Hans Mortensen var ímyndin hjá okkum ungu í 60-árunum (e)

Hans var bara átjan ár, tá ið hann gjørdist formaður Neistans. (Mynd Vagnur)

Hesa grein skrivaði eg fyri fimm árum síðani um neistastríðsmannin og viðspælaran Hans Mortensen Herfyri fylti SMS 40 ár, og greinin í 2012 byrjaði soleiðis: Grannin SMS fyllir 2. november 35 ár, og í hesum sambandi hátíðarheldur fyritøkan føðingardagin á ymsan hátt. Í SMS-blaðnum, sum kemur í hvørt hús, hevur Jógvan Arge forvitnisliga samrøðu við íverksetaran Hans Mortensen um hansara lívsverk á Trapputrøðni. Neistin og eg sjálvur hava so nógv at takka Hansi fyri, og 17. november 2010 skrivaði eg á heimasíðu Neistans niðanfyri grein um Hans Mortensen, sum millum annað tók stig at byggja Neistahúsið í 1963. Hans var tá ungur og íðin formaður, hann slóðaði fyri nýggjum neistahúsi, hann spældi nógv ár á besta liðnum, hann spældi á landsliðnum, og hann var seinni landsliðsvenjari.

Hans Mortensen gjørdist formaður Neistans longu sum átjan ára gamal, og hann slóðaði fyri í 1963 at byggja nógv umtalaða Neistahúsið, sum dró ungdómin til sín, og sum kom at vera hjartað í størstu menningini í søgu felagsins. Hans spældi á fyrsta føroyska hondbóltslandsliðnum í 1964, og í 1976 var hann venjari hjá manslandsliðnum minniligu C-HM kappingina í Portugal, har føroyska landsliðið fekk góð úrslit. Eg hava hitt eldsálina frá 60- og 70-árunum.

Lívsverkið hjá Hansi á Trapputrøðni.(Mynd Vagnur)

Ørindi míni mánadagin á Gróthúsvegi 6 í Hoyvík var serlig, tí Hans Mortensen var mín fyrsti venjari í 60 árunum. Hann var fyrimyndin hjá okkum ungu við sínum leiðaraevnum, hann hjúklaði um okkum og lærdi okkum nógv á hondbóltsleiðini. Og tú fekst longu íblástur til samrøðuna í túninum suðureftir. Kalt, stilt, klárur himmal við vakra hálvmánanum á himmalhválvinum. Tú sært langt eystur og suður í hav, hvítu fjallatopparnar í Eysturoynni og Norðuroyggjum, og ikki at gloyma spegilsklára Tangafjørð. Ótrúliga vøkur sjón henda seinnapartin, nú tað var farið at skíma.

Tá ið tú fyrstu ferð sum unglingi komst í Gundadal at spæla hondbólt, æt leiðarin Hans Mortensen. Hann var formaður, hann var venjari, og hann var tá í ferð við at byggja felagnum nýtt felagshús. 67 ára gamli Hans Mortensen er sonur Niels Mortensen av Tvøroyri og Ebbu Mortensen úr Havn. Hann eigur børnini 43 ára gamla Niels, sum saman við Hjalmari Petersen mannar mansbólkin og annars er hollur stuðul hjá felagnum, og Elisabeth, sum býr í Danmark. Hans er giftur Marjuni á Plógv, sum vit kenna sum frálíkan málverja og ein av eldsálunum í Kyndli. Hans eigur átta abbabørn. Men nær kom Hans í Neistan?

Hans slóðaði sum formaður Neistans at byggja Neistahúsið, og tá byrjaði nýggj tíð í felagnum.

– Eg byrjaði at spæla fótbólt í HB, men fótbóltur var ikki fyri meg, tí evnini rukku ikki. Í Gundadali vóru tveir tennisvøllir, ein vøllur við betongundirlagi og ein grúsvøllur. Pápi mín var hollur tennisspælari, og sum smádrongur kom eg nógv á tennisvøllirnar. Beint omanfyri lá hondbóltsvøllurin, og har sá eg dreingir spæla hondbólt á grúsvøllinum. Sum frá leið gjørdist eg ein av neistaspælarunum. Hetta var í 1960.

– Venjingin tá kann ikki sammetast við venjingina nú, har var eingin verulig skipað venjing. Vit hitaðu upp eitt sindur, og so spældu vit til tvey mál. Frá byrjan spældi eg mær við tankunum at útvega Neistanum nýtt felagshús. Vit høvdu jú bara ein skúr við ongum brúsum. Palle Gregoriussen, arkitektur, gjørdi okkum tekning av nýggjum húsi. Á aðalfundi í Losjuni gjørdist eg formaður í felagnum sum átjan/nítjan ára gamal, og mítt inniliga ynski var nýtt felagshús til Neistan.

– Eg var so mikið ungur, at eg hevði ikki loyvi at skriva undir ymsu skjølini. Í felagnum vóru fólk fús at fara til verka, og alt arbeiðið var sjálvboðið. Vit máttu sjálvandi keypa tilfarið, men vit fingið ótrúliga góðar sømdir frá fyritøkum í býnum. At smíða húsið stóð Christian Jørgensen fyri, hann var í læru sum timburmaður og var málmaður okkara. Christian býr nú í Klaksvík, sigur Hans.

Lutaðu bil burtur á ólavsøku

– Vit fingu hugskotið at luta burtur ein bil, og tað hevði eingin roynt áður. Hetta var reyður fólkavognur. Treytirnar tá við lutaseðlasølu vóru, at tú kundi prenta lutaseðlar fimm ferðir virðið á bilinum. Vit kundu draga millum seldar seðlar, men vit høvdu eisini loyvi at draga millum allar seðlarnar. Vit valdu seinna leistin, og Neistin vann bilin, sum síðani varð seldur til Árna Nielsen, sála.

Hans vandi landsliðið í hondbólti í nógv ár. Aftast f.v: Finnur Helmsdal, Sigmund Reinert, Bjarni Samuelsen, Mortan Mørk, Hanus Joensen, Finn Bærentsen, Áki Mortensen, Hilmar Joensen og Hans Mortensen, landsliðsvenjari. Húkandi f.v: Palli Joensen, Hans Åge Stampe, Sverri Jacobsen, Echardt Persson og Áki Davidsen.

– Snotuliga húsið tóku vit í brúk 1963, har vóru brúsur og skiftingarrún til konufólk og mannfólk og køkur. Millum bæði stóru skiftingarrúmini var veggur, sum kundi flytast, so skiftingarrúmini blivu til eitt stórt felagsrúm at brúka til ymisk tiltøk. Í hesum sambandi kann nevnast, at áðrenn vit bygdu Neistahúsið, hugsaðu vit um at byggja ítróttahøll saman við Kyndli, men henda ætlanin bleiv ikki til nakað, tí Kyndil ynskti ikki hetta samarbeiðið. Tí bygdu vit Neistahúsið, sigur Hans.

Í 1964 spældu Føroyar fyrsta hondbóltslandsdyst, og var dysturin spældur ímóti Íslandi. Dysturin varð fyriskipaður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Grúsvøllurin varð asfalteraður, og hetta var stórt frambrot, tí nú fekk spælið meira ferð, og tú kundi dribla bóltin betur. Hans var einasti neistaspælarin á landsliðnum, og vit ungu vóru sjálvandi errin, at venjari okkara skuldi spæla á landsliðnum. Stór mannfjøld sá landsdystin, sum Ísland vann 26-17.

Hans var í læru í Føroya banka, og eftir lærutíðina fór hann til Danmarkar í lestrarørdinum. Komin aftur til Føroya kom hann ikki í nevnd Neistans, men hugurin var framvegis at spæla hondbólt. Ættarskifti var farið fram í besta mansliði, og Hans var einasti av teimum gomlu, sum helt fram á liðnum. Men fyrst í 70 árunum fekk Hans álvarsligan skaða í økslina í dysti ímóti danska toppfelagnum HG. Eg minnist, at Hans varð borin í rúm í høllini, har læknin Essa Arge, sáli, fekk økslina á pláss aftur.

Hans gerst landsliðsvenjari

– Nú kundi eg ikki longur spæla sjálvur, men hugur til hondbóltin var framvegis har. Føroyar vóru nú limir í altjóða hondbóltssamgonguni og høvdu møguleikan at melda til altjóða kappingar. HM-kapping varð skipað í A, B og C bólk, og ÍSF meldaði í 1976 Føroyar til C HM-kappingina í Portugal. Eg helt hetta var spennandi uppgávu, sum eg átók mær sum venjari.

Hans spældi eisini á landsliðnum, og vit vóru í juli mánað í 1970 minniliga landsliðsferð í Íslandi. Aftast fr.v: Hjørleif Kürberg, Hanus Joensen, Johnny Joensen og Flemming Black, venjari. Miðraðið f.v: Heðin Mikkelsen, Jógvan Martin Mørk, Hans Mortensen, Niels Nattestad og Echardt Persson. Fremst f.v: Sverri Jacobsen, Kristjan á Neystabø, Hendrik Rubeksen, Bjarni Samuelsen og Vagnur Michelsen.

– Vit byrjaðu longu at fyrireika ferðina í 1974. Eg hevði ikki tær nógvu royndirnar sum venjari, men hevði tó verið á skeiði í Danmark. Vit løgdu stóra áherðslu á, at spælararnir vóru í góðari kropsligari venjing, sum vit vandu í fimleikarhøllini á Venjingarskúlanum. Landsliðið var mannað við ungum og eldri spælarum, vit kundu í veruleikanum manna tvey landslið, og hugurin at sleppa á landsliðið var ógvuliga stórur.

– Og hondbóltsferðin í Portugal var minnilig bæði fyri spælarar og okkum leiðarar. Jógvan Arge, útvarpsmaður, var við á ferðini og segði meistarliga frá øllum dystunum. Tað var sagt, at tú sást ikki mannasál í gøtunum í Føroyum, tá ið dystirnir vóru spældir. Jógvan bergtók við sínum frásagnum allar føroyingar. Hondbólturin fekk øgiligan viðvind hesa tíðina.

Mansliðið hjá Neistanum í 60 árunum.St.v: Egga Jensen, Jákup Dahl, Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Húkandi f.v: Hildibjartur Johansen, Jens av Reyni, Christian Jørgensen og Johnny Reinert.

– Komin aftur til Føroya bønaði eg hondbóltsdeildina í ÍSF at halda fram við landsliðsarbeiðinum, tí vit høvdu so nógvar góðar hondbóltsspælarar, og vit fingið so góð úrslit í Portugal. Men tíverri steðgaði landsliðsarbeiðið tá og fór nøkur ár seinni haltandi í gongd aftur, men ikki við somu styrki, sigur Hans.

Olympisku leikirnir í Týsklandi í 1972

Tankarnir leita nú aftur til 1972, og olympisku leikirnir eru í Týsklandi. Hans Mortensen og onnur skipaðu fyri, at nú skuldu føroyingar eisini síggja livandi myndir frá olympisku leikunum. Neistin gjørdist partur av stóra tiltakinum, sum eydnaðist avbera væl. Básar vórðu settir upp í høllini á Hálsi, og sjónvørp, sum vóru fingin úr Danmark, inn í hvønn básin. Tá var einki Sjónvarp Føroya, men bond komu við flogfari úr Danmark, so ítróttatilfarið kundi vísast longu dagin eftir (um floglíkindini vóru til vildar). Fólk streymaðu í høllina á Hálsi at síggja frælsa ítrótt, svimjing, hondbólt, fótbólt, boksing og aðrar ítróttagreinar frá olympisku leikunum.

Longu á ungum árum sýndi Hans leiðaraevni og tað at skipa fyri, sum eisini kom Neistanum til góðar. Hann skipaði fyri keypsstevnum og bygdi SMS, men hvat fær hann tíðina at ganga við, nú hann hevur latið SMS upp í hendurnar á soninum at leiða?

Ótrúlig minni at minnast aftur á. Her vinna vit steypakappingina í Vestmanna. St.f. Jógvan Martin Mørk, Sverri Wang, Hans Mortensen og Steinbjørn Slættanes. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, Bjarni Samuelsen, Echardt Persson og Kristjan á Neystabø.

– Eg havi altíð havt tað soleiðis, at tá ið eg átaki mær eina uppgávu, so er tað 100% av heilum huga. Men tá ið uppgávan er liðug, so striki eg alt, sum er aftanfyri, og hyggi eftir, hvat framtíðin hevur at bjóða. Haldi ikki leingi fast í tí gamla, men taki næsta stigið. Tað, sum er farið, er farið. Og tá ið tú spyrt meg, um eg fylgi við hondbólti. Mest sum slættis ikki. Havi næstan ikki verið í høllini, síðani eg gavst at spæla og venja, sigur Hans at enda.

Samrøðan er liðug, men enn sveima tankarnir, tí tað er so nógv, tú kanst festa á blað. Vit vóru saman á vikulangari landsliðsferð í Íslandi í 1970, vit spældu fyrsta landsdystin í nýggju høllini á Hálsi í 1971 ímóti dønum, og ikki at gloyma allar tær hugnaligu og skemtingarsomu løturnar hjá Hansi og teimum í Tungugøtu.

Eg hyggi meg um í vakra kontórinum, Hans hevur í kjallaranum. Har eru allir møblarnir, hann hevði á kontórinum í SMS, har eru somu málningar og myndir á bróstinum. Vit fara út í tún, nú er myrkt, men framvegis kalt og klárur himmal. Myndin er broytt, tú sært Havnini í einum ljóshavi, og úti í havsbrúnni sært tú ljósini frá skipum, sum nærkast landi. Tey eru óivað á veg inn á Toftir at avreiða. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply