Sum væntað er kjakið um hjúnarbandslógina tagnað

Tey samkyndu fingu dyggan stuðul frá fólkinum. (Mynd Vagnur)

1. juli í ár upprann dagurin, tá samkynd í Føroyum kunnu giftast borgaliga. Nógva kjakið um hjúnarbandslógina var drúgt og til tíðir ógvuliga hart bæði í tinginum og millum manna. Fólk tosaðu um, at var hjúnarbandslógin samtykt, var vandi fyri, at innaru múrarnir og kirkju og samfelag fóru at falla. Mangt var brúkt sum grundgevingar í hesum kensluborna máli, men sjálvandi fella ikki nakrir múrar, bara tí nøkur samkynd í Føroyum kunnu giftast borgarliga. Eitt hjúnarband er bara avtala millum tveir persónar, sum vilja liva saman. Fyri meg og stóra meirilutan av føroyingum var málið um hjúnarbandslógina bert eitt avgreiðslumál, og sum skuldi avgreiðast einaferð med alla, so tey samkyndu og vit onnur fingu frið. Samkynd hava altíð verið í Føroyum, og tey skulu sjálvandi hava somu rættindi í samfelagnum sum vit onnur. At hótta við, at kirkjan fer í tvíningar og samfelagið við, er heilt burturvið. Vit eru farin um hálvan august mánað, og vit hava ikki hoyrt um eitt samkynt par, sum er gift. Tíbetur vil eg siga, tí um so var, so kemur hetta ikki okkum øðrum við. Vit minnast jú orrustuna á sinni um § 266 b. Fólk hava fyri langari í tíð síðani gloymt alt um § 266 málið, soleiðis verður eisini við hjúnarbandslógini. Lívið gongur víðar, og kjakið um hjúnarbandslógina er so líðandi tagnað. Eg haldi tó, at tað var ógvuliga óheppið, at kirkjan var drigin inn í málið um hjúnarbandslógina, tí hetta ynskti LGBT ikki frá byrjan. Vit áttu eisini at sloppið undan kjakinum um signina í kirkjuni, og at kirkjan mátti taka óhepna avgerð hesum viðvíkjandi. Hetta var alt óneyðugt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply