Úr myndasavninum – Endiliga fann eg myndina av neistamonnum frá 1978

Neistamenn FM-vinnari 1978. St.f.v: Hjalmar Petersen, Sigmund Reinert, sáli, Hanus Joensen, spælandi venjari, Poli Justinussen, Mortan Mørk og Vagnur Michelsen. Húkandi f.v: Óla Jákup Kristoffersen, Echardt Persson, Jógvan Martin Mørk, Bjarni Samuelsen, Rani Wardum og Justines Justinussen.

Neistamenn hava vunnið FM-heitið átta ferðir, síðani felagið var stovnað í 1931. Í 1978 vunnu neistamenn FM – heitið fyri fyrstu ferð síðani 1955, tað vil siga eftir 23 ár. FM-heitið í 1978 varð vunnið í næstseinasta dysti í kappingini ímóti VÍF í einum ógvuliga hart spældum dysti, og so skuldi ganga heili 22 ár til næsta meistaraheitið var vunnið. Leingi hava eg leitað eftir myndini, og nú er hon loksins funnin. Neistamenn vunnu meistaraheitið í 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010 og 2011. 

Seinnu árini havi eg roynt at finna fram ymsar gamlar myndir av neistaliðum, sum ongantíð aftur sóu dagsins ljós eftir hava verið í tíðindabløðunum. Havi vitjað á Sosialinum og Dimmalætting, men har eru ikki nóg góðar skipaðar myndagoymslur. Eisini havi eg leitað í bløðum á Landsbókasavninum.

Tað tók drúgva tíð at finna myndina av neistamonnum, sum vunnu FM-heitið í 1978 eftir 23 ára FM-turk. John Kjær, fyrrverandi ítróttaskrivari á Sosialinum, tók einastu myndina av neistamonnum frá 1978. Myndin var í Sosialinum 8. februar hetta árið. Men hvørki filmur ella mynd eru at finna. Ikki ber til at taka avrit av myndini úr Sosialinum, tí myndingóðskan er ov vánalig. Tíbetur fann eg myndina í eini árbók frá 1978, og henda myndin kann brúkast.

Sosialurin skrivar millum annað soleiðis um avgerandi dystin millum Neistan og VÍF í 1978:

Væl av fólki hevði leitað sær í ítróttahøllina í Havn at síggja dystin, men mong mundu fara vónbrotin heimaftur. Tað vakra og skjóta spælið var ikki at hóma, sum Neistin hevði víst í vetur. Ístaðin sóu vit ógvuliga hart og til tíðir ljótt spæl. Ein av orsøkunum er møguliga, at alt ov nógv stóð upp á spæl at dysturin kundi vera væl spældur. Okkara metan er tó, at sigurin hjá Neistanum er uppiborin”, skrivar Sosialurin.

Hanus Joensen var spælandi venjari hjá neistamonnum. Og eg kann minnast, hvussu stóran dent Hanus legði á at fáa okkum í topp venjing. Vit runnu langar teinar áðrenn hvørja venjing, kann minnast, at hann sendi okkum út á Argjaboga og út á Gráastein og heim gjøgnum býin og niðan aftur í høllina. Vit orkaðu allir eisini ótrúliga væl. Eg kann eisini minnast, at Hanus legði áherðslu á, sum Sosialurin skrivar, at vit serliga í dystinum ímóti VÍF skuldi leggja stóran dent á verjuspælið og harvið fáa nógv skjótálop. Og hetta eydnaðist til fulnar.

Hóast nógvir av okkum høvdu vunnið fleiri FM-heitið í yngru deildum, so eydnaðist okkum bara at vinna tað eina FM-heitið, og tað var í 1978. Kyndil og VÍF høvdu altíð ógvuliga góð manslið, og torført var hjá Neistanum at fáa mansliðið heilt upp á tindin, hóast vit vunnu dystir ímóti toppliðunum. Men í 1978 eydnaðist so tað. Men minnini frá 1978 og annars á hondbóltsleiðini er framvegis ótrúliga góð. Nógvar upplivingar kring landið. Vit hava eisini spælt hondbólt í bestu deildini ímóti EB, NSÍ, Stjørnuni, SÍF og TB, so her er nógv broytt. Og vit sluppu at spæla fyrstu dystirnar í fleiri hallum kring landið millum annað í høllini í Klaksvík í 1968 og høllini í Havn í 1970. So nógvu minnini er góð. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply