Málið um fiskiveiðunýskipanina er ógvuliga einfalt – eingin vil missa

Myndina tók Norðlýsið, tá uppisjóvarskipini mótmæltu Havn. (Mynd Norðlýsið)

Haldi, at fólk eru vorðin troytt dag og dagliga at hoyra í fjølmiðlunum um fiskiveiðunýskipanina. Málið líkist heilt nógv kjakinum seinastu nógvu árini um tey trý sjúkrahúsini. Eitt eru sjúklingarnir, annað eru nógvu tryggju arbeiðsplássini, sum tey í Suðuroy og Norðoyggjum ikki vilja missa. Hetta er væl skiljandi. Soleiðis er eisini við málinum um fiskiveiðunýskipanina, har plássini, sum serliga hava stóru skipini og virkini, ikki vilja missa. arbeiðspláss. Og hetta er eisini væl skiljandi. Øll vápn verða brúkt í kjakinum, har ymsar hóttanir um steingja virkir og selja skipini vera brúkt. Vit í Havn sita hendur í favn og fylja við á síðunlinjuni, tí fiskivinnan í høvuðsstaðnum er minkað niður lítið og einki. Hissini langafaraskip og uppisjóvarskip, heilt fáir útróðrarbátar og einki flakavirki.

Fyri skotum hvønn dag stendur fiskimálaráðharrin Høgni Hoydal og løgmaður Aksel V. Johannesen, men eg haldi tó, at landsstýrismaðurin Poul Michelsen sleppur alt ov lætt. Poul var frálíkur í andstøðu altíð við góðum grundgevingum, men í nýggju samgonguni er hann mest sum burtur í týdningarmikla málum her á landi. Hann er upptikin av flóttarfólkum, og um at vit kunnu keypa rúsdrekka í handlunum. Hann ferðast  kring knøttin og fær ymsar handilsavtalur, og alt gott um tað, men eg sakni hann millum annað í kjakinum um fiskiveiðunýskipanini, teimum trimum sjúkrahúsunum og øðrum málum. Framsókn er jú partur av samgonguni.

Tað, sum tú hoyrir millum manna í Havn, er serliga fiskiloyvini, har fólk er ill um, at skipaeigarar hava kunnað selt fiskiveiðuloyvini fyri nógvan pening. Fiskiveiðuloyvini, sum landið ellar rættari sagt fólkið eigur. Hetta líkist heldur ongum. Sá einastaðni, at tá skip vóru seld, hevði skipið virði 25%, meðan veiðuloyvið hevði virði 75%.

Eisini finnast fólk at, at útlendingar spinna gull í fiskivinnuni og alivinnuni. Hesar nógvu hundraðtals milliónirnar áttu sjálvandi at ligið eftir í Føroyum. Sá á portali, at hálendingar eiga í átjan føroyskum skipum umframt í stórum virki. Norðmenn og íslendingar eiga í alivinnuni, peningurin, sum føroyingar sjálvir áttu at fíggjað

Tað rekur á kíkin politiskt í løtuni í sambandi við fiskiveiðunýskipanina, og meðan vit Havn mest sum bara fylgja við á síðulinjuni, so stríðast serliga fólk í Norðoyggjum og Eysturoy fyri at varðveita síni rættindi. Í Havn er stóra kjakið lestraíbúðir og íbúðarneyðin annars. Saltsølan, sum upprunaliga skuldi vera miðdepil fyri allari gransking á sjónum, gjørdist til skúlastovur, og herfyri hoyrdi eg býarpolitikara siga, at næsta stigið er at fara eftir Bacalaobygninginum.

Tann tíð var, 12-15000 tons fiski av botnfiski vóru landað til Bacalao. Í Havn var saltsøla, tunnuvirki og Fiskasentralurin, og nógvir trolrarar, línuskip og útróðrarbátar. Hetta er nú alt søgu. Tó er landingarmiðstøð á Vestarubryggju, men her verður fiskurin bara landaður og skyldur fyri síðan at verða sendur til virkingar kring landið. Nógv er broytt má sigast. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply