hetta eru alt royndir rógvarar. Vit vanta nógv 6-mannafør í summar.

6-mannfarið Tindur. Hetta er kvinnur, sum róði við Sølmundi í fjør. Tær fáa í næstum nýggjan Sølmund. (Mynd Hvannrók)

6-mannaførini við kvinnum eru ikki løtt at spáa um, tí 6-mannafarið Tindur hevði ongan at rógva ímóti í Runavík, tí róði báturin saman við 5-mannaførum við kvinnum. Hvør er so Tindur? Hetta er Sølmundur, sum NSÍ kappróður hevur selt til Gøtu. Kvinnurnar umborð á Tindi hava lánt bátin, meðan tær bíða eftir nýggjum gulum 6-mannafari, sum Sámal Hansen smíðar, og sum skal gerast klárur. Havi frætt, at í summar er Páll Fangi við og kanska eisini Lómur av Argjum, men at Rádni úr Fuglafirði rør ikki summar, havi vit frætt úr Fuglafirði.

Her siggja vit Tind næst og síðani Blik, Drekan og Sílið við kvinnum.(Mynd Hvannrók)

5-kvinnum kvinnum vóru bara trý í Runavík. Úrvalsmanningin umborð á Jallinum, sum vann meistaraheitið í fjør var ikki við. Jallurin má metast vera stórfavorittur at vinna meistaraheitið í summar. Jallurin við kvinnum er heilt serlig manning, tí har skulu rógvarar til royndarvenjing, áðrenn tær sleppa umborð. Tosaði við kvinnu, sum hevði verið til royndarvenjing, men hon fekk at vita, at hon hæddin var ikki í lagi. Ja, og klárar tú ikki so og so væl í rógvimaskinuni, verður tú koyrdur av bátinum. Kenni ongan annan bát, har treytirnar eru so strammar.

Her síggja vit nakrar av dreinjamanningunum, Falkur kemur undan, síðani Fenja, Ingibjøg, Drekin, Sílið og Jallurin. (Mynd Hvannrók)

Ódnartøkini flaggdagin boðaðu frá, at dreingjaróðurin gerst sum altíð eisini spennandi í summar, og serliga nú meistararnir frá í fjør Fípan Fagru nú rógva við Páll Fanga. Jallurin vann í Runavík, men har eru eisini nakrir hvítir bátar, sum veruliga bíta frá sær, og so fáa vit seinni eisini at síggja aðrar dreingjamanningar millum annað úr Suðuroy og Vágum.

Gentumanningar  róður í tveimum riðlum. Her annar riðilin. Nærmast Sílið, síðani Silja, Drekin, Falkur,

Spell, at tað ikki eydnast Róðrarsambandinum at fáa skift dreingirnar í tveir aldurbólkar. Eina dreingj- og unglingadeild eins og í øðrum ítróttagreinum. Líkist ongum at fýra aldursbólkur skulu kappast í somu kapping.

Vit fegnast um, at heili ellivu bátar mannaðir við gentum róðu í Runavík. Hetta boðar frá góðum í summar. Áhugavert, at í finaluni gjørdist Falkur úr Hósvík nummar eitt, Jallurin úr Havn nummar tvey og Blikur av Argjum nummar trý. Tosaði annars við nevndarlim í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og hann segði mær, at ikki var vist, at Firvaldur við gentum róði í summar. Tær eru so ikki farnar í bátin enn. Firvaldur vann meistaraheitið í fjør, og genturnar hava framvegis aldur at rógva genturóður.

Barnamanningarnar liggjar klárar á startinum. Nærmast Knúkur, Ingibjørg, Falkur og Ternan. (Mynd Hvannrók)

Fýra barnamanningar við dreingjum og tvær við gentum róður í Runavík. Her skal sigast, at líkindini hjá teimum yngstu í flotanum hava verið ring í higartil í vár. Eysturættin hevur ”drillað” kring landið. Men barnamanningar vera uttan iva nógvar í summar. Árið 2017 var met luttøka.

Jallurin við dreingjum vann ódnartøkini, og vit kunnu rokna við spennandi FM-dreingjaróðrum í summar. (Mynd Hvannrók)

Tá alt hetta er sagt, skulu vit minnast til, at ódnartøkini geva bara ávísar ábendingar. Sjálvur haldi eg, at ódnartøkni eru mennandi fyri rógvararnar og serlig yngru rógvararnar. Spenningurin at fara til ”próvøku”, venja seg við at leggja bátin til startin, ja, og so sjálv upplivingin at fara úr neystinum og út um landið.

Róðrarlíkindini vóru góð í Runavík. Nærmast Tindur, síðani Blikur, Drekin og Sílið við kvinnum fara um mállinjuna. (Mynd Hvannrók)

Eisini skulu vit minnast til, at nógvar yngri manningar frá í fjør, eru vorðnar ov gamlar í aldurbólkinum, og tí fáa vit nógvar nýggjar vinnarar í summar. Hetta er alt partur í rógvingini. (Vagnur)

Gentumanningarnar róðu í tveimum riðlum innleiðandi. Her riðil eitt. Nærmast Tjaldið, síðani Kollur, Jallurin, Beinta og Báran. (Mynd Hvannrók)
5-mannafarið Fenja úr Fuglafirði. (Mynd Hvannrók)
5-mannafarið Ternan frá NSÍ kappróðri.(Mynd Hvannrók)
5-mannafarið Falkur barnaróður,. (Mynd Hvannrók)
5-mannfarið Falkur úr Hósvík við dreingjum. (Mynd Hvannrók)
5-mannfarið Knúkur úr Gøtu barnamanning við dreingjum. (Mynd Hvannrók)
5-mannfarið Knúkur barnaróður við gentum. (Mynd Hvannrók)
Blikur 5-mannafar við gentum. (Mynd Hvannrók)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply