Omma Cathrina í Dalólastovu var bókakøn kona og las nógv

Myndin av Cathrinu í Dalólastovu hongur í Listaskálanum.

Kom herfyri fram á málning av langommu míni Annu Cathrinu Michelsen (í Dalólastovu), sum hongur í Listaskálanum. Á myndini er langomma mín 76 ára gomul. Eg kenni málningin, hann hevur hingið hjá einari ommudóttir hennara og latin listaskálanum, tá hendan doyði.

Stóð eina góða løtu frammanfyri málning og hugsaði um, hvussu ættarlið fylgir ættarliði, at hendan kvinnan hevði havt sítt lív, sínar hugsanir, sín bangilsi, og sínar dreymar. Tað er ikki nógv, eg veit um hennara gerandisdag, og ongin er longur at spyrja.

Tá hon varð fødd, búðu 900 fólk í Havn. Anna Cathrina Jacobsen var borin í heim í 1851 og doyði í 1932. Hon vaks upp í Havn. Tá búðu færri enn 900 fólk í Havn, og tey búðu flest øll í Tinganesi og úti á Reyni. Anna Catharina fór í skúla sum sjey ára gomul og úr skúlanum, tá hon var konfirmerað.

Hon giftist Sigmund Johannes Michelsen, sum eisini var úr Havn. Hann var føddur í 1854, so tey vóru javngomul. (Chirstin Dahl Plate hevur skrivað greinina)

Dalólastova eru húsini til vinstru og Koytustova til høgru.

Tey búsetust í lítla svarta húsinum, Dalólastovu, úti á Reyni og fingu fýra børn, Hans Jacob, Johannes, Palle og Maria. Maður Anna Cathrina var fiskimaður. Øll børnini komu væl undan. Palle starvaðist sum elektricitetsbestýrari á Rundingi og flutti seinni til Danmarkar. Maria flutti sum ung til Danmarkar, var fyrst í bókhandli, síðan á Rikiskjalasavni og gav út stuttsøgur og yrkingar. Hon flutti aftur til Føroya á eldri árum. Hans Jacob tók skiparaprógv, sigldi í nøkur á og bleiv síðan havnameistari. Johannes starvaðist við ymiskum og seymaði millum annað segl. Brøðurnir búsetust nærhendis hvørjum øðrum í Havn.

Maria Mikkelsen og mamman Cathrina í Dalólastovu.

Góð við bøkur. Anna Cathrina var dugnalig kona, men var eisini ógvuliga góð við bøkur. Hon gloymdi alt uttanum seg, tá hon í tímavís sat og las. Sagt var, at tá maðurin og børnini komu til hús á middegi, hevði hon mangan púra gloymt at gera teimum døgurða. Hon kundi eisini vera ein skrøpp dama og tað sigst, at børnini hjá henni ongantíð vóru skeldað ella sligin í skúlanum, tí lærararnir ræddust Annu Cathrinu.

Kundi man fáa meira vitan? Sanniliga um ikki navn hennara kom fram, tá eg leitaði á Google. Tað vísti seg, at hon í 1929 hevur skrivað hugtakandi grein í Varðanum. Hon er tá 78 ára gomul og skrivar um, hvussu tað var at ganga í skúla, tá hon var barn fyri umleið 70 árum síðani (í næsta bindið av Varðanum skrivar hon grein um katolikkarnar í Havn).

Tá hon byrjaði at ganga í skúla í 1858, var bert ein skúli í Havn. Skúli var í langari lon við flagtaki úti á Reyni, og har var bert einans skúlastovu. Har gingu umleið hundrað børn sum vóru býtt í tríggjar klassar, og ein lærari var til øll børnini, men  í yngsta klassa hevði hann eldri børn til hjálpar at læra tey minstu”. Børnini gingu í skúla tveir dagar um vikuna. Um um veturin frá níggju til tólv og eitt til trý seinnapartin og summarið frá átta til ellivur og eitt til fýra seinnapartin. Á kirkjutorninum var ongin klokka, og kirkjuklokkan ringdi, tá børnini skuldu í skúla.

Hvat lærdu tey? Av skúlafakum høvdu børnini religión, skriving, rokning, danskt, danmarkarsøgu, eitt sindur av veraldarsøgu, landalæru og sang. At duga religión var mest umráðandi, og tann nýggja stóra bíbliusøgan var akkurát komin. Einans í bíbliusøgu kundi børnini blíva “sett eftir”, um tey ikki høvdu lisið uppá.

Cathrina í Dalólastovu á eldru árum. Hon bleiv 81 ára gomul.

Annars vóru næstan ongar bøkur, bert okkurt barn áttu bók, so tey máttu hjálpast sum best. “Birks læsebog” var nýtt í donskum og í hesi bókini var eisini tilfar til landalæru og søgu. Næstan alt tilfarið var um Danmark og donsk viðurskifti, lítið og onki var um Føroyar. Hetta helt ongin tá í tíðini vera løgið. Roknað var í høvdunum, og børnini høvdu svarta talvu at skriva úrslitini uppá. Ikki øll áttu talvu, men funnu sær onkran takstein at skriva á. Skrivibøkur vóru ongar, so lærarin teknaði linjur á leys ørk til hvørt barnið og “skrivaði fyri”. Tey skrivaðu við gotiskari skrift, men lærdu eisini danskar bókstavar.

Systir mín Chirstin Dahl Plate skrivaði greinina

Lærarin, Andreas Christian Lützen, var dani. Hann kom til Føroyar í 1837 og fekk føroyska konu, Eva Hansdatter úr Baiansstovu. Hann var lærari í Havn til hann doyði í 1874. Anna Cathrina dámdi hann ógvuliga væl og skrivar, at hann dugdi væl at læra frá sær. Hann gjørdi ikki mismun á børnunum, og hann lærdi tey góðan fólkaskikk og var teimum góð fyrimynd.

Hann tók væl ímóti foreldrunum tá tey komu at lurta, tá børnini høvdu próvtøku. Amtmaður, próstur og onkur frá skúlakommissiónini vóru til staðar undir próvtøkum. Andreas Christian Lützen doyði so brádliga. Sum býráðslimur skuldi hann halda móttøkurøðu, tá  Kristian 9. kongur í 1874 vitjaði Føroyar. Undir røðuni small hann um og doyði.

Alt er relativt. Tað er áhugavert at lesa, hvussu Omma Katrina, sum ommubørnini rópti hana, heldur alt vera betri í 1929, enn tá hon gekk í skúla 70 ár frammanundan. Nú vóru fleiri skúlar, fleiri lærarar og fleiri skúlabøkur. Ringt er at ímynda sær, hvat Anna Cathrina hevði hugsað, um hon sá skúlarnar í Havn í dag! Og hvat mundi hon sagt um alt, sum børn hava, t.d. bøkur, teldur, fartelefonir, Ipad og onnur hjálpitól. Man kann spyrja seg sjálvan, um tað man vera betri at vera barn í dag enn tá Anna Cathrina var smágenta í 1860´unum.

Mangt er í hvussu so er øðrvísi! (Chirstin Dahl Plate)

Í Dalólastovu. Til vinstru Betty Michelsen, kona Palla son Cathrinu, sum situr í miðjuni. Uttast til høgru Palli Michelsen.

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply