Úr myndasavninum – Ætlan var fyrst at byggja Kommunuskúlan sunnanfyri Plantasjuna

Løgið at hugsa sær, at man fyrst í 1950-árunum fór undir at byggja so stóran skúla millum sethúsini har á leiðini. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Alt hevur sína áhugaverdu søgu eisini Tórshavnar kommmunuskúli, sum endaði sum lestraríbúðir. Ikki visti eg, at tá Býráðið í 1947 samdist um at skriva út almenna teknikapping um uppskot til nýggjan kommunuskúla, at ætlanin var at byggja skúlan við Hoydalsvegin sunnanfyri Plantasjuna. Átjan uppskot komu inn, og ungi verkfrøðingurin Christian Eli Lamhauge vann kappingina. Um hetta mundið vaks Havnin við fúkandi ferð, ja, uttan iva tann størsta tilflytingin til Havnar nakrantíð. Í 1951 var ætlanin at byggja skúlan við Plantasjuna slept, og í 1952 var farið undir at byggja skúlan, sum var vígdur 2. september 1956. Eitt er Kommunuskúlin, annað er vakri laðaði grótgarðurin um skúlaøkið, sum partur mátti víkja fyri nýggja skúlanum.

Áhugaverd mynd, har vit síggja vakra grótgarðin um alt skúlaøkið. Hvíta húsið norðanfyri Realskúlan er fimleikahøllin. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Gamli Realskúlin var bygdur í 1916, og stórt arbeiði var at laða vakran grótgarð um alt skúlaøkið. Partur av garðinum sæst enn fram við Tróndargøtu. Sum vit síggja á myndunum, so tóku tey ikki beinanvegin grótgarðin niður fram við Sjúrðargøtu. Men tá bilatalið vaks heilt skjótt seinast í 1960-árunum og fyrst í 1970 – árini, men vakri grótgarðurin eisini lúta.

Á eldri myndini síggja vit gomlu fiimleikahøllina, sum hoyrdi til Realskúlan. Pláss var ikki fyri høllini, tí økið skuldi brúkast til nýggja skúlan. Tí var fimleikahøllin tikin niður og seld Tórshavnar Skipasmiðju fyri 10.000 krónur. Niðara myndin er ógvuliga áhugaverd og serliga grótbrúgvin um Havnará. Vit síggja eisini á eldru myndini grótgarðin, sum var um alt skúlaøkið.

Nú gjørdist Tórshavnar kommunuskúli til lestraríbúður og annað virksemið. Vakurt at koma inn í skúlagarðin, men sjálvt um skúlin er umvældur, so gerst hesin bygningur ongantíð nakar vakur bygningur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply