Gloymdar myndir frá framsýning av modellskipum í Klaksvík

Mynd
Mynd Vagnur

Í august mánað í 2009 vitjaði eg forvitnisliga framsýning í Klaksvík. Framsýningin av modelskipum, sum listamaðurin Hans Jacob Fuglø hevði smíðað, var í hølunum hjá EIK banka, sum vóru væl eygnað til endamálið, tí ljóst var inni, og hølini stór. Har vóru sluppir, motorbátar, trolarar, línubátar og skonnartir. Framsýning var latin upp nakrar dagar áðrenn, vit komu til Klaksvíkar, og tá var hópin av fólki komið saman, tá ið framsýningin lat upp, og sum Jógvan við Keldu og Jákup Sólstein høvdu skipað fyri vegna Føroya Sjómannadag. Eg hevði myndatólið við til Klaksvíkar, og tað var áhugevert at síggja framsýningina og fleiri myndir eru niðanfyri av modellskipum.

Gunvá við Keldu, táverandi borgarstjóri setti framsýningina og ein trio sang: Steinvør Fonn, Unnur S. Fonn og Tóra við Keldu – eisini spældu Alex sólstein og Eiler Rasmussen uppá klaver og harmoniku sjómansvísur sum undirhaldstónleik til framsýningina.

Meðan vit gingu millum forvitnisligu modellini av vøkru skipunum, sveimaðu sjálvandi tankarnir. Fyrst sóu vit síðutrolaran Brand Sigmundarson úr Havn, sum Bacalao átti, og sum kom til Havnar í 1960. Eg kann minnast, at hundraðtals fólk vóru á Vestaru bryggju, tá ið stásiligi trolarin kom á Havnina. Tvey ár seinni kom trolarin Magnus Heinason, sum var systirskip til Brand. Fólk í Havn vóru tá ovfegin at fáa tveir so stórar trolarar at landa í Havn.

Ikki kendi eg allar sluppurnar, skonnartirnar og línubátarnar á framsýningini, men tankarnir leitaðu aftur til tíðina, tá ið vit sum ungir hondbóltsspælarar komu til Klaksvíkar at spæla hondbólt í 60-árunum. Tá sást tú sluppir, trolarar, og ikki at gloyma nógvu dekksbátarnar, sum onkur rópar sluppungar, liggja við bryggju. Tá lógu fleiri før bryggju í Klaksvík, enn tað gera í dag, tí skipatalið í Klaksvík er minkað nógv seinnu árini. Útróðrarflotin er næstan burtur í Klaksvík.

Eisini síggi eg fyri mær myndirnar av vøkru skonnartunum við trimum mastrum liggja við bryggju, hetta vóru ótrúliga vøkur før, sum lógu tungt og vakurt í sjónum. Alt hetta er nú skipasøga, men klaksvíkingar eru meistarar at varðveita skipasøguna við millum annað at skipa fyri torradøgum, sjómannadøgum og framsýningum. Klaksvík er fiskivinnubýur og hevur gamla og drúgva skipasøgu. (Vagnur)

Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur
Mynd Vagnur

 

Mynd 13

Viðmerkingar

viðmerkingar

Sorry, comments are closed for this post.