Vakurt og dragandi at hyggja at stóra fossinum í Sandagerði

At hyggja at fossinum er vakurt og dragandi. Øgilig vatnmongd, sum eisini kemur longu leiðina langt inni í Havnardali. (Mynd Vagnur)

Vøkur sjón fríggjamorgunin í seinastu viku at ganga úr Sandagerði og niðan ímóti Spinnarínum við Mylluhylin. Áarføri, og Sandá var vøkur og stór. Áarvøksturin var so stórur í nógva regninum, at nógvur sandur í Sandagerði er farin út á sjógv, og sandurin fingið annað skap í oysandi regninum. Stóri fossurin er var so stórur, vakur og dragandi, at tú kanst standa leingi og hyggi í fossin, meðan tankarnir reika. Og ungdómsminnini eru nógv í Sandagerði, har vit sum unglingar svumu og spældu.

Sverri Dahl hevur skrivað søgu um fossin, sum hevur só nógv at siga frá. Millum annað, tá Sverri kongur fór um ánna. (Mynd Vagnur)

At hugsa sær, at áðrenn Andrass Mortensen bygdi fyrstu brúnna um Sandá 1835, fóru argjafólk stein av steini um ánna. Meðan eg gangi niðaneftir, koma fram enn fleiri góð minni í Sandagerði og har á leiðini. Minnini eru ikki minni uppi við Mylluhylin, har vit lærdu at svimja. Hetta var seinnapartin í 50-árunum. Oman fyri Spinnaríið við Sandá er djúpur stórur hylur, har nógvir ungdómar svumu og kavaðu frá ymsum stórum steinum. Longri upp er minni hylur, sum var grynri, har vit fyrst lærdu okkum at flóta, áðrenn vit tordu oman í djúpa Mylluhylin.

Hvørja ferð áarvøksturin er stórur, kemur so nógv vatn oman í Sandagerð, at sandur fer út á sjógv, og sandur fær nýtt skap. (Mynd Vagnur)

Tá eg standa á kletti og hyggi, hvussu nógva vatnið hevur broyt skapið av sandinum, kom eg at hugsa um, tá vit fangaðu glasállar í heilt lítlari á, sum rann við síðuna av stóru ánni. Síggi fyri mær állarnar glitra í vatinum. Vit høvdu súltutoygløs at koyra állarnar í, sum vit tóku við niðan á Landavegin, har vit búðu. Sandurin broytir skap alt eftir, hvussu náttúran og veðurlagið háttar sær, og einferð var sandurin svunnin so nógv, at sandbátur loyssaði nógvar sandlastir á sjógv í Sandagerði. Orsøkin var uttan iva, um grind skuldi haldast til har.

Minnist, at argabørn fóru um ánna stein av steini, har gráa húsið stendur. Men tá var sjálvandi ikki nógv vatn í ánni,. (Mynd Vagnur)

Tað var í 1903, at Johan Evensen og Valdermar Lützen byrjaðu spinnarí í fabrikkini í Rættará. Í 1909 læt Johan Evensen nýtt spinnarí byggja við Sandá, og tá tók Valdemar Lützen seg úr hesari vinnu. Spinnaríið var drivið við vatnorku, og eg minnist væl stóra træhjólið, sum ikki er til longur, og trærennurnar, sum leiddu vatnið til hjólið. Spinnaríið brúkti vatnorku til møguleiki seinni var at fáa el-orku.

Søguligu brúnna um Sandá bygdi Andrass Mortensen í 1835. Áhugavert at síggja ánna eisini renna undir húsunum.  (Mynd Vagnur)

Johan Evensen doyði í 1935, og hann er fyrstu persónurin, sum er jarðaður í “nýggja” kirkjugarði við Velbastaðvegin. Edvard Samuelsen dreiv spinnaríið víðari, men í 1960 steðgaðu alt virksemið í spinnarínum við Sandá. Seinni bleiv húsið brúkt sum maskinverkstaður, og nú er bygt upp í spinnaríið, og stórur møbulhandil heldur til í húsinum, sum á serligan hátt er bygt út í Sandá.

Økið framvið Sandá er sera vakurt, tí fyrst er tað Sandá, men so eisini vøkru nógvu steinarnir fram við ánni. Frálík gøta er gjørd fram við ánni, men nú ætla tey at byggja kirkju har á leiðini. Í míni verð púra vilt at byggja kirkju á vakrasta plássi á Argjum. Eitt er kirkjan, annað er nógvu parkeringsplássini, sum fara avstað við vakra økinum. Kirkja kann byggjast aðrastaðni á Argjum. (Vagnur)

Mylluhylurin er so mikið djúpur, at tey ungu, sum tordu best at kava, kavaðu, har hægst var høgrumegin. (Mynd Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply