Søgan um KFUK húsini við Varðagøtu gongur heilt aftur til 1898

Fólk í Havn vóru bergtikin av stásiligu stóru húsunum, og tey fylgdu væl við, meðan húsini vóru bygd. (Mynd: KFUK í Havn)

Sært tú eldri myndir tiknar av Oyggarvegnum oman yvir Havnina, síggjast nøkur stór hús, sum standa uttan fyri gomlu Havnina. Vit kunnu nevna Føroya Banka frá 1904, Realskúlan frá 1916 og so KFUK húsini frá 1901. Søgan um KFUK húsini byrjar í 1898, tí tá kom stór innrás av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hvøkkur kom á føroyingar, sum sóu tilverugrundarlagið hótt. Bretarnir veiddu ofta inn í klettin og á teimum miðum, sum føroysku útróðrarmenn høvdu søkt í øldir. Hart stríð stóðst millum føroyingar og bretar, og donsk verjuskip vóru send til Føroya at taka bretskar trolarar. Tann 1. apríl 1901 var Henry Montagu Villiers tilnevndur konsul í Føroyum, og tað var í hesum sambandi, at stásiliga og stóru konsulátið var bygt við Varðagøtu. Konsulin fekk ringa móttøku, men við tíðini gjørdist hann avhildin maður.

Eldri mynd av skótum framman fyri KFUK-húsini. Kenni konu á myndini, og myndin má vera frá 1940-árunum.

Í ár 1900 byrja handverkarar at byggja ”slottið” sum William Heinesen skrivar um húsini, sum bergtók føroyingar, tí húsini vóru valahús í mun til kroysirnar niðri á Reyni. Útlendskur arkitektur og byggimeistari, sum fingu alt tað fyrsta flokka tilfar úr Danmark og Bretlandi, sum teir vildu hava. Alt innbúgvið av besta slag kom úr Bretlandi, og á gólvunum lógu dýr tæppi. Har var einki spart..

Henrietta Hansen, stovnari av KFUK. Myndin er tikin í 1941. Myndaeigari: KFUK í Havn.

Bretar vildu byggja annað hús enn Amtmanshúsini frá 1881, sum vóru laðað upp, men máttu skjótt umvælast uttan, tí tey lóku so illa. Konsulátið úr útvaldum timbri var at roknað sum ein ”maktdemostratión” av bretum, sum vildu verja síni fiskirættindi við Føroyar. Bretsku fiskimenninir hildu, at teir høvdu eins rætt og føroyingar at fiska við Føroyar. Vit eigu jú øll havið, søgdu teir.

Konsulin Henry Montagu Villiers mátti snýkja seg í land, tá hann við konu og tveimum børnum kom til Føroya úr Íslandi. Føroyingar vildu ikki vita av konslinum, men sum tíðin leið, gjørdist konsulin tó umhildin maður. Nógvar rættsakir fóru fram um bretskar trolarar, sum fiskaðu ólógliga við Føroyar. Konsulin skuldi sjálvandi verja bretsk áhugamál, men hann skilti eisini føroyingar, har fiskiveiða var lívsgrundarlagið.

Tíðarskeiðið, meðan konsulin Villiers var í Føroyum, er eitt av teimum mest áhugaverdu, tá talan er um stóra innrás av bretskum dampdrivnum trolarum. Villiers var ikki leingi í sama stað, og 7. mai 1906 var konsulin fluttur til Stockholm. Hann var tó stutt skifti aftur í Føroyum í 1914/1915. Valahúsini við Varðagøtu gjørdist uttan iva ov stór til virksemið hjá bretum í Føroyum, og tí var tað flutt í minni høli í Havn.

Tá ið KFUK-felagið varð stovnað í 1922 og hús keypt til arbeiðið hjá felagnum, gav lærarin og listamálarin Jógvan Waagstein KFUK henda stóra málning. Sigmundiur Brestisson boðar kristindómin á útifundi í Tinganesi u.l. ár túsund. (Mynd Vagnur)

Eftir at húsini stóðu tóm í nøkur ár, keypir KFUK- felagið við Henriettu Hansen á odda í 1922 húsini og stóra jarðarstykkið fyri 35.000 krónur. Í Jólaboð frá 2013 skrivar Johs. Andr, Næs áhugaverda  grein um vígsluna av stásuligu húsunum.

KFUK arbeiðið í Havn stóð saman við tí stóra KFUK-felagnum í Danmark, og áhugaverda søgan í Jólaboð snýr seg um tvær ungar danskar gentur úr danska felagnum, sum vóru komnar til Føroyar at vera við til vígsluna av KFUK húsunum. Til víglsuna henda dagin vóru nógv fólk og nógvir vinir hjá KFUK komin saman – teirra millum fleiri prestar og teir fýra Indre Missions trúboðararnir, sum tá vóru í Føroyum, sæst at lesa í Jólaaboð.

Hesin málningur hongur eisini í KFUK-húsunum. (Mynd Vagnur)

Í bókini Bretskur konsul í Føroyum kanst tú lesa alt um, hvussu valahúsini við Varðagøtu vóru bygd, og hvussu gekst við bretsku ránsveiðini við Føroyar. Millum annað er áhugavert at lesa, at teir bjálvaðu veggirnar við mold. Hetta var eisini soleiðis, tí tá umvæling í nýggjari tíð fór fram í húsunum, og veggur máttu brótast niður, komu tey fram á mold sum bjálvingartilfar. Fekk eisini at vita frá KFUK leiðara, at tey siga fólki, at húsini eru frá 1904, men sum eg lesa, so flutti konsulin í húsini í 1901, men tá er uttan iva bara niðara hædd innrættað.

Soleiðis síggja 116 ára gomlu KFUK húsini út í dag. (Mynd Vagnur)

Síggi eisini, at tað eydnaðist at leggja vatn inn í niðaru hæddina, sum tey fingu frá lítlari á á trøðni. Hósdagin var eg í KFUK húsunum, og skjótt gjørdist mær greitt, at húsini vóru alt ov stór at búgva í hjá konslinum, konuni, tveimum børnum og tveimum arbeiðskonum. Lítla løtan í KFUK hósdagin skuldi gera áhugaverd, tí í stovuni sótu eldri kvinnur og hugnaðu sær. Blíðar og áhugaverdar at práta við. Nakað av tí gamla er varðveitt, tí vakrir bjálkar undir loftinum síggjast nógvastaðni. Høgt til loftið og stór rúm, má sigast. Áhugavert eisini at síggja stóra málningin á bróstinum, sum listamálarin Jógvan Waagstein lat KFUK vígsludagin í 1922. (Vagnur)

Uppískoyti: Ein vinmaður sendi mær tvær myndir av økinum við Varðagøtu , har KFUK húsini standa: Onnur myndin er frá 1902 og hin frá 1942. Veit ikki hvør eigur upprunaligu myndirnar, men eg rokni ikki við, at nakar hevur ímóti, at eg leggi tær aftrat greinini.

Myndin er tikin í 1902, og her síggjast Konsulhúsini við Varðagøtu langt frá bygdum øki. Grótgarður er laðaður um stóru trøðna, har húsini standa. So er rætt, sum stendur í bókini bókini Bretskur konsul í Føroyum, at húsini eru bygd í 1901, men uttan iva hava tey ikki innrættað ovaru hæddina beinanvegin.
Myndin er tikin í 1942, og nú nærkast sethúsini KFUK húsunum. Áhugavert at síggja, hvussu verður bygt niðan Tróndargøtu, Tvørgøtu, Heygsbreyt og niðan ímóti Dalavegnum. Eisisini ahugavert at síggja, hvussu stórur Realskúlin frá 1916 er í mun til sethúsini har á leiðini.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply