Meiningahornið – Alt ov nógvur matur fer aftur í havið

Hesa vøkru myndina sá eg Facebook.
Hesa vøkru mynd sá eg Facebook.

Tá ið eg síggi snotuliga trolararnar fullfermdur koma aftur úr Barentshavinum, hugsi eg um allan matin, sum fer aftur í havið. Lippur, kjálkar, rogn, uggar, livur og ryggir, sum kundu verið malin til mjøl. Eg havi hoyrt onkran sagt, at flakið er bara 30/35% av fiskinum, restin fer aftur í havið. Klaksvíkingar royndi seg við nýggjum Skálabergi, har allur fiskurin kom til høldar, men trolarin varð seldur av landinum.

Føroyingar fara til Noregs at kryvja fisk, sum bara er blóðgaður, tá ið hann kemur inn á virkið. Síðani verður allur fiskurin gangnýttir eisini innvølurin. Eg hugsi um nógva góða matin, sum fer aftur í havið. Her er talan um hundraðtals tons av góðum mati, men Enniberg og hinir trolararnir, sum fiska í Barentshavinum, eru ikki bygdur at gagnnýta allan fiskin. Onkur av manningini sker sær óivað nakrar kjálkar ella lippur, men annars fer bara flakið í fystilastina, restin fer aftur í havið. Hetta er løgið í mínum hugaheimi.

Eg sá einaferð nakrar myndir inni hjá ommu míni við Landavegnum av nøkrum monnum, sum vóru við slupp antin undir Íslandi ella Grønlandi. Tveir menn standa við hvør sínum toski, har teir halda upp undir toknirnar. Toskarnir vóru næstan eins langir og menninir. Sagt varð, at toskarnir eru so stórir, tí toskurin í øldur fekk frið fyri allari veiðu og doyðu at enda av elli.

Havi eisini lisið í bók, at tá ið føroyingar firndini komu aftur av floti, varð fiskurin ikki kruvdur í bátinum, tí alt av fiskinum skulu nýtast. Umframt, at uggi, sporl og alt á høvdi varð etið, var soðið frá kokaða fiskinum givið neytunum, og innvølurin nýttur sum tøð og nakað hjá hønunum at skava í. Eg haldi, at tað er løgið, at fólk slett ikki gera sær far um, hvussu nógvur matur í veruleikanum fer aftur í havið frá trolarunum í Barentshavinum, tá ið vit daglliga hoyra um burðardygga veiðu. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply