Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd frá 1960-árunum

Alt var ikki so væl skipað har á leiðini í 1960-árunum. Húsini hjá Frazer síggjast við Jekaragøtu. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Myndin omanfyri er áhugaverd eisini fyri meg, tí myndin er tikin júst um tað mundið, tá eg fór í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen. Hoyri fyri mær ljóði frá grótsagini á Grótvirkinum, sum hevði heilt serligt ljóð. Síggi eisini fyri mær nógvu gravsteinarnar, sum stóðu uttanfyri. Henning Eysturoy, sum arbeiddi á stoypivirkinum, kendi eg heilt væl frá Neistanum, og eg minnist eisini, tá Frazier Eysturoy bygdi sær hús í Jekaragøtu, har hann hevði modellsnikkarí í fyrstu hædd. Frazer byrjaði í 1953 snikkaraverkstað í J.C. Svabosgøtu, og vit smádreingir vóru mangan inni hjá Frazari, har vit sluppu at síggja, hvussu hann meistarliga snikkaði til ymsu modellini. Frazer var eldri maður í okkara ungdómsverð, men hann doyði longu 53 ára gamal í 1977.

Alt har á leiðini Yvir við Strond var ikki so væl skipað. Barakkir frá krígnum, Serjantahúsini, bátar og verkstøð hvørt um annað. Økið niðanfyri vegin, har bátarnir standa, var steinsett fiskastykki, og har turkaði Carl á Lag fisk uttandura. Í 1933 var turkihúsið bygt á staðnum. Svørtu húsini norðanfyri stoypivirki meini eg teir í Geil bygdu, men tað kann onkur fáa okkum á pláss. Í 1950-árunum var heilt stór tilflyting til Havnar, og vit síggja raðhúsini “túnini” koma undan uppi á høvdini. Har gjørdist stórur býlingar við raðhúsum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply