Bakkafrost átti at bygt teimum nýggjar tunlar norður um Fjall

Tunlarnir norður um Fjall eru frá 1967 og hálvhundrað ára gamlir. Teir eru ótíðarhóskandi, vandamiklir og lúka ikki trygdarkrøvini, sum tildømis eru í Noregi. (Mynd Vagnur)

Hoyrdi í Kringvarpinum, at tað kostar 315 milliónir krónur at gera nýggjar tunlar norður um Fjall. Tá so vit hoyra, at Bakkafrost í 2016 hevði 1,165 millard í rakstrarúrslitið og 335,5 milliónir krónur fyrsta ársfjórðin í 2017, so átti Bakkafrost at bygt teimum har norðuri nýggjar tunlar. Bakkafrost hevur jú alivinnu í Hvannasundi. Bakkafrost kundi sett 50 milliónir av um árið í seks ár til nýggju tunlarnar, sum eina tøkk til fólkini har norðuri og okkum onnur. Hetta høvdu tey havt uppiborið.

Tunlarnir norður um Fjall eru frá 1967, tað vil siga hálvthundrað ára gamlir. Teir eru ótíðarhóskandi og vandamiklir. Alt ov long tíð at bíða í minst seks ár, til landið fer undir at gera tunlarnar.

Fyri nøkrum árum síðani var eg í føðingardegi á Viðareiði, og tá spurdi kona, um onkur kundi koyra bil sín aftur til Havnar, tí hon tordi ikki enn einaferð at koyra gjøgnum trongu og mykru tunlarnar. Hoyrdi eisini konu úr Árnfirði siga í Kringvarpinum í sendingini Við Tórði á túri, at fleiri næstringar og onnur koma ikki at vitja tey, tí tey tora ikki at koyra gjøgnum tunlarnar.

Hvalbiartunnilin er frá 1963 og er elsti tunnilin í Føroyum. Ótíðarhóskandi, vandamikil og trygdin er ikki í lagi. (Mynd KVF)

Fyri okkara samfelag hevur so alstóran týdning, at fólk eisini trívast uttan fyri stóru miðøkini, har mangan einki er óført. Tað er mær óskiljandi, at serliga politikararnir í Norðoyggjum ikki fyri langarí tíð síðani hava slóðað fyri nýggjum tunlum har norðuri. Annfinn Kalsberg slóðaði fyri Viðarreiðistunlinum, og hann fekk tunnilin. Aðrir politikarar har norðuri hava sitið hendur í favn, tá talan eru um tunlarnar norðuri um Fjall.

Nú hoyrdu vit í Kringvarpinum, at almennir bygningar, vegir og tunlar forfalla, tí Landsverk vantar pening til umvælingar. Hetta er óskiljandi, tí nú hava vit í fleiri ár livað í eini gulltíð, har allir pílar venda vinkurætt uppeftir. Uppisjóvarvinnan, alivinnan, lág renta og hampuliga lágur oljuprísur.

Hvør hevur so ábygdina av øllum hesum?. Jú, tað hava politikararnir. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply