Úr myndasavninum – Havi nógv góð minni um Jón Hansen

Jón Hansen á trøðni við Villingardalsvegin. Myndin tikin á sumri 1974. (Mynd Vagnur)
Jón Hansen á trøðni við Villingardalsvegin. Myndin er tikin á sumri 1974. (Mynd Vagnur)

Longu sum smádrongur í 1950-árunum kom eg at kenna navnið Jón Hansen, tí Jón átti brúnu lastbilarnar, sum koyrdu í Havnargøtum. Á hurðunum stóð skrivað Jón Hansen telefon 1850. Eg kom at hitta og kenna henda merkismann í trimum ymsum tíðarskeiðum. Fyrst sum smádrongur í Smæruni, har pápi mín arbeiddi, síðani sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen, tí Jón Hansen hevði fleiri Bedford-lastbilar, og seinastu árini í familjuni, tí Jón var systkinabarn vermammu mína, Miu Trónd, og vinmaður Hanus Jensen, verpápa mín. Myndina omanfyri tók eg av Jóni uppi á trøðni hjá honum summarið 1974 – sama árið, sum Jón doyði. Og myndin hevur sína søgu.

Jón og Sighild Hansen.
Jón og Signhild Hansen (Myndaeigari Jón Hansen)

Jón Hansen var føddur 11. desember 1901 í Havn, og foreldrini vóru Hans Hansen úr Havn og Gudrun Jónsdóttir, rópt Gynna, úr Íslandi. Longu sum átta ára gamal misti Jón pápan, og Gynna kom at sita eftir við trimum smábørnum: Jón, Jóannes og Guðrun, rópt Guggan, sum bleiv gift við bóndanum Joen Heina Joensen í Bø. Jón var arbeiðssamur unglingi, tí eftir at pápin doyði, forvann Jón sær nøkur oyru longu sum átta ára gamal. Hann koyrdi tøð við hestavogni fyri pápabeiggja sín Jens hjá Gustu, segði Mia Trónd.

Longu í 20 ára aldrinum byrjaði Jón sum flutningarmaður og flutti  farm í Havn, fyrst við hestavogni. 6. mai 1922 kemur fyrsti bilurin til Føroya, ein persónbilur, sum Júst Sivertsen fekk til landið. Í 1930 fær Jón fyrsta bilin og fer undir vinniliga koyring í Havn. Hetta var ein Chevrolet persónbilur, sum Jón brúkti sum hýruvogn. Seinni fekk Jón sær fyrsta lastbilin og gjørdist ein av størstu lastbileigarunum í Havnini og var í hesi vinnu alt lívið.

Eg kom sum smádrongur at kenna Jón í Smæruni, tí bilarnir hjá Jón Hansen koyrdu nógv fyri Smæruna, har pápi mín arbeiddi. Serliga koyrdu brúnu lastbilarnir seyð og neyt frá mjólkarbátunum niðan í Smæruni. Sum smádrongur var altíð spennandi at sleppa at sita við síðuni av Jóni í stýrihúsinum. Jón var góður við børn og hevði einki ímóti, at vit sluppu ymsar biltúrar. Serliga eina hending minnist eg væl.

Jón Hansen fekk henda hýruvogni 1930. Jón stendur við bil sín. (Havnin - fólk og yrki)
Jón Hansen fekk henda hýruvogni í 1930. Jón stendur við bil sín. (Havnin – fólk og yrki)

Ein morgun segði pápi mín, at seinnapartin fóru Jón og hann til Kirkjubøar eftir einum tarvi og spurdi, um eg vildi við. Sjálvandi. Komnir til Kirkjubøar setti Jón lastbilin tætt at tromini á innkoyringini til fjósið. Stóri tarvurin var leiddur út í tún og nær tromini. Ætlanin var at skjóta tarvin soleiðis, at hann í fallinum varð skumpaður í lastina á bilinum. Bilurin hevði ikki krana.

Fyrsti lastbilurin hjá Jón Hansen stendur í túninum í Tvørgøtu.
Fyrsti lastbilurin hjá Jón Hansen stendur í túninum í Tvørgøtu. (Myndaeigari Jón Hansen)

Eg var ikki sørt bangin, tá pápi mín løddi neytabyrsuna og setti hana fyri pannuna á tarvinum. Skotið small, men ikki eydnaðist at skumpa tarvin í lastina. Tarvurin small niður á helluna, og pápi mín var skjótur við knívinum og svævaði tarvin. Nakað seinni var tarvurin drigin í lastina, og vit til Havnar við tarvinum. Komnir í Smæruna, varð tarvurin í serligum vogni koyrdur oman í slaktaríið, flettur og drigin upp frá gólvinum við talju. Minniligur dagur hjá einum smádreingi.

Jón Hansen spældi við HB í nógv ár. Jón situr í miðjuni í miðraðnum. Viinstrumegin hon bróðurin Jóannes og aftanfyri Jóannes Grækaris Gregoriussen. Hinar kenni eg ikki enn.
Jón Hansen spældi við HB í nógv ár. Jón situr í miðjuni í miðraðnum. Vinstrumegin bróðurin Jóannes og aftanfyri Jóannes Grækaris Gregoriussen. Hinar kenni eg ikki nøvnini á enn. (Myndaeigari Jón Hansen)

Ì 1967 kom eg í læru sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen, og Jón Hansen hevði fleiri Bedford lastbilar. Eg kom saman við øðrum at umvæla ymist í bilunum hjá honum. Serliga vóru tað synirnir Hans og Tróndur, sum komu við bilunum. Jón og konan, Signhild Jespersen úr Hvalba, áttu fýra børn. Synirnar Hans, Paula, Trónd og dóttrina Margit, sum doyði sum smágenta. Hans og Tróndur vóru knýttir at virkinum hjá pápanum, meðan eg minnist Paula koyra lastbil hjá kommununi, og so koyrdi hann eisini hýruvogn í Auto. Pauli seinnu árini lastbil í familjufyritøkuni.

So er spurningurin, hvørji fólk Jón
Jón við pípu í klovanum og í húðaskóm. Hvørji hini á myndini eru, veit eg ikki enn. (Myndaeigari Jón Hansen)

Í 1972 kom eg í familjuna hjá Miu og Hanusi Jensen, og tá kom eg eisini at hava samband við Jón Hansen. Trónd Hansen, pápi Miu, og Hans, pápi Jón, vóru brøður, og tí vóru Mia og Jón sysktinabørn. Gynna og tey trý børnini komu nógv í Gundadal í heimið hjá Stefaniu og Trónd Hansen. Gynna búði eitt skifti í Gundadali.

Sighild og Jón áttu fýra børn. Hans, Paula, Margit og Trónd.
Signhild og Jón áttu fýra børn. Hans, Paula, Margit og Trónd. (Myndaeigari Jón Hansen)

Umframt at Jón kom nógv í Gundadal og seinni eisini í heimið hjá Miu og Hanusi, so gjørdust Hanus og Jón vinmenn og hjálptu hvør øðrum í gerandisdegnum. Hanus og Mia áttu trøð í Havnardali og Jón átti trøð við Villingardalsvegin, har hann hevði seyð, ross, hønur og dunnur, sum myndin omanfyri eisini sigur frá. Kúnna hevði hann í Tvørgøtu. Hoyrdi mangan, at Jón var altíð á fótum tíðliga á morgni, langt áðrenn onnur fólk fingu eygu. Tá vanligi arbeiðsdagurin byrjaði, hevði hann longu verið í fjósinum, á trøðni og gjørt dagsins gerning har.

Jón við einum av børnunum. Hundurin er har og hestavognurin. Minnist so væl, hvussu góður Jón var við okkum smádreingir, sum komu í Smæruna.
Jón við einum av børnunum. Hundurin er har og hestavognurin. Minnist so væl, hvussu góður Jón var við okkum smábørn, sum komu í Smæruna. (Myndaeigari Jón Hansen)

Fari at enda hesa reglur við søguni um myndina. Henda dagin bað Hanus meg koyra seg til arbeiðis á Vestaru bryggju, har hann arbeiddi sum kaifúti. Í brúna Ford Escort bilinum hjá Hanusi skuldu vit eisini taka Jón við okkum, sum búði í Tvørgøtu 9, og koyra hann niðan á trøðna. Tilvildarligt hevði eg myndatólið í bilinum og fekk hugskotið at taka mynd av Jóni og Hanusi saman. Men tað vildi Jón ikki hoyra talan um.

Syskinabørnini Mia Trónd og Jón Hansen.
Systkinabørnini Mia Trónd og Jón Hansen. (Mynd Bergtóra Hanusardóttir)

Hanus var settur av á Vestaru bryggju, og Jón og eg hildu leiðina niðan á trøðna við Villingardalsvegin. Nú ætlaði eg at lumpa Jón og fáa tikið mynd av honum. Júst sum Jón læt portrið aftur, rópti eg “Jón”, hann vendi sær við, og so tók eg myndina. Jón var ikki blíður og segði “Tín helvitis f…” við einum smíli, og so helt hann leiðina niðan til húsið við pípuni í klovanum og altíð myrku føroysku húgvuni á skák á høvdinum.

Jón Hansen hevði ross á trøðni við Villingardagsvegin. Uttast til høgru sæst Jón í skrúðgongu í sambandi við kappríðing á Velbastaðvegnum.
Jón Hansen hevði ross á trøðni við Villingardagsvegin. Uttast til høgru sæst Jón í skrúðgongu í sambandi við kappríðing á Velbastaðvegnum. (Myndaeigari Jón Hansen)

Stuttligt og áhugavert at koma fram á myndina og síðani minnist góðu minnini um Jón Hansen. Um heystið 1974 gjørdist Jón sjúkur og doyði 25. desember 1974. Eg veit, at Jón Hansen var HB-ari við stóra H og spældi eisini á besta liðnum hjá HB. Eisini var hann knýttur at Tórshavnar sløkkiliði.

Sum omanfyri sagt, vóru tað serliga synirnir Hans og Tróndur, sum leiddu bilfyritøkuna víðari. Í dag er tað abbasonurin Jón Hansen, sonur Paula, sum eigur bilfyritøkuna Jón Hansen. (Vagnur)

Lítið broytt seinastu hálvthunrað árini. Jón bakkaði lastbilin fram við garðinum, og
Lítið broytt við fjósið í Kirkjubø seinastu hálvthundrað árini. Jón bakkaði lastbilin fram við garðinum, og so var tarvurin skotin. (Mynd Vagnur)
Jón Hansen búði í gulu húsunum í Tvørgøtu. Húsin eru einki broytt, síðan eg var smádrongur. (Mynd Vagnur)
Jón Hansen búði í gulu húsunum í Tvørgøtu. Húsini eru einki broytt, síðan eg var smádrongur. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply