Ódnartøkini í Miðvági vóru í góðveðrinum væl úr hondum avgreidd

Seks gentubátar róðu í Miðvági. Tær umborð á Drekanum, sum vunnu, eru ov gamlar at rógva genturóður næsta ár. (Mynd Hvannrók)
Miðvágur er væl egnaður til ódnartøkini.  Nógvir áskoðarar sóu róðrarnar. (Mynd Hvannrók)

Havi altíð skrivað, at manningar læra nógv at vera við í ódnartøkunum. Hetta havi eg eygleitt í hvørfall í Álakeri, tí tær ungdómsmanningar, sum eru við í ódnartøkunum bæði um várið og um heystið, mennast heilt skjótt. Ódnartøkini um várið og um heystið kunnu ikki beinleiðis sammetast, tí ódnartøkini um várið er fyrireiking til FM-róðrarnar, har bátarnir hava ta manning, sum skulu rógva fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu. Eftir ólavsøku er øðrvísi, tí tá eru summar manningar troyttar av kappróðri, rógvarar  eru longu byrjaður at venja annan ítrótt, og so er nátatíð. Eisini hava manningar slept báti, tí tær tildømis ikki longur kunnu rógva barnaróður ella við dreingja – ella gentubáti. Ódnartøkini eftir ólavsøku eru eisini at meta sum “sosial” róðrarátøk. 

Vit kunnu næsta ár rokna við spennandi dreingjaróðrum. Her fara Jallurin, Sílið og Drekin javnir um málið. (Mynd Hvannrók)

Tá hvítu bátarnir við drekastevnu komu aftur í Álaker leygardagin, spurdi eg ungan drong umborð á Sílinum, um tað var stuttligt at rógva ódnartøk. – Tað er bæði stuttligt og spennandi, og serliga tá tú vinnur, segði unglingin. Róðrarárið er stutt, og teir sjey FM-róðrarnir skulu rógvast í tveir mánaðír. Tí kann hugsast, at torført er at halda rógvarum til, tí tað er jú so leingi hjá teimum at bíða tíggju mánaðir, til teir næstu ferð skulu rógva FM-róðrar. Tá eru ódnartøkini kærkomin, sjálvt um vit vita, at allar manningar kring landið ikki møta til ódnartøkini.

Næsta ár eru tíggju ár liðin, síðani Havnarbáturin vann FM-róður. Næsta ár má tað vera. Vit síggja eisini Árnfirðing og Nólsoyingin (Mynd Hvannrók)

Róðrarsambandið er eisini partur í ódnartøkunum, og tólini á málinum eru júst tey somu, sum til FM-róðrarnar. Somu start- og máldómarar eru eisini til arbeiðis til ódnartøkini, men sjálvandi ikki allir. Tað er Magni Nielsen, sum tekur sær av at leggja út startin. Startdómari leygardagin var Jón Johansen. Myndatólið hjá mær var í Miðvági leygardagin, har nakrar myndir vóru tiknar.

Haldi vit mugu nevna, at dreingirnir umborð á Fípuni Føgru, sum vunnu meistaraheitið, róðu leygardagin við 6-mannafarinum Páll Fanga. Ein segði mær, at nakrir av manningini eru gamlir at rógva dreingjaróður næsta ár, tí fara teir allir umborð á Páll Fanga ella Nevið Reyða. Ùrlitini frá ódnartøkunum í Miðvági kunnu síggjast á Kappróðrarkjaki. (Vagnur)

Ørnin barnaróður úr Sandavági. (Mynd Hvannrók)
Góð róðrarmynd av Fípuni Føgru. (Mynd Hvannrók)
Dreingirnir, sum vunnu meistaraheitið umborð á Fípuni Føgru, sótu leygardagin umborð á 6-mannfarinum Páll Fanga. (Mynd Hvannrók)
Jón Johansen var startdómari og Magni Nielsen legði út startin. (Mynd Hvannrók)
Róðrarsambandið er eisini partur av ódnartøkunum. RSF eigur tólini, og fólk frá sambandinum sita í málbilinum. (Mynd Hvannrók)
Jallurin við kvinnum
Blikur við gentum (Mynd Hvannrók)
Ingibjørg við gentum barnaróður, sum vunnu allar róðrarnar í summar. Næsta ár eru tær ov gamlar at rógva barnaróður. (Mynd Hvannrók)
6-mannafarið Skúgvur við kvinnum. (Mynd Hvannrók)
Havnarbáturin ætlar fram í oddin næsta ár. Har fara fram broytingar umborð. (Mynd Hvannrók)
Drekin við dreingjum, sum eru fyrsta ár dreingir, kláraðu seg heilt væl í summar. (Mynd Hvannrók)
Gott at síggja Nólsoyingin aftur á floti. (Mynd Hvannrók)
Pìlur hjá Róðrarfelagnum Knørri við dreingjum barnaróður. (Mynd Hvannrók)
Ingibjørg við dreingjum barnaróður vunnu allar róðrarnar í summar. Nú eru teir ov gamlir til barnaróður. Næstaár rógva teir við dreingjabáti. (Mynd Hvannrók)
Lómur av Argjum róði ímóti Páll Fanga úr Klaksvík,. (Mynd Hvannrók)
Árnfirðingur er altíð klárur til óndartøkini, men einki annað 8-mannafar bjóðaði seg fram. (Mynd Hvannrók)
Frúgvin barnaróður (Mynd Hvannrók)
Pílur?
Tekla úr Klaksvík mannað við kvinnum. (Mynd Hvannrók)
Her síggja vit 5-mannafarið Falk úr Hósvík mannað við kvinnum. (Mynd Hvannrók)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply