Úr myndasavninum – teir svumu á sjónum hvønn dag í árinum

kjkkj
Víkingarnir: Petur Lava Hansen, Johan Ellendersen, Pól á verkinum og Karl Samuelsen.

Menninir á myndini arbeiddu á Tórshavnar elekricitetsverki úti á Rundingi á Vestaru bryggju. Teir eru frá vinstru Petur Lava Hansen, Jóhan Ellendersen, róptur skómagarin úr Hvalba, Poul á verkinum og Karl Samuelsen. Hvønn dag í árinum svumu teir á sjónum, og tað er í tí sambandinum, at myndin er tikin. Teir svumu frá sjóvarmálinum á Rundingi og yvir á kolabrúnna hjá Lützen og aftur. Kavi er henda dagin, myndin er tikin. Myndina havi eg fingið frá Elsu Horn, dóttir Pól á Verkinum.

Í bókini Havnin – fólk og yrki er at lesa, at í 1920 byrjaði arbeiðið at laða húsið hjá Tórshavnar elektricietetverki úti á Rundingi, sum tað var rópt. Hetta var fyrsta elverk í Havn. Óli Arge, eldri, Martin Danielsen og Johannis Simonsen átóku sær arbeiðið. Í september mánað í 1921 varð elverki sett til. Elverkið hevði tveir dieselmotorar og ein stóran akkumolator. Diesel motorarnir vóru 100 hk og 150 hk, akkumolatorurin hevði battarí 270 sellur. Trý tey fyrstu húsini, sum fingu streym, vóru Avhaldshúsið, Losjan og Klubbin. Elverkið helt til á Rundingi í knappliga tríati ár. Í 1950 varð húsið tikið niður. Næsta elverkið í Havn var bygt upp í Gundadali.

Elverkið, sum mátti víkja fyri útbyggingini av Skipasmiðjuni og Fiskasentralinum, varð tikið niður í 1950. (Mynd Fornminnsissavnið)

Elsa Horn sigur mær, at tað vóru fleiri enn hesir fýra garparnir róptir víkingarnir, sum svumu á sjónum, men øll svumu ikki hvønn dag í árinum, sum teir fýra gjørdu. Millum annað svam Sanna hjá Karl á lag mangan á sjónum, sigur Elsa. Mamma undirritaða segði mær, at systur hennara Louisa svam mangan á sjónum. Karl Samuelsen var sonur Dánjal í Horni og maður Mallu Samuelsen, sum vit kenna frá politikki og fyristøðukvinnu í Ellisheiminum. Johan Ellendersen var úr Hvalba, og hann umvældi seinni skógvar í húsum við Steinatún, sum vórðu tikin niður, tá nýggi Føroya Banki varð bygdur.

Poul á verkinum er pápi Elsu Horn, og ungi maðurin á myndini uttast til vinstru Petur Lava Hansen flutti av landinum. Teir fingu navnið “víkingarnir”, og navnið boðar frá, at sjálvt í frosti og kava skuldi svimjast av Rundingi yvir á kolabrúnna og aftur. Óivað var heitt hjá teimum at koma aftur í el-verkið, tí dieselmotorarnir geva nógvan hita frá sær. Myndin tikin í 1943 ella 1944 er eitt postkort. Góðskan er ikk so góð men myndin áhugaverd. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply