Fann eisini nøvnini á manning umborð á sluppini King Arthur

King Arthur í Íslandi á sumri í 1924. Aftast f.v. standandi: Eliesar úr Múla, Hans Pauli Hansen (hjá Sigmalenu), Norðdepli, Hans Hansen (stóri Hanus), Eiði, Hanus Eysturtún, Tórshavn, Jóan Karl Absalonsen, Viðareiði, Zaharias á Stykkinum, Stykkinum, Sigurd Henriksen, Árnafirði, Ólavur í Todnesbuð, Norðdepli, Emil Johannnesen, Hvannasund, Jóan Hendrik Olsen, (hjá Sigmalenu) Norðdepli og Jakki Mikal Sørense. (uppi við Garð), Viðareiði. Fremst sitandi f.v. Hans Edvard Joensen, Eiði, Jens Kristian Justesen (Kristian hjá Magnusi), Norðdepli, Hans Jákup Joensen (á Trætustykkinum), Eiði, Edmuns í Ánunum (Hansen) Ánirnar, Sámal Jákup í Ánunum (Johannesen) Ánirnar, Christian Christiansen (í Hvannasundi), Tórshavn, Símun úr Múla (Frederiksen), Múli og Hans Mikal Hansen (hjá Karli), Viðareiði. (Mynd Joensen prestur)
King Arthur í Íslandi á sumri í 1924. Aftast f.v. standandi: Eliesar úr Múla, Hans Pauli Hansen (hjá Sigmalenu), Norðdepli, Hans Hansen (stóri Hanus), Eiði, Hanus Eysturtún, Tórshavn, Jóan Karl Absalonsen, Viðareiði, Zaharias á Stykkinum, Stykkinum, Sigurd Henriksen, Árnafirði, Ólavur í Todnesbuð, Norðdepli, Emil Johannnesen, Hvannasund, Jóan Hendrik Olsen, (hjá Sigmalenu) Norðdepli og Jakki Mikal Sørensen. (uppi við Garð), Viðareiði. Fremst sitandi f.v. Hans Edvard Joensen, Eiði, Jens Kristian Justesen (Kristian hjá Magnusi), Norðdepli, Hans Jákup Joensen (á Trætustykkinum), Eiði, Edmund Hansen, Ánirnar, Sámal Jákup Johannesen Ánirnar, Christian Christiansen (í Hvannasundi), Tórshavn, Símun Frederiksen), Múli og Hans Mikal Hansen (hjá Karli), Viðareiði. (Mynd Joensen prestur)

Í sambandi við grein um m/k Grundick kom eg eisini fram á nøvnini á manning, sum var við sluppini m/k King Arthur í Íslandi í 1924. Debes Christiansen skrivar undir nøvnunum, at Joensen prestur var fleiri summar í Nordfirði í Íslandi, har hann helt møtir fyri manningum á føroyskum skipum, sum komu inn at landa fiskin til skip, sum síðani sigldi fiskin til Føroyar til virkingar. Sum áður sagt, keyptu Havnar Jógvan og synirnir Chrstian og Sámal sluppina King Arthur í 1903. Eg havi tað soleiðis, at mynd missir virði, um myndatekstur ikki fylgir myndini. Í hesum førinum nøvnini á fiskimonnunum á myndini. Sjálvt um tú ikki kennir allar menninar, so er áhuguvert at síggja menninar, og kanska kennir tú okkurt eftirnavn. Umborð eru í tveimum førum faðir og sonur, og so eru tríggir brøður eisini umborð á King Arthur. Hjá mær er altíð serligt at síggja mynd av abba mínum Christiani í Hvannasund, tí hann doyði, áðrenn eg varð føddur. Spell ikki at hava hitt hann. Myndina omanfyri havi eg sæð áður, men nú eru so nøvnini eisini komin á pláss. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply