Dreymagentan Tarira stendur har so køld í vetrarveðrinum

Rithøvundurin og listamaðurin William Heinesen varð føddur 15. januar í 1900 og andaðist 12. mars 1991. Á hundrað ára føðingardegnum 15. januar í 2000 varð vøkur standmynd avdúkað á vælegnaðum staði sunnanfyri Plantasjuna. (Myndir Vagnur)

Um dagarnar gerast túrarnir nógvir í Plantasjuni, tí hundurin dámar ikki og tolir ikki at ganga á saltdálkaðum gongubreytum og vegum. Tá er øðrvísi í Plantasjuni. Hevði myndatólið við mær í morgun, og fyrsti maðurin, eg møtti, var norðmaður við myndatóli við langari linsu. Ørindini í Plantasjuni vóru at taka myndir av ymsum fuglum. Ti, sum hann sigur, fuglar, sum ikki hoyra til í Føroyum, koma eisini framvið. Torført er at finna útav, um dunnurnar, dúgvurnar og annars smáfuglarnir fáa nógmikið at eta í kalda veðrinum. Í morgun vóru dunnurnar svangar, men eg sá, at onkur hevði longu givið dúgvunum millum trøini.

Myndin broytast alla tíðina í Plantasjuni. Eisini vakurt at síggja stóru áirnar eftir grimdaregn. Eitt eru trøini og fuglarnir, annað eru sílini í ánni. Seinasta summar vóru heilt nógv síl bæði stór og smá at síggja, men í vetur eru sílini í ánni fækkað. Hvar eru tey so farin, kanska goyma tey seg undir áarbakkanum? Dreymagentan Tarira verður altíð væl vitjað hvønn einasta dag. Har skreiða eisini børn, og mest sum hvønn gerandisdag eru barna- og skúlabørn í Plantasjuni. Plantasjan er størsta perlan í høvuðsstaðnum. (Vagnur)

Dunnarnar vóru svangar í morgun.
Nógv fólk vóru koma í Plantasjuna hvønn einasta dag.
Myndin broytist mest sum hvønn dag í Plantasjuni
Áhugavert at síggja, hvussu kavin tyngir greinararnar.
Serliga fegin um júst hesa mynd.
Lerkatrøini, standa ógvuliga tøtt men uttan nálir.
Vøkur trø tyngd av kava.
Hundurin trívast væl í Plantasjuni, tá har er nógv at snodda í.
Nakrar dunnur halda fast til í ánni.
Nógvar ymsar myndir eru at síggja henda vakra kalda morgun.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply