Úr myndasavninum – Vaktarskipið Niels Ebbesen skeyt í 1961 eftir skotska trolaranum Red Crusader

Skotski trolarin Red Crusader, sum Niels Ebbesen skeyt eftir. (Mynd gomul-skip.fo)
Skotski trolarin Red Crusader, sum Niels Ebbesen skeyt eftir. (Mynd gomul-skip.fo)

Summi barna- og ungdómsminni sita fastari enn onnur, og eitt av teimum, sum eg minnist serliga væl, var, tá ið danska “fregattin” Niels Ebbesen í 1961 skeyt eftir skotska trolaranum Red Crusader. Hendingin, sum fór fram norðan fyri Vágoynna, var serlig. Niels Ebbesen tók trolaran Red Crusader, sum fiskaði innanfyri føroyska seks fjóðringa fiskimarkið, sum var fiskimarkið í 1961. Manning frá verjuskipinum varð sett umborð á Red Crusader, men tá ið kósin skuldi setast ímóti Havnini, vórðu donsku vaktarmenninir stongdir inni í rúmi, og Red Crusader setti kós ímóti Skotlandi.

Niels Ebbesen skeyt tá við skørpum eftir skotska trolaranum og raksti trolaran. Tvey ensk krígskip, sum vóru á leiðini, komu skotska trolaranum til hjálpar, og tá ið dansku vaktarmenninir vóru slopnir umborð aftur á Niels Ebbesen, helt Red Crusader leiðini ímóti Skotlandi við Niels Ebbesen í hølunum. Tá ið Niels Ebbesen kemur í skotskan sjógv, leggur danska skipið stilt, og nú byrjar drúgt politiskt stríð millum Bretland og Danmark um hendingina.

Eftir stríðið við bretar, tók danska stjórnin Niels Ebbesen úr føroyskum sjógvi. (Mynd:
Eftir stríðið við bretar, tók danska stjórnin Niels Ebbesen úr føroyskum sjógvi. (Mynd: gomul-skip.dk)

Danska stjórnini mótmælir fyri bretsku stjórnuni, men aftursvarið fra bretska undirhúsinum er, at tað er ótilgevuligt, at danska vaktarskipið skeyt eftir Red Crusader. 31. mai liggur Niels Ebbesen í skotskum sjógvi, og 2. juni verður Niels Ebbesen biðin at koma til Danmarkar. Bretska stjórnin góðtekur, at serlig altjóða nevnd verður sett at kanna málið út í æsir. 15. november sama ár kemur altjóða kanningarnevndin til niðurstøðuna, at ikki eru prógv fyri, at skotski trolarin fiskaði innanfyri føroyska fiskimarkið.

Nevndin kom eisini til niðurstøðuna, at sjálvt um danskir vaktarmenn vóru læstir inni í rúmi umborð á Red Crusader, átti Niels Ebbesen ikki at skotið eftir trolaranum. Føroyingar eru í øðini, tí teir halda, at niðurstøðan hjá kanningarnevndini einki hevur við veruleikan at gera, men at danska stjórnin fellur til kníggja fyri bretsku stjórnini. Málið um Niels Ebbesen og Red Crusader endar í politiskari semju millum Danmark og Bretland, har øll krøv landanna millum verða slept. Í Føroyum er nógv at lesa í bløðunum og hoyra í útvarpinum um hendingina. Ùtvarp Føroya sendi tó ikki sum nú allan dagin.

19. februar 1977 fer skotski trolarin Scottish Prinsess á land á veg inn á Tvøroyri og gerst vrak. Teir ellivu sjómenninir bjargaðust. (Mynd gomul-skip.dk)
19. februar 1977 fer skotski trolarin Scottish Prinsess á land á veg inn á Tvøroyri og gerst vrak. Teir ellivu sjómenninir bjargaðust. (Mynd gomul-skip.dk)

Hákun Djurhuus var tá løgmaður í Føroyum, og hann boðar frá, at Føroyar í næstum fer at flyta út føroyska fiskimarkið frá seks fjórðingum út á tólv fjórðingar. Skotskir fiskimenn eru í øðini, tí føroyski landgrunnurin var besta heimabeiti hjá skotsku trolarum. Skotar vildu ikki góðtaka uttan stríð, at føroyingar fluttu út fiskimarkið. Føroyar fekk tólv fjórðinga fiskimark í 1964 og tveyhundrað fjórðinga fiskimark í 1977.

Skotska fiskivinnan merkti sviðan, at trolarar ikki sluppu at fiska í føroyskum og íslendskum sjógvi. Skotar bardurst ímóti, og serligt hart stríð var við íslendingar, men skotar taptu at enda. Skotar hildu sjóøkið millum Íslands, Føroya og Skotland vera aljtóða økið, og at Ísland og Føroyar ikki høvdu rætt at kanna sær so stórt sjóøki.

Sum smádrongur minnist eg skotsku trolararnar liggja við bryggju í Havn, og eisini síggi eg fyri mær stóra ljóshavið frá nógvu russiskum sildaskipum eystanfyri Nòlsoynna beint uttan fyri seks fjórðinga fiskimarkinum. Seks fjórðingar er ikki longri teinur enn av Molanum í Havn og út á Borðuna. Vit plagdu at geva skotsku fiskimonnunum tendrarar í bíti við sjokolátu. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply