Tey ungu hava ikki eins góðar dansimøguleikar og vit høvdu

Faroe Boys spældi í Sjónleikarhúsinum mikukvøld. Frá vinstru Tummas, Robert, Bjarni, Milson, Trygvi og Atli. 

Tá ið eg dagliga gangi fram við Sjónleikarhúsinum í Havn, hugsi eg mangan, hvussu góðar dansimøguleikar vit høvdu, tá ið vit vóru ung í 60-árunum. Tríggjar ferðir um vikuna vóru møguleikar at fara í dans. Mikukvøld og Sunnukvøld í Sjónleikarhúsinum og leygarkvøld í klubbanum og eitt skifti í Losjuni. Vildu tú hava gott pláss at dansa, fórt tú í dans klokkan hálvgum tiggju, og dansurin endaði á miðnátt. Í Sjónleikarhúsinum spældi Faroe Boys mikukvøld og Goggan sunnukvøld. Í klubbanum spældu ymsir tónleikarbólkar Simme og tey, Tey av Kamarinum og onnur. Men hvar blivu dansuviðurskiftini av hjá teimum ungu?

Eingin ivi er um, at rúsdrekkalógin broytti dansiviðurskiftini, tí seinast í 60-árunum og fyrst í 70-árunum komu ølklubbarnir Kaggin, Mimir og aðrir ølklubbar kring landið, og ølklubbarnir komu at virka undir øðrum lógum enn almennu dansistøðini. Ølklubbarnir vóru mettir sum “privat” ogn hjá limunum, og tí kundu klubbarnir hava opið eftir midnátt um vikuskiftið. Skipað varð fyri dansi, og so líðandi fánaði tann almenni dansurin burtur, tí í ølklubbanum kundi tú dansa og eisini fáa eina øll ella ein lítlan. Aldursmarkið var tjúgu ár.

Faroe Boys spældu í Sjónleikarhúsinum mikukvøldið, og tá stóð nógv fólk uttanfyri og lurtaðu eftir tónleikinum. (Mynd Vagnur)

Í Sjónleikarhúsið og í Klubban komu tvey ættarlið í dans, og einki var aldursmarkið. Vit byrjaðu at ganga í dansi, tá ið vit vóru um sekstan ára gomul, men í dans komu eisini “eldri” fólk, tað vil siga tretivu, fjøruti ára gomul. Hetta riggaði ótrúliga væl, tí fólk komu fyrst og fremt at dansa og kanska síggja sær eftir einum dreingi ella gentu.

Í 1970 kom høllin á Hálsi, og tá fekk Havnin heilt aðrar møguleikar at skipa fyri stórum tónleikatiltøkum, og nú vórðu fyriskipaðar stórar konsertir, og tey ungu streymaðu í hallirnar. Við tíðini helt almenni dansurin uppat, tí almennu støðini ikki kundu kappast við ølklubbarnar og stóru tiltøkini í hallunum. Seinni bleiv so rúsdrekkalógin broytt, aldursmarkið at keypa rúsdrekka varð lækkað frá tjúgu til átjan ár Í 1992 kom so einkarsølan Rúsan, og tú kundi keypa tær eina øl í býnum. Tíðirnar broyttist við Rúsuni, og ølklubbarnir minkaðu eisini í tali. Tildømis læt einaferð stóri ølklubbin Kaggin aftur, tí ikki fekst at hanga saman fíggjarliga.

Í Sjónleikarhúsinum vóru eisini skipaðar fyri fleiri poppkonsertum, har ungir tónleikarar sluppu framat pallinum.

Serliga í 80-árunum vórðu skipað fyri nógvum “stórdansum” í hallunum, men hallirnar vóru ikki bygdar til endamálið, og konsertirnar fóru illa við hallunum. Summar hallir vildu tí ikki longur hýsa stóru konsertunum og dansunum, og tí blivu tey ungu “heimleys” og høvdu onganstaðni at fara í dans. Í Havn varð roynt við DJ-dansi í Badmintonhøllini, men grannar vóru í øðini, og skilið varð mangan ringt í høllini, at endin varð, at tey góvust at skipa fyri slíkum tiltøkum í hallunum.

Tey ungu hava ikki eins møguleikar at fara í dans, og vit høvdu. Í Havn skipar Margarinfrabrikkin fyri tiltøkum, men hetta eru smá tiltøk í mun til stóru dansitiltøkini í 60-árunum. Tað hoyrdist, at tá ið Dansifrøi varð bygt í Gundadali, var treytin frá Tórshavnar kommunu at lata stuðul til ætlanina, at tey ungu eisini sluppu at dansa í bygninginum, men mær vitandi eru tey ungu ongantíð komin í Dansifrøi at dansa. Tey ungu hava tó nógvar festivalar at fara til um summarið, men hetta stendur slett ikki mát við góðu dansiviðurskiftini, vit høvdu í 60-árunum og í 70-árunum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply