Sílaveiðufelagið hevur umvælt sílatrappurnar við Mylluhylin

Teir mugu leiða vatnið burtur frá sílatrappuni, áðrenn umvælingin fer fram. (Mynd Vagnur)

Tá eg í summar kom fram við Mylluhylin í Sandá, sá eg fleiri menn í ánni. Skjótt gjørdist mær greitt, at átakið við rørum og betong hevði nakað við sílatrappurnar at gera. Vit lærdu at svimja í Myllluhylinum og í minni hyli longri uppi í ánna. Nógvur ungdómur svam í Sandá og í Sandagerði, og  fólk sóust bæði fiska og fanga síl í ánni. Í Sandagerði síggjast framvegis fólk vassa upp undir miðju við sílatráðu í hond. Tvær sílatrappur eru í Sandá, og eru tær við Mylluhylin og fram við fossinum í Sandagerði. Við Sandá henda dagin hitti eg Óla Petersen, sum er skrivari í Sílaveiðufelagnum, og Óli sigur:

Her síggja vit sílatrappurnar niðri við fossin í Sandagerði. (Mynd Vagnur)

– Tað var miðsleiðis í 1950-árunum, at menn gjørdu fyrstu sílatrappurnar í Sandá. Hetta var gjørt til tess at hjálpa sjósílunum at koma niðan í ánna á gýta. Sílini fara síðani aftur á havbit at vaksa seg stóran fyri síðani at koma aftur í ánna. Sjósílini er kná, men tey hava sína avmarkingar, tí verða sílatrappur gjørdar. Tá áarføri er, stendur nógv á sílatrappunum, og tær slítast eisini,  tá eyrur og smásteinar koma oman við ánni. Vit tøma eisini sílatrappurnar fyri grót og eyr, so tær eru rúmar og nóg djúpar hjá sjósílunum at ferðast í.

Óli Petersen er skrivari í Sílaveiðufelagnum. (Mynd Vagnur)

– Sílatrappurnar vóru umvældar einaferð í 1980-árunum, og nú var tíð at umvæla tær enn einaferð. Sandá er friðað, og tú mást hava loyvi at gera átøk í ánni. Arbeiði at umvæla sílatrappurnar er eisini í samstarvi við Tórshavnar kommunu. Tá umvælingin fer fram, má áin vera lítil, og vatnið leiðast aðrar vegir við rørum. Vit mugu vera væl mannaðir, tí betong skal blandast og berast í spannum í ánna.

Sílatrappurnar vóru gjørdar miðskeiðis í 1950-árunum. Teir fingu hesuferð serkøna hjálp í sílatrappum at hjálpa sær. (Mynd Vagnur)

– Henda dagin í Sandá høvdu vit serkønan mann við okkum, sum hevur royndir at umvæla sílatrappur og laða garðar. Maðurin eitur Adrian Stauss Joensen. Endamálið er betra um umstøðurnar hjá sjósílunum at sleppa niðan í ánna, sigur Óli Petersen, sigur Óli at enda. Niðanfyri Spinnaríið stendur gróthús, har Sílaveiðufelagið einaferð helt til. Hetta virksemið er flutt út í Havnardal, har Sílaveiðufelagið eigur hús.

Her síggja vit grótlaðaran Adrian Stauss Joensen. (Mynd Vagnur)

Eg havi verið inni í snotuligu húsinum við vatnbyrgingina, har fleiri stór kør eru at síggja. Í kørunum eru hundraðtals laksayngul, sum gerst til smolt, sum síðani skal setast út í Leynum og í Saksnun. Óli sigur, at ætlanin er at fáa loyvi at strúka sjósíl, sum síðani sum smolt kann seta út í Sandá. Tey í Sílaveiðufelagnum síggja, at sílatrappurnar gera stóra nyttu, tí tey síggja síl fara gjøgnum trappurnar og niðaneftir. (Vagnur)

Nógv góð minni eru úr Mylluhylinum, har vit lærdu at svimja. Tey, sum tordu best, kavaðu frá ovastu klettunum. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply