Úr myndasavninum – Phil & Søn longdi Molan út í fulla longd

Áhugavert var at síggja, tá kisturnar vóru sleipaðar á sjógv. (Myndin, sum FinnBjørn tók, er frá 1971)

Áhugavert at fylgja arbeiðinum at víðka um havnarlagið í Havn. Tveir grótbátar sigla alt døgnið frá lítlu fyribilsbryggjuni á Glyvursnesi og inn ímóti Molanum. Nýggi brimgarðurin er um at fáa skap og sæst suður í Nólsoyarfjørð. Hyggur tú í kikaran, so sært tú stóru dumpararnar koyra grót úr Grótbrotinum og oman til sjóvarmálan, har gravimaskina lastar grótbátarnar. Teir halda bara frí sunnudag til nátturðatíð, og so herja teir á aftur. Tosaði við mann umborð á grótbáti, og hann segði mær, at tveir mans eru umborð á grótbótinum. Skipari og dekkari sum sigla í ein mánað og hava frí í ein mánað. Teir arbeiða tólv tímar um døgnið og arbeiða fjúrtan dagar um náttina og fjúrtan dagar um dagin.

Her síggja vit betur, hvussu glíðubreytin at gjørd oman á sjógv.

Myndirnar, vit síggja, eru myndir, sum vinmaðurin FinnBjørn Guttesen tók í 1971. Tað var Phil & Søn, sum longdi Molan út í núverandi longd. Sum vit síggja á myndunum, so vóru betongkistur stoypar við Vestarubryggju. Vit hava mangan hoyrt, at tað er ov grunt hjá teimum størstu ferðamannaskipunum at liggja við Molan. Vit síggja hæddina á kistunum, sum uttan iva eru einar níggju/tíggu metrar høgar. Hetta er eisini fjarstøðan frá vantskorpuni og niður á botn.

Børnini dámdu væl at síggja kisturnar fara á sjógv.

Sá á tekning, at skip og eisini stór ferðamannaskip skulu liggja við bryggju í nýggju havnini, men so mugu kistur eisini stoypast, og tær vera uttan iva nakað hægri enn tær, vit síggja á myndunum. Og kisturnar vera so ikki stoypnar á Vesturubryggju, tí har er ikki møguleiki at gera glíðubreyt, so kisturnar kunnu skeipast á sjógv. (Vagnur)

Her síggja vit gamla sleipibátin hjá Tórshavnar Skipasmiðju sleipa kistu út á Molan. Henda sleiparan keypti skipasmiðjan úr Ìslandi, og gjørdi hann í stand. Áðrenn henda sleiparan hevði skipasmiðjan sleipara, sum tey yvirtóku frá Kampsax. Tað var Akel Klein, sum búði í Hornabø, sum oftast var við sleiparanum á myndini. 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply