Teir leggja telefon – og telegrafkaðalar til Velbastaðar og Kirkjubøar

Vagn Erik Michelsen, Jóhan Norðfoss og Herluf Jacobsen. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Tá í útvarpinum hósdagin hoyrdist, at Jóhan Norðfoss var farin 97 ára gamal, kom eg at hugsa um áhugaverda mynd, sum er at síggja í Christian Holm Jacobsens myndasavni. Tríggir kendir menn við Velbastaðvegin, sum práta um arbeiði. Jóhan kendu vit væl frá svimjihylinum. Frá vinstru Vagn Erik Michelsen, Jóhan Norðfoss og Herluf Jacobsen. Hví er so Vagn Erik á myndini, jú, hann arbeiddi á Telegrafstøðini, og her skal telefon – og telegrafkaðal leggjast úr Havn til Velbastaðar og Kirkjubøar. Alt arbeiðið gjørt við spaka, eyrhakkara og trillibør, og vit síggja tveir kaðalar. Nú fór Jóhan, Herluf er eisini farin, og Vagn Erik, sum er 90 ára gamla, er dementur og býr á Tjarnargarði. Vegurin er einsporaður eyrvegur. Men nær komu so fyrstu vegirnir í Føroyum. Fann niðanfyri brot.

Um aldamótið kveiktist áhugin at gera vegir í Føroyum, og í 1922, tá ið fyrsti bilurin kom higar til lands, kom so rættilig gongd á vegagerðina. Vegurin millum Skopun og Sand var liðugur við árslok 1916. Í 1921 játtaðu ríkismyndugleikarnir 80% av útreiðslunum til hesar fimm vegagerðir, ið vóru 65 km til longdar: Úr Sørvági um Miðvág til Sandavágs, úr Havnini til Velbastaðar og Kirkjubøar, úr Søldarfirði um Gøturnar til Fuglafjarðar, úr Kollafirði til Kvívíkar, av Sandi til Skálavíkar og Húsavíkar. So kundi ein spurt, hvussu við vegunum í Suðuroy. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply