Hjálmar Hátún fer púra skeivur um reglugerðina um trygd á sjónum

Drekin reyði í 2016. Rógvararnir umborð rógva altíð í vesti, og tað gera allar hinar manningarnar í felagnum eisini. Teir slóða fyri trygdini og teimum ungu. Og tað skuldi Ormurin sjálvandi eisini gjørt. (Mynd Vagnur)

Skakandi at lesa tað rógvarin Hjálmar Hátún førir fram á in.fo um trygd á sjónum. Nú havi eg síðani 2003 skrivað nógvar greinar um trygdina umborð á kappróðrarbátum. Tá Hjálmar sigur, at tað ber ikki til, at man bara knallar eina lóg ígjøgnum, ið onkur einaferð hevur gjørt og eingin spyr hví, so hevur Hjálmar ikki gjørt sítt heimaarbeiði. Tað er ikki onkur, men Fiskiveiðueftirlitið í samstarvi við Róðrarsambandið, sum hevur snikkað til lógina um trygd umborð á kappróðrarbátum. Og lógin er samtykt í løgtinginum. Tað kemur ikki óvart á meg, at tað er júst er Róðrarfelagið Knørrur sum endar í rættinum við málinum, tí persónar og eisini nevndarlimur í felagnum hava mótarbeitt reglugerðini frá fyrsta degi. At fara í rættin við málinum er ring “reklama” fyri Róðrarfelagið Knørr, tí vil felagið hava broytt reglugerðina, so skal hetta ikki gerast í rættinum men á aðalfundi hjá Róðrarsambandinum.

Tá tú lesir tað Hjálmar sigur við in.fo, so sýnist, sum hann umboðar allar róðrarflotan, men tað ger hann ikki. Tildømis í Argja Róðrarfelag og Havnar Róðrarfelag eru vestarnir eingin trupuleiki og partur av venjingarbúnanum. Har rógva øll í vesti eisini manningin í umborð á Drekanum Reyða og Havnarbátinum. Hissini oldboysrógvari tekur tó lógina í egnar hendur. Tá Hjálmar sigur, at vesturin forðar venjingini, so er hetta beinleiðis ósatt, tí tað havi eg spurt rógvarar um.

Bátarnir hjá Fiskiveiðueftirlitinum “jakta” ikki kappróðrarbátarnar. Teir gera sítt arbeiði og gera nakrar stakroyndir. (Mynd Vagnur9

Hjálmar sigur, at bátar hjá Fiskiveiðueftirlitinum spæla “politi” og jakta kappróðrarbátar, men hetta er eisini ósatt. Komi mest sum hvønn dag í Álaker um summarið, og í summar havi eg ikki sæð ein av eftirlitsbátinum í Nólsoyarfirði. Sjálvandi gera teir umborð á vaktarskipunum stakroyndir eins og løgreglan ger á vegunum. Hjálmar sigur at enda við in.fo, at nú hevur manningin umborð á Orminum víst á trupulleikan við at fara í rættin. Her er stutt at siga, at her finst eingin trupulleiki í míni trygdarverð.

Tað er heilt ófatuligt, at nevndin í Róðrarfelagnum letur manninga umborð Orminum fara í rættin við slíkum máli, tí adressa er skeiv. Nú er tað soleiðis, at børn heilt niður í tólv ára aldlur rógva kapp. Og nevndirnar í róðrarfeløgnum hava ábyrgdina av, at trygdin eru í lagi umborð á bátunum. Og tá er umráðandi, at tey eldru slóða fyri og vísa vegin viðvíkjandi trygdini. Skipaferðslan á Havnarvág og í Nólsoyarfirði er voksin heilt nógv seinnu árini, og serliga tá Tórshavn Havn hevur tikið niður skeltið á Molanum, har stóð, at mest loyvda ferðin innanfyri Molan er fýra míl.

Vesturin er partur av venjingarbúnanum sum troyggir, buksur og skógvar. (Mynd Vagnur)

Átti eg børn, sum ætlaðu sær at rógva, ella átti fyritøku í Havn, so hevði eg ikki funnið uppá at latið mín børn í Róðrarfelagið Knørr. Og sum fyritøka hevði eg ikki latið eitt oyra í stuðli til felag, sum fer so lætt um trygdina á sjónum. Fyrrverandi formaður í felagnum segði mær, at støðan hjá felagnum var, at børnini upp til átjan ár skuldu rógva í vesti, men tey eldru máttu sjálvi taka ábyrgd av trygdini umborð. Hetta er púra burturvið. Í ferðsluni á vegunum skulu ú øll sita í trygdarbelti og ikki bara børnini.

Nú er tað soleiðis við Orminum, at eingin hevur sæð manningin í Nólsoyarfirði ella á Havnarvág í summar. Orsøkin er, at manningin venur í Kollafirði, tí partur av manningini eru úr Klaksvík. At enda vil eg siga, at Hjálmar Hátún og Ormurin hevur framt eitt dyggiligt sjálvmál at fara í rættin við málinum, tí adressan er skeiv. Hetta er beinleiðis skakandi, at menn kunnu finna upp á slíkt. Mín vón er sjálvandi, at Fiskiveiðueftirlitið heldur fast og ikki slakar um trygdina umborð á kappróðrarbátunum.

Uppískoyti: Hjálmar nevnir eisini, at hann veit bara um ein kappróðrarbát, sum er farin runt. Hetta var í 80-árunum. Hetta er ein bátur ov nógv, og eg kann siga Hjálmari, at eg veit um fleiri hendingar í Nólsoyarfirði, har kappróðrarbátar í Álakeri hava verið um ein háls. Smærri bátarnir eru vorðnir lættari og rankari, og verður kappróðrarbátur árendur, fer báturin í knús. Tá er umráðandi, at manningin er í vesti og kann flóta sjónum. Betri er at vera fyrivarin. Seinnu árini eru fleiri persónar druknaðir kring landið, tí ov lætt er farið um trygdina.

Míni ráð til Róðrarfelagið Knørr er: Gjaldið bøturnar og broytið hugburð um trygdina á sjónum. Og er ynski um broyta í kunngerðina um trygd á sjónum, so er møta upp á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum, tí tað er har møguliga broytingin skal fara fram og ikki í rættinum. Í einum felag eru tað nevndin og aðalfundurin, sum seta kósina í felagnum. Og vilja limir ikki ganga undir hesi kós og reglugerð, so hava hesi einki at gera í felagsskapinum. So einfalt er tað. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply