Havnin hevur ikki fyri neyðini nakra menningarkvotu

Hetta er myndin í dag á Vestarubryggju. Bátar landa til Landingarmiðstøðina, og fiskurin fer bilum til virki kring landið. (Mynd Vagnur)

Síggi í morgun á in.fo, at Heðin Mortensen vil hava fólk at sláa ring um Havnina og fáa fiskivinnuvirksemi aftur á Vestarubryggju beinanvegin. Fáa latið upp Bacalao. Her haldi eg, at Heðin veit ov lítið um fiskivinnuna í Havn, tí í Havn er mest sum eingin fiskivinna longur. Egningarskúrarnir standa tómir og myrkir, og í Havn er bara ein landingarmiðstøðu. Skip og bátar landa fiskin fyri síðani at vera sendur við stórum bilum til virki kring landið. Flestu fiskiskipini eru seld úr býnum, har tey seinastu fýra fóru til Sørvágs. Eftir eru Enniberg, einstakt uppisjóvarskip og nøkur heilt fá skip við TN á bógnum. Tað var tann tíð, tá landað vóru 12-15000 tons av botnfiski til Bacalao 

Tórshavnar kommuna boðaði frá stórari umvæling av Saltsøluni, har alskyns fiskivinna og gransking skuldi vera, men hesin nú stásiligi bygningur endaði sum skúlastovur. Býráðslimur hevur longu verið frrammi og sagt, at  nú er at fara eftir Bacalao ikki til fiskivinnu, men líknandi virksemi sum í Saltsøluni. Heðin eigur at vita, at Bacalaobygningurin er óegnaður og ótíðarhóskandi til nútíðar fiskivinnu. Bacalao er ein betongklossi, sum átti at verið tikin niður, og nýtt nýtímans hús bygt í staðin. Ja, møguliga til onkra fiskivinnu – møguliga laks.

Havnin er tí støðu, at høvuðsstaðurin hevur tryggar inntøkur í nógvu føstu stóru almennu – og øðrum lønum. Føroysku politikkararnir hava seinastu hálvthundrað árini jú miðvíst miðsavnað flestu almennu stovnarnar í Havn. Tí byrjaði Havnin av álvara at vaksa í 1950-árunum. Ætlar Heðin at lata upp aftur Bacalao, so má hann eisini útvega skip at fiska fiskin til virki.

Havnin hevur ikki fyri neyðini menningarkvotu, tá talan er um fiskivinnu. So nógv arbeiði er í Havn í løtuni, at hundraðtals útlendingar arbeiða í Havn, tí føroysk arbeiðsorka er ikki tøk. Tí er burturvið at lata upp Bacalao og harvið senda boð til Póllands ella Rumenia eftir fólki at standa við møguligu flakaborðini. Eisini skulu vit minnast til, at allar flakamaskinur á Bacalao eru seldar av landinum, og leivdirnar av frystarínum er klárar at koyra niðan á Hjalla. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply