Úr myndasavninum – Forvitnislig mynd úr Gundadali frá 1940

Haldi heilt vist, at konan uttast til vinstru er Rigmor Christiansen. Myndin er frá 1940. Hondbóltsmálið kemur undan vinstru megin. (Myndin er úr myndagoymsluni hjá Birgit Hestoy, sálu.)

Um dagarnar fekk eg forvitnisliga mynd av Gundadali frá Jon Hestoy. Myndin er av hondbóltsspælarum í Gundadali í 1940, sum mamman Birgit Hestoy, sála, átti. Fyri tveimum árum skrivaði eg grein um Birgit, sum í 1938 byrjaði at spæla hondbólt á Sevmýru, og Birgit spældi eisini ímóti Neistanum í Havn. Myndin er serlig, tí hon er tikin frá ”vinkli”, sum eg ikki havi sæð áður. Nógv áhugavert er at síggja á myndini millum annað trý hús uppi á Varða. Sunnastu húsini átti William Heinesen rithøvundur, og eg havi tosað við Heina son William um myndina. Hann sigur soleiðis:

– Húsini hjá okkum, sum tú sært á myndini, eru bygd í 1934. Sum smádrongur sóu vit frá okkum oman á fótbóltsvøllin, tí trøini vóru tá ikki vorðin so stór, at tey fjaldi vøllin. Minnist serliga krígsárini, um tað mundið myndin er tikin. Skotskir hermenn vandu fótbólt á vøllinum. Teir spældu dystir ímóti hvør øðrum og eisini ímóti føroyingum. Vit sóu allar hesar dystir og vóru mangan á vøllinum.

Myndin er frá 1960 árunum. Vit síggja niðara hondbóltsvøllin og seinasta uttanduravøllin longri uppi, sum stóð liðugur í 1946. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

– Næstu húsini niðan eftir, tú sært, eru húsini hjá Albert Niclasen, sum var av Velbastað. Húsini standa beint við ovastu inngongdina til Plantasjuna. Síðani koma húsini Theodori Wilhelmsen, sum átti stóra trøð har á leiðini. Fleiri av børnunum bygdu sær hús á trøðni.

– Johannus Guttesen, pápi at Kris Guttesen, sála, sum búði í Gundadali, átti stóra trøð, har Listaskálin stendur og niðan eftir. Johannus búði sjálvur niðri á Gripsvegi, men hann var nógv upp á trøðni. Hann hevði millum annað stóra eplaveltu og gæs á trøðni, sigur Heini í telefonini. Vit síggja, at Johannus er byrjaður at velta upp úr nýggjum, tí alt var hagi har á leiðini.

Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað í 1931. Tey byraðu at spæla hondbólt á Vaglinum, men skjótt fóru tey niðan í Gundadal á fótbóltsvøllin, har tey kálkaðu sær hondbóltsvøll og settu mál upp. Nøkur ár seinni var hondbóltsvøllur gjørdur við síðuna av fótbóltvøllinum, sum tey spældu á til 1946. Tá var nýggjur hondbóltsvøllur tikin í nýtslu longri uppi, har Svimjihøllin nú stendur.

Neistin bygdi sær nýggj felagshús í 1964 við vøllin, men tá høllin á Hálsi var liðug seinast í 1970, og hondbóltsspælið við tíðini gjørdist innaduraspæl, vóru húsini seld ÍSF, sum vóru útbygd til alt virksemið hjá felagsskapinum.

Haldi meg bara kenna eina kvinnu á myndini, og tað er kvinnan uttast til vinstru. Konan eitur Rigmor Christiansen, sum spældi við Neistanum. Rigmor var av Tvøroyri og gift Debes Christiansen mammubeiggja. Á myndni eru fleiri neistakvinnur, tí eg kenni aftur leikbúnan frá øðrum eldri myndum av neistaspælarum.

Tá vit koma til Plantasjuna, so havi eg lisið mær til, at fyrsta veruliga royndin at gróðurseta trø har á leiðini var í 1903, men ikki fyrr enn í 1920 – árunum kom veruligt gong skipaða vøksturin. Hetta passar eisini væl við støddina á trøunum, sum vit síggja á myndini frá 1940.

Vit síggja ikki á myndini felagshúsini hjá HB og B36. HB húsið stóð útímóti ánni til høgru á myndini. Minnist eisini væl sum smádrongur, tá fótbólturin mangan endaði í ánni. Seinast í 1960-árunum fóru teir at ”yvirdekka” ánna, og tað VAR Archibald Andreasen, sum stóð fyri arbeiðinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply