Bládúgvan reiðrast mest sum bara í Føroyum

Svarta rondin um hálsin á Turkadúgvuni sæst væl. (Mynd Vagnur)

Hevur tú breyðmolar og kastar teir á gøtuna fram við ánni í Plantasjuni, gongur lítið bil, so eru dúgvurnar hjá tær. Bládúgvan og Turkadúgvan. Serliga bládúgvan er ótrúliga vakur litfagur fuglur. Liturin er vakur grábláur, aftast á velinum er hon svørt, og tvørtur um veingirnar ganga tvær svartar rendur. Hálsurin glitrar og skyggir av grønum og reyðum fjøðrum. Beinini korkareyð og eyguni gulbrún. Bládúgvan er støðufuglur í Føroyum. Bládúgvan dámar best at liva nær sjógvi.

Vakra dúgvan situr og kúrur í Plantajuni. (Mynd Vagnur)

Vit strendurnar uttan um Miðjarðarhavið eiga tær nógvar. Men so reiðast tær onga aðrastaðni í Europa uttan í Føroyum, tó bert nakrar fáar við vesturstrond Noregs og Skotlands. Til búðstað velja tær sær holur í bergi og urðum, altíð út ímóti sjónum. Bládúgva er støðufuglur í Føroyum.

Seinast í mars mánað fer steggin at draga stutt strá, sýruleggir, fjaðrar og tílíkt, sum bøgan ger til reiður. Bøgan verpur tvey hvít egg, og klekingar tíðin er um hálvatriðju viku. Tá ið ungarnir eru mánað gamlir, flúgva teir úr reiðrinum, og tá verpa tær gomlu fyri aðru ferð.

Turkadúgvan

Sambært bókini Fuglar í Norðurhøvum er ikki nógv av turkadúgvu í Føroyum. Turkadúgvan er heilt ljósamorreyð og hevur langt vel. Veingirnir eru smalir og vengjaarbroddarnir kubbutir. Hon er løtt á flogi, og so er ytsti parturin av velinum allur hvítur. Gamlar dúgvur hava svarta rond um nakkan fram við hálsin báðumegin. Turkadúgvan er komin úr Asia og dugir væl at lagað seg eftir viðurskiftunum í Europa. Hon heldur til við mannabúðstaðir, í urtagørðum og viðarlundum. Fuglafrøðingar rokna ikki við, at turkadúgvan fer at vaksa í tali í Føroyum, um ikki fleiri dúgvur koma afturat uttaneftir.

Hevur tú verið í stórbýum uttanlands, sært tú hópin av dúgvum, og tað eru fleiri enn hundrað ymisk dúgvusløg. Trupulleikin er, at tær tomu dúgvurnar blandast við villu dúgvurnar, tí fáa vit ymsu útsjóndirnar av dúgvum. Best kendar eru brævdúgvurnar, sum vit hava sæð nógv í filmum. Brævdúgvurnar flúgva skjótt, kanska meira enn 100 kilometrar um tíman. Nógv fólk serliga uttanlands hava dúgvur sum frítíðarítriv. Bládúgvan, sum er í Føroyum, blandast ikki við onnur dúgvusløg.

Einki er at ivast í, at nógvar tamar dúgvur eru komnar í Plantajuna, og serliga nógvar turkadúgvur er at síggja í løtuni, men torført er mangan at skilja ímillum dúgvusløgini. Eg haldi, at millum nógvu dúgvurnar í Plantajuni eru eisini Turtildúgvur, sum er lítil dimmur fuglur í mun til Turkadúgvuni. Og bókin Fuglar úr Norðurhøvum sigur frá um Holudúgvu og Mánadúgvi. (Vagnur)

Bládúgvurnar í Plantajuni er blivnar tamar við tíðini. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply