Úr myndasavninum – Aftur ein áhugaverd loftmynd av Havnini

Her er Havnin framvegis brimpláss, har havaldan hevur frítt spæl inn í Vágsbotn. 

Aftur ein áhugaverd loftmynd av Havnini tikin uttan iva fyrst í 1960-árunum. Serliga síggja vit, at Havnin er framvegis brimpláss, har havaldan hevur frítt spæl beint inn í Vágsbotn. Triðja byggistigið av Molanum er ikki byrjað, so Molin fær fulla longd, og skipasmiðjumolin er ikki bygdur. Alt virksemið hjá Timburhandlinum og Baldslev er ikki enn flutt niðan á Háls og niðan í Hoyvík, og smáu pakkhúsini og bygningurin Hjá Kartna Winther og teimum eru eisini har. Einki vegasamband millum Vágsbotn og Skálatrøð, og Skipasmiðjan ikki fingið nýggja bedingsvognin.

Áhugavert at síggja, hvussu fá hús eru í Hoyvík. Eini 4000 fólk búgva nú fleiri í Hoyvík enn á myndini, og Grótbrotið, sum vit síggja við Oyggjarvegin, er niðurlagt og Brandstøð og annað virksemið hjá kommununi bygt á staðnum. Ja, so liggur Dannebrog við Molan, og nógv fólk taka ímóti. Rokni ikki við, at so nógv fólk í dag koma á Molan at taka ímóti drotningini. Fyri hálvthundrað árum síðani vóru føroyingar meira kongavinarligir, tó at vit framvegis hava stóra virðing fyri drotningini, sum megnar sítt arbeiði til lítar. Ja, so er tað Saltsølan, Bacalao, og Fiskasentralurin? Á myndini er nógv vinnuvirksemi á Vestarubryggju , sum nú er minkað niður í einki. Eingi skip liggja ikki longur fyri teym í Havn. Tíðirnar broytast í høvuðsstaðnum, má sigast. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply