Hjálmar Hátún fer púra skeivur um reglugerðina um trygd á sjónum

Drekin reyði í 2016. Rógvararnir umborð rógva altíð í vesti, og tað gera allar hinar manningarnar í felagnum eisini. Teir slóða fyri trygdini og teimum ungu. Og tað skuldi Ormurin sjálvandi eisini gjørt. (Mynd Vagnur)

Skakandi at lesa tað rógvarin Hjálmar Hátún førir fram á in.fo um trygd á sjónum. Nú havi eg síðani 2003 skrivað nógvar greinar um trygdina umborð á kappróðrarbátum. Tá Hjálmar sigur, at tað ber ikki til, at man bara knallar eina lóg ígjøgnum, ið onkur einaferð hevur gjørt og eingin spyr hví, so hevur Hjálmar ikki gjørt sítt heimaarbeiði. Tað er ikki onkur, men Fiskiveiðueftirlitið í samstarvi við Róðrarsambandið, sum hevur snikkað til lógina um trygd umborð á kappróðrarbátum. Og lógin er samtykt í løgtinginum. Tað kemur ikki óvart á meg, at tað er júst er Róðrarfelagið Knørrur sum endar í rættinum við málinum, tí persónar og eisini nevndarlimur í felagnum hava mótarbeitt reglugerðini frá fyrsta degi. At fara í rættin við málinum er ring “reklama” fyri Róðrarfelagið Knørr, tí vil felagið hava broytt reglugerðina, so skal hetta ikki gerast í rættinum men á aðalfundi hjá Róðrarsambandinum.

Tá tú lesir tað Hjálmar sigur við in.fo, so sýnist, sum hann umboðar allar róðrarflotan, men tað ger hann ikki. Tildømis í Argja Róðrarfelag og Havnar Róðrarfelag eru vestarnir eingin trupuleiki og partur av venjingarbúnanum. Har rógva øll í vesti eisini manningin í umborð á Drekanum Reyða og Havnarbátinum. Hissini oldboysrógvari tekur tó lógina í egnar hendur. Tá Hjálmar sigur, at vesturin forðar venjingini, so er hetta beinleiðis ósatt, tí tað havi eg spurt rógvarar um.

Bátarnir hjá Fiskiveiðueftirlitinum “jakta” ikki kappróðrarbátarnar. Teir gera sítt arbeiði og gera nakrar stakroyndir. (Mynd Vagnur9

Hjálmar sigur, at bátar hjá Fiskiveiðueftirlitinum spæla “politi” og jakta kappróðrarbátar, men hetta er eisini ósatt. Komi mest sum hvønn dag í Álaker um summarið, og í summar havi eg ikki sæð ein av eftirlitsbátinum í Nólsoyarfirði. Sjálvandi gera teir umborð á vaktarskipunum stakroyndir eins og løgreglan ger á vegunum. Hjálmar sigur at enda við in.fo, at nú hevur manningin umborð á Orminum víst á trupulleikan við at fara í rættin. Her er stutt at siga, at her finst eingin trupulleiki í míni trygdarverð.

Tað er heilt ófatuligt, at nevndin í Róðrarfelagnum letur manninga umborð Orminum fara í rættin við slíkum máli, tí adressa er skeiv. Nú er tað soleiðis, at børn heilt niður í tólv ára aldlur rógva kapp. Og nevndirnar í róðrarfeløgnum hava ábyrgdina av, at trygdin eru í lagi umborð á bátunum. Og tá er umráðandi, at tey eldru slóða fyri og vísa vegin viðvíkjandi trygdini. Skipaferðslan á Havnarvág og í Nólsoyarfirði er voksin heilt nógv seinnu árini, og serliga tá Tórshavn Havn hevur tikið niður skeltið á Molanum, har stóð, at mest loyvda ferðin innanfyri Molan er fýra míl.

Vesturin er partur av venjingarbúnanum sum troyggir, buksur og skógvar. (Mynd Vagnur)

Átti eg børn, sum ætlaðu sær at rógva, ella átti fyritøku í Havn, so hevði eg ikki funnið uppá at latið mín børn í Róðrarfelagið Knørr. Og sum fyritøka hevði eg ikki latið eitt oyra í stuðli til felag, sum fer so lætt um trygdina á sjónum. Fyrrverandi formaður í felagnum segði mær, at støðan hjá felagnum var, at børnini upp til átjan ár skuldu rógva í vesti, men tey eldru máttu sjálvi taka ábyrgd av trygdini umborð. Hetta er púra burturvið. Í ferðsluni á vegunum skulu ú øll sita í trygdarbelti og ikki bara børnini.

Nú er tað soleiðis við Orminum, at eingin hevur sæð manningin í Nólsoyarfirði ella á Havnarvág í summar. Orsøkin er, at manningin venur í Kollafirði, tí partur av manningini eru úr Klaksvík. At enda vil eg siga, at Hjálmar Hátún og Ormurin hevur framt eitt dyggiligt sjálvmál at fara í rættin við málinum, tí adressan er skeiv. Hetta er beinleiðis skakandi, at menn kunnu finna upp á slíkt. Mín vón er sjálvandi, at Fiskiveiðueftirlitið heldur fast og ikki slakar um trygdina umborð á kappróðrarbátunum.

Uppískoyti: Hjálmar nevnir eisini, at hann veit bara um ein kappróðrarbát, sum er farin runt. Hetta var í 80-árunum. Hetta er ein bátur ov nógv, og eg kann siga Hjálmari, at eg veit um fleiri hendingar í Nólsoyarfirði, har kappróðrarbátar í Álakeri hava verið um ein háls. Smærri bátarnir eru vorðnir lættari og rankari, og verður kappróðrarbátur árendur, fer báturin í knús. Tá er umráðandi, at manningin er í vesti og kann flóta sjónum. Betri er at vera fyrivarin. Seinnu árini eru fleiri persónar druknaðir kring landið, tí ov lætt er farið um trygdina.

Míni ráð til Róðrarfelagið Knørr er: Gjaldið bøturnar og broytið hugburð um trygdina á sjónum. Og er ynski um broyta í kunngerðina um trygd á sjónum, so er møta upp á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum, tí tað er har møguliga broytingin skal fara fram og ikki í rættinum. Í einum felag eru tað nevndin og aðalfundurin, sum seta kósina í felagnum. Og vilja limir ikki ganga undir hesi kós og reglugerð, so hava hesi einki at gera í felagsskapinum. So einfalt er tað. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

3 Responses to Hjálmar Hátún fer púra skeivur um reglugerðina um trygd á sjónum

    • Halló Hjálmar. Tað stendur ovast á søguni á in.fo, at manningin, og Hjálmar, tað stendur manningin umborð á Orminum Langa skal møta í rættinum í dag klokkan eitt. Manningin umborð á Ormininum í míni verð telir ellivu menn og ikki bara ein maður. Og tað er út frá hesum orðum, eg skrivaði greinina. Og tá eg sigi oldboysmenn, so skrivi eg hetta í sambandi við støðuna í Havnar Róðrarfelag, tí har eru nakrir oldboysmenn umborð á Tórsbátinum sum ikki eri í vesti. Annars takk fyri svarið, sum er væl skrivað. Nú er tað soleiðis, at eg havi líka síðani 2003 skriva um trygd á sjónum, og uttan at nevna nøvn, so eru tað fleiri “leiðarar” í Róðrarfelagnum Knørri, sum hesi árini hava givið til kennar, at tey eru ónøgd við partar í kunngerðina. Tá er tað eg skrivi, at adressan er ikki Føroyar Rættur men Róðrarsambandið og Fiskiveiðueftirlitið, sum hava snikkað saman kunngerðina. Tað verður torført at greiða børnum frá, at tey skulu rógva í vesti, tá tey síggja, at “stjørnurnar” umborð á 10-mannaførunum ikki rógva í vesti. Tað er har, eg eri. Eg havi einki ímóti Hjálmari Hátún ella Róðrarfelagnum Knørri. Drívmegin hjá mær er bara trygdin á sjónum, og at vit venja og læra upp okkara ungu at vera í báti. Og har er tryggleikin stóri parturin.

  1. Brot úr teksti, ið kanska er viðkomandi:

    Legalistiska instinktið
    Bárður Larsen er útbúgvingarleiðari og adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Eftirsum at hann dugir at ætta seg á tyngdu og torgreiddu lógarhillunum, vendir rithøvundurin sær til hansara.
    Høvundurin spyr, hvussu tað ber til, at ein kunngerð um kumpass í kappróðrarbáti kundi verða sett í gildi í Føroyum, tá ið eingin visti um, at ein kappróðrarbátur nakrantíð var vilstur, saknaður ella horvin undir venjing áðrenn 1999, tá ið kunngerðin kom.
    “Eg giti, at tað fyri ein part er nakað tað sama, sum hendir í Danmark og øðrum londum: At umsiting og politikarar hava lyndi til at fella fyri tí legalistiska instinktinum. Okkara tørvur á vissu og kontroll hevur tað betri, jú fleiri reglur eru allastaðni kring okkum. At ongin lesur reglurnar, og ongin praktiserar tær, ella sum tú sigur, ongar hendingar gera tær relevantar, tað imponerar eftir øllum at døma ikki,” staðfestir løgfrøðingurin turrisliga.
    Sambært Bárði Larsen er legalistiska instinkið eisini illa egnað at blanda saman við trongdini til súmbolpolitiskar útmeldingar, sum mangir politikarar og serliga landsstýrisfólk sambært honum fella fyri:
    “Tá fær fyrisitingin røkt sína legalistisku neurosu um at pakka alt samfelagið niður við óneyðugum reglum, og politikarar sleppa at profilera seg upp á tað sama. Báðir partar vinna, og vit øll tapa.”
    Sambært Bárði Larsen eru eisini aðrar orsøkir til, at ketan fer av:
    “Føroyska fyrisitingin, sum leverar input til okkara lóggávuverksmiðju, løgtingið, er als ikki útbúgvin til føroyska samfelagið. Hon kennir ikki ábyrgd av at greina, hvør lóggáva skal til júst í okkara samfelagi.”

Leave a reply