Úr myndasavninum – Niclas í Koltri smíðaði í 1970 vakra 8-mannafarið Gulaklett

Líðarfjall áður Guliklettur við bryggju í Nólsoy. (Mynd Sonne Smith)

Um dagarnar kom eg á Facebook at kennast við vakurt 8-mannafar, sum lå bundið við bryggju í Nólsoy. 8-mannafarið lá fyri nú nógvum árum síðani við síðuna av okkara báti undir Müllers pakkhúsi, og eg minnist væl, tá vinmenninir Poul á Verkinum, Poul Guttesen og Karter Niclasen í 1970 fingu Niclas í Koltri at smíða teimum bátin. Poul Guttesen kendi eg heilt væl, og eg kom nógv í heimið í Hornabø, har Poul og konan Hedvig búðu. Yngsti sonurin Finn Bjørn og eg eru vinmenn, og sjálvt um hann fór ungur til Danmarkar, so vitjaði eg mangan í Hornabø. Poul og eg høvdu altíð nógv at práta um, og serliga tosaðu vit nógv um bátar okkara, og tað at fara á flot. Poul doyði 1996, og nú vildi eg kanna, um 8-mannafarið Guliklettur TN 486 var til enn. Hetta skuldi gerast áhugaverd kanningarferð. Leiðin gongur fyrst til Nólsoyar. 

Fyrst sendi eg myndina av 8-mannafarinum, sum Sonne Smith tók í 2005, til Facebook vin í Nólsoy, tí eg visti, at báturin endaði í Nólsoy. Eg at ringja til Brynjolf Jacobsen, sum Facebook vinurin vísti mær á. Jú, eg kom á tal við fyrikomandi eldri mann, sum segði mær hesi orð um 8-mannfarið Gulaklett, sum hann gav navnið Líðarfjall TN 154.

Poul og teir fiskaðu mest sum altíð sunnafyri. Suður úr Kirkjubønesi og við Bøboðarnar. Poul til vinstru og Karster til høgru.

– Eg keypti 8-mannfarið frá Niclas Danielsen, sum býr á Argjum. Vit vóru frá fyrsta degi heilt væl nøgdir við bátin, sum var nýumvældur. Sjógóður bátur í øllum veðri, og mangan baltrutan túrin vóru vit serliga eystanfyri á floti ella eftir havhesti. Eisini kundi vera drabbut at sigla um Nólsoyarfjørð á lágættunum, tá vit skuldu í Vágsbotn at selja fisk ella havhest.

– Bátin keyptu vit fyri 15.000 krónur, og vit hildu okkum at gera kvettið. Sum árini gingu gjørdist eg sum vera man eldri, og so kom dagurin, at eg mátti lata bátin frá mær. Eg læt eitt sysktinabarn mítt í Skálabotni fáa bátin, sum gav mær eina whiskyfløsku afturfyri. Haldi, tað var í 2008, og báturin var framvegis í hampuliga góðum standi.

Niclas í Koltri segði mær, at konan Elisabeth hølvar og klinkar við mær, og hann ivaðist ikki í, at Elisabeth, sum var fryntlig og prátingarsom kona, heilt vist megnaði at smíða ein bát einsamøll. (Mynd Einar Michelsen)

– 8-mannfarið lá við bryggju í Skálabotni, men so ein óveðursdag fór báturin somikið illa, at hann gjørdist ikki aftur. Annars kann eg nevna, at tá vit seldu fisk og havhest í Vágsbotni, spurdu nógv fólk um 8-mannafarið, sum tey vistu Poul Guttesen og teir høvdu átt, sigur Brynjolvur at enda.

So at ringja Niclas Danielsen á Argjum, sum keypti 8-mannafarið frá Poul Guttesen og teimum og seldi bátin til Brynjolv í Nólsoy.

– Eg keypti 8-mannafarið frá Poul Guttesen 7. november 1995. Skrokkurin var í góðum standi, men nógvir seymir vóru rustaðir, sum blivu skiftir. Motorurin var ein 8-10 HK Saab motor við einum sylindara, sum er umvældi. Árið eftir seldi eg bátin til Nólsoyar, tí eg hevði í boði at fáa mær glastrevjabát.

Poul Guttensen var vorðin eldri maður og kom ikki í bát longur, og tí seldi hann bátin til mín.Tá eg seldi bátin til Nólsoyar fylgdi navnið Guliklettur TN 486 ikki við, og navnið gav eg  glastrevjabátin, eg fekk mær, sigur Niclas í stuttari viðmerking.

Tað áhugaverda við 8-mannafarinum Guliklettur TN 486 er, at teir tríggir Poul á Verkinum, Poul Guttesen og Karter Niclasen bíløgdu ein ”lyklakláran” bát frá Niclasi í Koltri. Báturin var bæði smíðaður og gjørdu liðugur at flota úti á Heynum Mikla, har Niclas í Koltri búði. Navnið Guliklettur stavar frá kletti við Vestaru bryggju. Hesin klettur er ikki til meira ella rættari sagt farin undir heilt. Annars smíðaði Niclas í Koltri 360 bátar, av teimum vóru 75 kappróðrarbátar. Ì 1961 flutti Niclas og tey til Havnar og búsettust á Heygnum Mikla.

Poul og vit ávegis suður á Kirkjubønes at fáa okkum at kóka. (Mynd Finn Bjørn Guttesen)

Eg havi sæð í skjali, sum Poul Guttesen á sinni vísti mær, at tað var Sigmar Johannessen lastbileigari, sum koyrdi 8-mannafarið av Heygnum Mikla oman til sjóvarmálan, har báturin var flotaður. Túrurin kostaði tretivu krónur, tí Poul hevði gjørt rokniskap um allar útreiðslur til bátin, sum sjálvandi skudi býtast í tríggjar partar. Tá Poul á Verkinum doyði, kom Vagnar Olsen at eiga í bátinum.

Fyrstu árini lá Guliklettur við Müllers pakkhúsi, men tá bátabrúgvarnar komu, kom báturin at liggja har. Smádrongurin er Jákup abbasonur Poul. (Mynd Finn Bjørn Guttesen)

Tað lá væl fyri hjá Pouli og teimum at fiska, og fyri tað mesta fiskaðu teir heimanfyri við Bøboðarnar og suður úr Kirkjubønesi. Poul plagdi at siga mær, at Karter var ringur at fáa til húsa aftur, tá fiskur var undir bátinum. – Góði Poul, stima bara einaferð uppaftur, Kartni vil ikki heim. Tá plagdi Poul at siga: – Karter, tá tú seint í kvøld situr í kjallaranum við stóru fiskarúgvnuni, so man vera nokk fiskað. So tagdi Karter, og teir drógu inn snørini og hildu leiðina heim við sjovarfallinum.

Rolf Guttesen sonur Poul Guttesen heilsar í Nólsoy fyrrverandi 8-mannafarinum hjá pápanum. Snøggur bátur. LÍÐARFJALL TN 154 áður Guliklettur TN 486. (Myndaeigari: Rolf Guttesen)

Poul og eg vóru seinasta túrin á floti við Gulakletti. Poul var illa gongdur, men hansara størsta ynski var at sleppa ein seinast túr á flot við Gulakletti. Poul mátti leiðast í bátin, og leiðin gekk niðan í fjørðin. Vit fingu væl av fiski henda dagin, men verri var at fáa Poul til húsa aftur, tí hann var stirnaður so mikið í kalda veðrinum, at beinini bóru honum ikki. Nógv góð minni umborð á 8-mannafarinum Gulakletta TN 486. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply