Æðurnar svimja mangan í olju á Havnarvág

Henda æðan svam ikki í olju, men tað gjørdu æður inni við sleipistøðina. (Mynd Vagnur)

Tók í morgun mynd av hesi einsamøllu æðu á Vestaruvág, sum svam útfyri Bacalao. Eg taki mangan synd í æðunum, sum ditta sær at koma inn á Vestaruvág, tí tað kemur næstan ikki fyri, at olja ikki sæst onkrastaðni á vágni. Soleiðis var eisini í morgun. Kom at hugsa um, hvussu æðurnar klára oljufilmin í vatnskorpuni. Niðast á sleipistøðini hjá Mest hava teir lagt út oljusperringar men trupulleikin í morgun var, at eins nógv olja var at síggja uttanfyri oljusperringarnar og innanfyri. Og mitt í oljufilminum svumu fleiri æður. Tað er fína dúnið nærmast kroppinum, sum ger, at æðan kann halda hitan. Og fellir dúnið saman av olju, so doyr æðan í kulda. Vit sleppa uttan ivi ikki av við meira og minni olju á Havnarvág, tí skipini eru nógv, sum koma og fara, og við bátabrúgvarnar liggja hundraðtals bátar.

Æðan á myndini sýntist tom og rólig. Æðan kann taka sær æti frá botni á tretivu favna dýpi, men teimum dámar best at vinna tað á grynri vatni helst minni enn fimm favnar. Føðin er mest taralýs, smákrabbar, kræklingar og aðir lítlir skelfiskar. Æðan dámar best at gera sær reiður við sjóvarstrondini, bara tær kunnu fáa frið. Men æður kunnu eisini fara langt inn í hagan og summar høgt upp ímillum fjøl at byggja sær reiður. Í summar sá eg fleiri æðuflokkar í Álakeri og Sandagerði, men nú fækkast møguleikarnir hjá teimum at reiðrast har á leiðini, tí har er so nógv byggivirksemi, at æðurnar fáa ikki frið at reiðrast. Reiðrið hjá æðuni er klætt við mosa ella deyðagrasi. Eggini eru fýra stundum fimm. Æðan roytir dún av sær sjálvari at hava uttan um eggini, og tá er óheppið, um olja hevur dálkað æðuna og harvið dúnið. Kanska tolir æðan oljufilmin, sum var tunnur í morgun, og kanska dugir  hon at skyna á, um vandi er á ferð ella ikki. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply