Úr myndasavninum – Byggifyritøkan Kampsax stóð í 1950-árunum fyri 2. byggistigi at leingja Molan

Vit síggja eisini Tjaldrið, sum fór seinastu ferð úr Føroyum 20. oktober 1967.

Hesa frálíku mynd tikin í skýming frá 1950-árunum sendi FinnBjørn Guttesen mær í morgun. Hann er uppvoksin í Hornabø og veit nógv um skip og gamalt í Havn. Á myndini er byggifyritøkan Kampsax farin undir annað byggistig av Molanum. Vit síggja úr Molanum nakað av grótkasti. Fyrsta byggistigið byrjaði í 1922/23 og triðja byggistigið seinnapart í 1960-árunum. Hetta er so annað byggistigið at leingja Molan út í fulla longd, sum var liðugt seinast í 1950 árunum. 
Nærmast síggja vit í Hornabø tvær barakkir hjá Kampsax, har kontór var í aðrari barakkini. Vit síggja eisini stóra blandumaskinu á Vestarubryggju og fáa eisini eyguna á betongkistu, sum vóru gjørdar/stoyptar har. Tá kisturnar vóru komnar sjógv, vóru tær fyltar nakað við vatni og síðani sleipaðar út á Molan fyri síðani at vera settar á rætta pláss og fyltar við gróti.

FinnBjørn sigur, at fólk blanda saman ymsar barakkir, sum hava staðið í Hornabø í ymsum millumbilum. Fyrst setti Kampsax upp tvær barakkir. Tær vóru reyðar við hvítum vindeygnum. So kom Nordisk Film í 1959 og setti “Hollywood” upp. Húsið var smalt og í tveimun hæddum. Húsið stóð bert har í tríggjar mánaðir, so vat tað tikin niður og fór aftur til Danmarkar. So kom Pihl & Søn har og setti upp tvær Mjørkadals barakkir. Tað ovaru kallaðu arbeiðsmennirnir, sum vera man fyri “Hollywood” og tað niðaru fyri “Broadway”. Tað var Phil & Søn, sum gjørdi triðja byggistigið, og longdi Molan út í núverandi longd.

Á Myndini síggja vit eisini ferðamannaskipið Tjaldrið hjá Skipafelagnum, og Tjaldrið fór seinastu ferð úr Føroyum 20. oktober 1967. Sjálvur minnist eg heilt væl haser betongkisturnar, og nógv fólk komu á Vestarubryggju at hyggja, tá kisturnar vóru hálaðar á sjógv eftir sokallari glíðubryggju. Ja, so minnast vit ódnina í 1988, tá nakrar av betongkisturnum á Molanum fóru av lagi, og stór umvæling mátti gera á Molan. Gamli Smyril liggur eisini við bryggju, og tekur minni pláss enn núverandi Smyril. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply