Úr myndasavninum – Tvær søguligar myndir av tveimum neistaliðum frá 1964

Neistadreingir í Noregi í 1964. Frá vinstru aftast: Finn Bjørn Guttesen, Jógvan Martin Mørk, Niels Símun Johannessen, Tønnis Wardum, Elinborg Trond Johansen, ferðaleiðari, Sólrun Mikkelsen, ferðaleiðari, Mai Breckmann og Helena Mortensen, Húkandi í miðjuni frá vinstru: Bjarni Samuelsen og Sverri Wang. Fremst frá vinstru: Tummas Joensen, Echardt Persson, Eyðfinn Lamhauge og Kristian á Neystabø.

Myndirnar omanfyri er søguligar í neistahøpi, tí hetta er fyrstu ungdómsliðini, sum fóru uttanlands at spæla hondbólt. Fyri 1963 vóru eingi dreingja-ella gentulið, og hyggur tú í hagtølini frá hesi tíð, var bara kapping fyri menn í 1. deild og 2. deild og kvinnur í 1. deild og 2. deild. Fyrsta landskapping fyri dreingir og gentur var spæld í 1963, har spælarar vóru frá tólv til sekstan ára gamlir. Tá var spælt á grúsvølli uttandura um summarið.

Sjálvur kom eg í Gundadal at spæla hondbólt í 1963, júst tá neistahúsið var bygd, og sum var tikið í nýtslu í 1964. Spældi á einum b-liði og var ikki við í Noregi, men fá ár seinni koma eg at spæla á liði saman við fleiri av spælarunum á myndini. Nýggja neistahúsið skuldi gerast slóðbrótandi umstøður, tí har vóru góð skiftingarrúm við brúsum, stórur salur, køkur og vs. Slíkar góðar umstøður vóru ikki í gamla húsinum. Næstu árini kom nógvur ungdómur í Neistan, og ættarskifti fór spakuliga fram á liðunum í bestu deildini.

Neistagentur í Noregi í 1964. Frá vinstru Mai Breckmann, Helena Mortensen, Turið Debes Hentze, Berghild Lamhauge, Hildigunn Weihe,  Rannvá Hanusardóttir, Emmely Mikkelsen, Marita Næss og Durið Reinert. Á myndini sæst eisini Niels Símun Johannessen uttast til vinstru, og við bakinum til Elinborg Trond ferðaleiðari. Uttast høgru stendur ein norðmaður.

Ung neistaliðini vóru tríggja vikur langa hondbóltsferð í Noregi. Tey fóru úr Føroyum við íslendska ferðamannaskipinum Heklu til Bergens, har tey fyrst vitjaðu ítróttafelagið Norønna. Tey búðu á loftinum í Norønna hallen í eina viku, áðrenn tey hildu leiðina við skipi norðureftir innanskers til Sognefjorden, har tey eisini spældu nógvar dystir har á leiðini. Tey endaðu hesa frálíku ferð aftur í Bergen, áðrenn leiðin gekk heimaftur við Heklu.

Her spæla neistagentur dyst í Noregi í 1964. Vit síggja neistagenturnar Hildigunn, Turið og Rannvá. (Myndaeigiar: Tønnis)

Í 1964 var Hans Mortensen formaður í Neistanum, og Hans var framsíggin ungur maður. Umframt, at hann og Christian Jørgensen slóðaðu fyri nýggja neistahúsinum, so er eingin ivi um, at tað var hann, sum vildi geva teimum ungu nýggjan íblástur og tøkk, tá hann legði lunnar undir hesa hondbóltsferð. Á ferðini í Noregi spældi genturnar trettan dystir og taptu ongan dyst, meðan dreingir spældu ellivu dystir og taptu ein dyst.

Her síggja vit úrslitini frá dystunum ungu neistaliðini spældu í Noregi í 1964. (Myndeigari: Finn Bjørn)

Tá eg hyggi at báðum myndunum, so eru altíð nógvar viðmerkingar, sum kunnu skrivast. Fara vit fyrst til myndina av dreingjunum, so góvust Tønnis, Eyðfinn og Niels Símun skjótt at spæla hondbólt. Niels Símun spældi guitar í tónleikabólki og spældi borðtennis, meðan Eyðfinn valdi fótbólt fram um hondbólt. Tønnis spældi á unglingaliðnum og seinni í aðru deild. Finn Bjørn og Sverri fóru ungir til Danmarkar, og Tummas spældi ikki í nógv ár. Echardt, Kristian, Bjarni og Jógvan Martin spældu í nógv ár á besta liðnum.

Neistahúsið var tikið í nýtslu í 1964. Vit síggja eisini gamla neistahúsið og kyndilshúsið.

Á gentuliðinum minnist eg ikki Durið, Hildigunn, Maritu og Berghild spælu leingi í felagnum, meðan Emmely, Mai, Turið, Helena og Rannvá komu ungar á besta liðið, har serliga Helena og Rannvá spældu á bestu liðnum í heilt nógv ár. Vit spældu sum sagt hondbólt á grúsvølli um summarið, men í 1964 bleiv asfalt lagt á vøllin í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Meira ferð koma á spælið, og málini gjørdust eisini fleiri. Seinast í 1970 kundi spælast hondbólt innandura í nýggju høllini á Hálsi, og næstu árini fór hondbóltsspælið frá at vera uttanduraspæl til eitt innanduraspæl. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply