Nógv góð ungdómsminni í Doktar Jakobsensgøtu

Myndin tikin einaferð í 1930-árunum. Nærmast høgrumegin Skálabúðin og síðani húsini hjá Bena Wardum.
Myndin tikin einaferð í 1930-árunum. Nærmast høgrumegin Skálabúðin og síðani húsini hjá Bena Wardum.

Við sorgblídni at síggja gomlu myndina av Doktar Jakobsensgøtu. Bilarnir siga frá, at myndin er tikin einaferð í 1930-árunum. Serliga venda eyguni ímóti húsunum næst til høgru omaneftir. Hetta eru húsini hjá Bena og Katrinu Wardum, sum tey bæði yvirtóku í 1956, eftir at hava búð við Landavegin hinumegin ánna við Vesturkirkjuna. Bena og Katrina áttu tveir dreingir, elst Virgar, sum um tjúgu ára aldur flutti til Íslands, og yngri sonurin Bergur Wardum, sum andaðist herfyri. Familjan var nærmasti granni hjá okkum við Landavegin, til tey fluttu heim í Dr. Jacobsensgøtu. Vit ungu komu mangan í heimið hjá Bena og Katrinu. Og minnini eru góð.

Hans P. Poulsen pápi Bena stovnaði møblasølu í 1927, og eisini hevði hann snikkaravirkið í Hornabø, sum hann hevði bygt nøkur ár frammanundan. Bena seldi skjótt snikkaravirkið, og umframt at selja møblar, hevði Bena eisini møblaverkstað. Og har komu vit ungu mangan, tí Virgar og eg vóru javngamlir og vinir frá Landavegnum. Bergur bleiv ein av landavegsdreiggjunum, sjálvt um hann nú var fluttur heim í býin.

Dr. Jakobsensgøta 2015. Skálabúðin er har, men húsini hjá Bena Wardum eru niðurtkin. (Mynd Vagnur)
Dr. Jakobsensgøta í 2015. Skálabúðin er har, men húsini hjá Bena Wardum eru niðurtkin. (Mynd Vagnur)

Eg minnist serliga tríggjar menn, sum arbeiddui á verkstaðnum hjá Bena. Høgni Danielsen lærdi til møblapolstrara, sum tað æt tá. Minnist væl vakra stólin, sum Høgni gjørdi sum sveinastykki. Síðani Edmund Jacobsen, sum búði uppi á Dalavegnum hinumegin vegin hjá Mads hjá Spinnaranum. Fyrikomandi og fittur maður, sum arbeiddi í nógv ár hjá Tórshavnar kommmunu. At enda Ove Davidsen møblasnikkari, sum flutti til Hósvíkar.  

Eftir stóran eld í  húsunum í 1966 gavst Bena við handlinum og verkstaðnum. Bena (1914-1987) æt Hans Bærent Wardum. Konan Katrina, sum var úr Fámjin, var ógvuliga góð við okkum ungu, sum komu á gátt í Dr. Jacobsensgøtu. Katrina gjørdist gomul kona og búðu seinastu tíðina á Ellisheiminum í Havn.

Húsini hjá Bena og Katrinu í Dr. Jacobsensgøtu hava seinastu árini leingi staðið tóm, og Bergur segði mær einaferð, at hann fekk ikki byggiloyvi til tað, sum hann ætlaði, tí stóðu húsini sum tey gjørdu. Húsini fóru á aðrar hendur og eru tikin niður.

Í sethúsinum við reyð takinum við Landavegin búði familjan Wardum til 1956. (Mynd Vagnur)
Í sethúsunum við reyða takinum við Landavegin búði familjan Wardum til 1956. Húsini er einki broytt.  (Mynd Vagnur)

Sum sagt omanfyri fór Virgar sum ungur til Íslands og hevur siglt øll árini. Vit høvdu ikki sæð hann í nógv Harrans ár, men tá mamman Katrina doyði og fór til gravar, var Virgar í Føroyum. Áhugavert at tosa við gamlan vinmannin, sum tú ikki hevur sæð kanska í tretivu ár.

Bergur Wardum, sum var nakað yngri enn eg, er nú farin. Tá eg hugsi um lívsleiðina hjá Bergi, hugsi eg fyrstu um hansara handalag, tí hann dugdi væl at polstra og hevði eitt skifti verkstað heima við hús á Spógvavegi. Bergur hevði strevið lív seinastu nógvu árini, tí hann kom í trupulleikar við mynduleikarnar um ymist, og eisini hevði hann í nógv ár sak koyrandi um eina húsasølu. Mangan var hann í rættinum, men sjálvt um hann helt seg hava rætt í sínum máli, endaði sakirnar ikki akkurát til hansara fyrimun. 

Nú verður nógv tosað um evnið Meira lív í miðbýin. Eg komi framvegis í Dr. Jakobsensgøtu, og har má sigast at vera lív. Nógvir handlar, nógvir bilar og nógv fólk hvønn einasta dag. Ja, nógv meira lív enn í miðbýnum, tí har er fáir handlir og lítið at koma til hjá stóru fjøldini uttan á ólavsøku ella til Grækarisskrúðgongu. Vit kunnu kanska í felag fáa meira at vita um húsini á gomlu myndini. (Vagnur)  

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply