Úr myndasavninum – Danskir dómarar dømdu minniligu steypafinaluna í 1994

Neistin steypavinnari í 1994. St.f.v: Karl Oddmar Rasmussen, Kári Mortensen, spælandi venjari, Tróndur Bogason, Birgir Kass, Freddie Poulsen, Jóhan Stenberg, Annfinnur Debess og Vagnur Michelsen, skifti út. Húkandi f.v: Uni Wardum, Páll Nólsoy, Bogi Henriksen, Sigmund Christiansen og Rúni Nolsøe.

Danin Lars Nedegaard vandi VÍF í 1994, og hann og onnur vildi hava, at danskir dómarar skuldu døma steypafinaluna millum Neistan og VÍF. Um hetta mundið var nógv prát millum manna um dømingina í føroyskum hondbólti. Lars helt ikki, at føroysku dómararnir vóru nóg góðir at døma ein so týdningarmiklan dyst. Neistamenn vunnu minniliga finaludystin. Dysturin endaði fyrst 21-21, men eftir umdyst og við fýra neistamonnunum á vølli, vann Neistin finaluna 25-24. Uni Wardum skeyt avgerandi málið í seinastu sekundunum. Og Hilmar Jan frá Sosialinum segði millum annað soleiðis um dystin við yvirskiftini “Dreymafinalan”.

F.v: Kristian Johansen, HSF, Stig Jacobsen, DHF dómari, Ninus Sejstrup, DHF dómari og Kristin Vestergaard, HSF.

 

Dreymafinalan (brot úr grein Hilmar Jan skivaði um dystin í Sosialinum)

“Tey vóru mong, ið aftan á dreymafinaluna hjá monnunum leygardagin máttu ásanna, at hetta óivað var ein hin mest spennandi finala í mong ár. Ongantíð var nakar skilnaður millum liðini, og málmunurin var ongantíð meira enn tvey mál, og liðini skiftust um leiðsluna”.

“Serliga ein yvirgang var tað, sum VÍF fekk ein skelk av mótstøðuni, ið tað tóktist, at teir ikki rættiliga høvdu væntað frá Neistanum”.’

“Hjá Neistanum var tað serliga Uni Wardum, ið við fleiri fulltreffarum í fyrra hálvleiki legði lunnar undir, at Neistin fekk so gott tak á tí, ið hendi á vøllinum”.

“Sum ikki einaferð syrgdi Ingi Olsen fyri nógvum av tí, íð VÍF fekk avrikað. Við sínum góðum fintum var hann alla tíðina ein hóttan fyri verjuna hjá Neistanum”.

“Ikki minst var tað annars Sigmundi fyri at takka, at tað til síðst eydnaðist Neistanum at fáa sigurin í hús. Dagsins størsti dramatikkur hendi í síðstu minuttunum, tá ið Neistin fyrst fekk bæði Trónd Hansen og Páll Nólsoy útvístar, og at Sjúrður Holm kundi javna fyri VÍF til 24-24”.

“Men harvið var ikki liðugt við dramatikkinum. Ì teimum allar seinastu sekundunum fór Neistin við fýra monnum í álop ímóti fullmannaðum VÍF liðið. Og endin varð, at Rúni Nolsøe spældi Una Wardum blankafrían í høgra vongi, eftir at tríggir VÍF spælarar stormaðu fram í Kára Mortensen”, skrivar Hilmar Jan í Sosialinum.

Eg síggi fyri mær Rúna Nolsøe koma driblandi frá vinstra vongi, ger sum hann spælir Kára Mortensen á høgra bakki. Men Rúni sær eisini, at tríggir VÍF spælarar storma fram í Kára, ja, vongurin hjá VÍF letur óskiljandi Una standa púra frían. Rúni spælir ein óvardan Una, sum “lobbar” bóltin upp um VÍF málverjan.

Neistamenn vinna steypafinaluna í 1994 seinastu sekundunum 25-24 og rómur á neistaáskoðarum og spælarum. Serliga vóru tað Sigmund í málinum og Kári og Uni, sum við teirra málum allatíðina hildu Neistanum inni í dystinum. Eftir dystin var VÍF venjarin Lars Nedegaard ikki væl nøgdir við donsku dómararnar, sum vit sjálvandi hildu dømdu frálíka væl.

Málskjúttar Neistans: Kári Mortensen 8, Uni Wardum 7, Rúni Nolsøe 3, Páll Nólsoy 2, Tróndur Hansen 2, Birgir Kass 1, Freddie Poulsen 1 og Karl Oddmar Rasmussen 1.

Málskjýttar VÍF: Ingi Olsen 11, Áki Olsen 3, Sjúrður Holm 3, Rógvi Nielsen 2, Oyvindur Brimnes 2, Haraldur Bjørgvin 1, Páll Poulsen 1 og Ólavur Brimnes 1.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply