Úr myndasavninum – Menn koyrdu vanliga ikki barnavogn fyri 75 árum síðani

Mynd frá 1943 av pápa, mammu og systir okkara.

Myndin omanfyri er av pápa okkara Helga Michelsen, sála, og mammu okkara Ásu Michelsen, sum fylti 99 ár 16. juni og býr á Ellisheiminum. Myndin er tikin í 1943, tí smágentan er systir okkara Chirstin, sum her má vera eitt ára gomul. Hon var fødd 8. juni 1942. Nógv áhugavert er knýtt at hesi myndini, tí eitt eru fólkini, annað er barnavognurin, sum hevur annað snið enn barnavognarnir í dag. Mamma sigur, at tey keyptu barnavognin brúktan, tí nýggjur barnavognur kostaði nógv. Vit tosa mangan um býar- og bygdarsøvn. Tá vit goyma ellisakfør, sum er partur av føroysku bilsøguni, so eru barnavognar eisini søga. Tú skuldi kunna sæð slíkan barnavogn á onkrum býarsavni. Annars havi eg altíð hoyrt, at pápa okkara var fyrsti maðurin við Landavegin ella kanska yvirhøvur, sum fór í barnburðarfarloyvi. Tey høvdu heldur ongantíð áður sæð mann koyra barnavogn, tá pápi okkara koyrdi barnavogn í gøtunum. Hetta gjørdu menn ikki tá, havi eg fingið at vita frá fleiri eldri fólkum. Í Smærurni, har pápi okkara arbeiddi, flentu tey eitt sindur at, at nú fór Michelsen í barnburðafarloyvi. Hann fekk sær frí í fjúrtan dagar, tí konan skuldi eiga fyrsta dagin. Trupulleikin var, at mamman gekk yvir tíðina, og teir fjúrtan dagarnir vóru um ganga undan. Men so kom barnið. Áhugavert at síggja pápa okkara í vesti, tí tað gjørdi hann altíð, tá hann skuldi í betri klæði. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply