Úr myndasavninum – Nøkur av teimum heilt góðu hondbóltsminnunum eru úr Klaksvík

Meini tað er Eskild Norðbúð pápi Jógvan og Sjúrð Norðbúð, sum vit síggja spáka á fótbóltsvøllinum. (Mynd: Gamlar myndir úr Klaksvík)

Tá eg herfyri sá myndina omanfyri á Gamlar myndir úr Klaksvík, gjørdist góð hondbóltsminni á norðoyastevnu púra klár. Vit skulu heilt aftur til 1967 og nøkur ár fram. Manshondbóltur var lítið av í Klaksvík um tað mundið, meðan kvinnuhondbólturin blómaði. Tað var John Reid Bjartalíð, sum nakrar norðoyastevnur bað okkum neistamenn koma til Klaksvíkar at spæla hondbólt. Ikki ímóti Stjørnuni men ímóti VÍF ella øðrum liðum. Minnist serliga eina dystin ímóti VÍF á uttanduravøllinum. John Reid Bjartalíð útvegaðu okkum innivist á Bókasavninum. Nakrar bókahillar vóru fluttur, so pláss var fyri sovuposunum. Har var frálíkt at sova og halda til. Vit spældu á hondbóltsvøllinum, sum vit síggja á myndini, sum tá var asfalteraður. Góð hondbóltsminni úr Klaksvík, má sigast. Men allar størsta hondbóltsminnið úr Klaksvík var, tá mansliðini hjá Neistanum og Kyndli eitt hóskvøld í 1968 vóru boðin at koma til Klaksvíkar at spæla fyrsta mansdystin í bestu deildini í nýggju høllini. Upplivilsið av teimum heilt stóru, tí vit spældu ikki fyrsta dystin í høllin í Hálsi fyrr enn fram ímóti jólum í 1970. Fantastiskt at spæla hondbólt fyri fullsettari høll í Klaksvík, har so nógv fólk vóru komin í høllina, at børnini, sum sótu á gólvinum, stungu føturnar inn um síðulinjuna. Vit høvdu jú ikki áður spælt innandura, og vit vóru bornir á lógvum hetta kvøldið bæði so og so. Nú minnist eg ikki nógv úrslit nágreinliga, sum vit spældu hesi árini, Men dysturin ímóti Kyndil í Klaksvík í 1968 stendur púra klárur í minninum. Orsøkin er uttan iva, at vit taptu 24-28 fyri Kyndli, men sjálvur skeyt eg tíggju mál hetta kvøldið. Tað lá heilt væl fyri serliga frá veinginum at blaka seg inn um linjuni og skjóta málini og ikki skursla seg, eins og vit gjørdu á asfaltvøllunum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply