Politiska hornið – Okkurt er spinnandi galið í okkara landi

Landsverki fær ikki ta játtan, sum skal til, til tess at halda tunlarnar í tryggum standi.

Tað var dapurt at hoyra Henrik Old í Kringvarpinum í gjárkvøldið. Hann var meira fáorðaður enn vanligt og kroystur um viðlíkahaldið av tunlunum í Føroyum. At hugsa sær, at 150 milliónir krónur skulu á borðið hjá Landsverki, skulu tunlarnir lúka trygdartreytirnar, sum tildømis eru í Noregi. Men Landsverk hevur bara tríggjar milliónir at taka til. Vegirnir kring landið eru í ringum standi, og játtanin seinnu árini til umvælingar av vegunum er minkað niður í næstan einki. Hetta fer alt fram, meðan vit hava so góðar tíðir í Føroyum sum ongantíð áður. Hetta óskiljandi, tá hugsað verður um, at útlendingar fara avstað við 800 krónum um árið úr okkara fiski – og alivinnu.

Sá á portali, at hálendingar eiga í átjan skipum í Føroyum, og at teir hava lagt 450 milliónir í føroysku fiskivinnuna. Eisini sá eg onkrastaðni, at útlendingar eina árið fingu 800 milliónir í vinnisbýti úr føroysku laksa – og fiskivinnuni. Spurningurin er, um hetta er rætt. Tað sýnist, sum vit ongantíð fáa at vita, hvussu nógv gull útlendingar í veruleikanum spinna úr okkara fiski – og aluvinnu.

800 milliónir eru nógvur peningur, ja, so nógvur peningur, at bara heilt fá ár, so kundu vit goldið tunnilin til Suðuroyar kontant. Kundu umvælt tunlarnar, vegirnar, gjørt tunlarnar norður um Fjall og til Hvalbiar, og eisini gjørt teimum tunlar tildømis til Dals og Tjørnuvíkar.

Beinleiðis skelkandi at hoyra í Kringvarpinum mann frá Landsverki siga frá støðuni í tunlunum, og tá er ikki talan um báðar undirsjóvartunlarnar, sum eru í tryggjum hondum. Heilt burturvið at lata Landsverk yvirtaka undirsjóvartunlarnar, tí so enda teir í sama ótryggleika sum hinir tunlarnir.

Vit gera í løtuni stórar íløgur kring, men vit megna ikki halda í góðum standi tað, sum vit áður hava bygt. Her er eisini talan um almennu bygningarnar. Hetta er óskiljandi, má sigast. Tað er ikki bara núverandi samgonga, sum hevur ábyrgdina av ringu støðuni, men so sanniliga eisini undanfarna samgonga, sum bara lat standa til í nógv ár. Tey lótu heldur skattalætta til tey múgvandi í staðin fyri at fáa skil á millum øðrum vegunum og tunlunum kring landið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply