Úr myndasavninum – Hví bygdu tey prestagarð í 1789 so langt frá Havnini?

Tað var, meðan Rasmus Jørgen Winther var prestur í Havn, at prestagarðurin í Sandagerði var bygdur í 1789. Mynd Havnin – fólk og yrki)

Nú ein dagin stóð eg í Sandagerði og eygleiddi gamla prestagarðin, sum var bygdur í 1789. Kom at hugsa um, hví tey bygdu prestagarð so langt frá Havnini og Havnar kirkju, sum er frá 1788. Tá búðu 600 fólk í Havn, og fyrsti bilurin kom jú ikki til Føroya fyrr enn 130 ár seinni. Langt var hjá prestinum at ganga til arbeiðis heim í Havnar kirkju, men so skal sigast, at tá ferðaðust tey eisini á hestbaki og í hestavogni. Jákup Dahl próstur (1878-1944) búði til sín doyggjandi dag í prestagarðinum, og í dag býr Sverri Steinhólm prestur har. Tá vit sum børn seinast í 1950-árunum lærdu okkum at svimja í Sandagerði búði Sverri Dahl við familju í prestagarðinum. Sverri var sonur Jákup Dahl próst.

Eisini er áhugavert har á leiðini, at Dronning Alexsandrine hospital var bygt júst har í 1924, tí sjúkrarhúsið lá eisini lagt frá Havnini, og fyrsti bilurin kom ikki til Føroya fyrr enn 6. mai 1922. Uttan iva vóru fólk tá framsíggin, so sjúkrahúsið hevði møguleikar seinni at byggja út, men eisini spældi inn, at sjúkrahúsið skuldi hava gott útsýnið. Grundarsteinurin til Landssjúrkrahúsið var lagdur í 1962 og seks ár seinni var tað tikið í nýtslu. Serlig Dronning Alexandrihospital, sum nú er føðideild, liggur væl í landslagnum. (Vagnur)

Nógv er broytt har á leiðini, síðan prestagarðurin í Sandagerði var bygdur í 1789. Vit síggja tríggjar brúgvar um Sandá. Tann fyrsta brúgvin frá 1835 hómast undir nærmastu brúgv. Minnist, tá argabørn fóru til húsa stein av steini um ánna við fossin. (Mynd Hvannrók)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply