Ódnartøkini í Runavík vóru sum altíð væl avgreidd – og blíðskapurin var góður

Jallurin, sum er fremst, vann tveir av dreingjaróðrunum. Nærmast Báran, síðani Jallurin, Sílið, Drekin og Ørnin. (Mynd Hvannrók)

Tá eg leygarmorgunin í Álakeri sá rógvarar gera klárt at fara til Runavíkar at rógva ódnartøk, reikaðu tankarnir eina løtu, hvussu nógv føroyskur kappróður er broyttur, síðan eg fyrstu ferð fyri 55 árum síðani kom oman í gamla neystið Álaker. Og her hugsi eg eisini um flutningin av bátum. í 1962 var einki Argja Róðrarfelag ella Róðrarfelagið Knørrur, og koyrast kundi ikki til Vestmannar ella Kollafjarðar, tí Oyggjarvegurin var ikki bundin saman fyrr enn 6. juni 1966. Tað vil siga, at tú slapst bara sjóvegis á jóansøku, vestanstevnu, eystanstevnu og norðoyastevnu. Havnar Róðrarfelag átti tá bara tríggjar bátar Havnarbátin, Ørv og Sílið.

Minnist, at maskinbátur sleipaði bátarnar hjá felagnum inn í Runavík, og neyðugt var at hanga okkurt tungt aftur úr kappróðrarbátunum, so teir ikki fingu ov nógva ferð og rendi seg í maskinbátin ella fremra kappróðrarbátin. Tá vóru bara fimm FM-stevnur, og eystanstevnan var tá júst vorðin fimta FM-stevnan.

Hósvíkingur nærmast, síðani Lómur, Páll Fang og Gongurólvur. (Mynd Hvannrók)

Tá farið var í Vágar ella til Suðuroyar, fóru bátarnar við gamla Smyrli og Vesturleið. Gamli Smyrli hevði trupulleikar at frakta kappróðarar og alt fólkið, sum skuldi til Suðuroyrar. Teir hingu bátar út um lúnningina, og kappróðrarbátarnir stóðu tvørs á lastalúkunum. Tá Molsferjurnar Teistin og Smyril komu í 1970 – árunum, og Oyggjarvegur var bundin saman, gjørdist alt lættari. Bátarnir fóru við bili úr Havn, men máttu tó við Sundaferjuni um Sundalagið, tí koyrandi var ikki Millum Fjarða.

Genturbátarnir barnaróður við startin. Nærmst Ørnin, síðani Frúgvin, Ingibjørg, Pílur og Fípan Fagra.(Mynd Hvannrók)

Ikki eru so nógv ár síðani, at allir kappróðrarbátarnir vóru koyrdir kring oyggjarnar í lastbilum og vørubilum, men nú eru bátarnir serliga í Suðurstreymoy vorðnir so nógvir, at fyritøkur vilja ikki longu koyra nógvu bátarnar. Tí útvega feløg sær vognar, sum eru lættir og taka vind á seg. Fleiri bátar eru brotnaðir, tí vognar eru farnir út av vegnum.

Barnaróður gentur. Nærmast Spógvin, síðani Pilur, Ingibjør, Fúgvin og Tekla. (Mynd Hvannrók)

Róðrarárið 2017 endaði fyri nógvar rógvarar á ólavsøku, men tað eru rógvarar, sum dáma væl ódnartøkini. Seinastu ódnartøkini vera rógvin í Hvannasundi leygardag, og so er róðrarárið liðugt. Tá vit so fara um ársskiftið, fara vit at hugsa um nýggjar róðrarárið. Hvørjir bátar eru mannaðir, og nakrar gitingar skulu eisini á borðið.

Tað er stórt ynski í Álakeri at fáa Havnarbátin fram í oddin aftur. Hann hevur ikki vunnið ein FM-róður síðani á ólavsøku 2008. (Mynd Hvannrók)

Tá eg sigi omanfyri, at føroyskur kappróður er nógv broyttur síðan tildømis í 1962, so er hann ikki bara broyttur til tað betra. Í 1962 vóru eingin nýggj 6-mannafør við monnum og kvinnum. Fyrsta nýggja 6-mannafarið við monnum róði í 1975, og fyrsta nýggja 6-mannafarið við kvinnum róðu fyrstu ferð í 1983. Tildømis í 1962 róðu átta 10-mannafør á ólavsøku og nýggju nýggj 8-mannafør. So fyri 55 árum síðani róðu fleiri menn kapp, enn teir gera í 2017.

Væl liggur fyri at skipa fyri ódnártøku í Runavík. Tað gongst altíð væl. (Mynd Hvannrók9

Dreingja-og gentubátarnir vóru eins nógvir í 1962 sum nú, og so er barnaróðurin komin aftrat. Havi frætt úr Álakeri, at ódnartøkini í Runavík vóru væl fyriskipað og væl avgreidd. Tey bjóðaðu eisini rógvarum drekkamunn og góðan mat. Tøkk skulu tey hava fyri tað. Nú vóna at vit síggja fleiri gular bátar í FM-róðrunum í 2018, enn vit gjørdu í summar. Úr Havnar Róðrarfelag vóru fimm bátar og sjey manningar við ódnartøkunum í Runavík, og tað eru vit øll fegin um. (Vagnur)

Argjabáturin
Tekla við kvinnum. (Mynd Hvannrók)
Báran við dreingum. (Mynd Hvannrók)
Blikur við gentum. (Mynd Hvannrók)
Dreingir umborð á Drekanum eru fyrsta árs dreingir og hava klárað seg væl í summar. (Mynd Hvannrók)
Drekin gentur
Nærmast Falkur við gentum, síðani Drekin, Frúgvin og Blikur. (Mynd Hvannrók)
Góð myndi av Ingibjørg og Píli júst tá startskotið brast. (Mynd Hvannrók)
Falkur við gentum. (Mynd Hvannrók)
Frúgvin úr Miðvági. (Mynd Hvannrók)
Gongurólvur mannaður bara til ódnartøkni. (Mynd Hvannrók)
Lagið er gott umborð á Teistanum og Tjaldinum. (Mynd Hvannrók)
Havnarbáturin leygardagin í Runavík. (Mynd Hvannrók)
Hósvíkingur, sum vit vóna eisini næsta ár er við í FM-kappingini. (Mynd Hvannrók9
Ingibjørg barnaróður og Pílur. Ungu dreingirnir umborð á Píli kunnu eisini næsta ár rógva barnaróður. (Mynd Hvannrók)
Ingibjørg barnaróður. Dreingirnir eru næsta ár ov gamlir at rógva barnaróður. (Mynd Hvannrók)
Kvinnubátarnir Tjaldið, Teistin og Tekla. (Mynd Hvannrók)
6-mannafarið Lómur.
Vónandi rør Nólsoyingurin eisini FM-róðrar næsta ár. (Mynd Hvannrók)
Nærmast Nóloyingurin, síðani Havnarbáturin, Árnfirðingur og Argjabáturin. (Mynd Hvannrók)
Páll Fangi mannaður við dreingjum, sum mannaðu Fípuna Føgru í summar. (Mynd Hvannró
Pílur við dreingjum barnaróður. (Mynd Hvannrók)
Pílur við gentum. (Mynd Hvannrók)
Frálíkt at rógva ódnartøk í Runavík. (Mynd Hvannrók)
Gentubátarnir við startin. Nærmast Blikur, síðain Frúgvin, Drekin og Falkur. (Mynd Hvannrók)
Teistin við kvinnum. (Mynd Hvannrók)
Trygvi Johasen var startdómari og Magni Nielsen legði út startin og aðra útgerð. (Mynd Hvannrók)
Tjaldrið kvinnur mannað við kvinnum, sum í summar róðu við Sølvmundi. (Mynd Hvannrók)
Nærmast Ørnin dreingir, síðani Drekin, Sílið og Jallurin. (Mynd Hvannrók)
Her síggja vit nýggju málútgerðina hjá Róðrarsambandinum. (Mynd Hvannrók)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply