Fýra fransmenn svumu eisini um Nólsoyarfjørð í sambandi við Ovastevnuna

Til tess at raka bygdina í Nólsoy, mást tú leggju upp fyri steyminum. Plottaramynd av teinum Leivur svam.

Altíð spennandi í familjuni tá beiggi okkara Leivur Michelsen ætlar sær at svimja um Nólsoyarfjørð, sum hann eisini gjørdi fyri trimum árum síðani. Onkur okkara heldur, at hetta er ov stórur biti at taka, tí maðurin er ikki ungur longur. Men hann er í góðari venjing og hevur mangan áður svomið á sjónum. Hann er elsti svimjarin, sum hevur svomið um Nólsoyarfjørð í sambandi við Ovastevnuna, sum hevur tjúgu ár á baki. Tjúgu svimjarar lupu á bláman Yviri við Strond seinasta leygardag, og millum svimjararnar vóru eisini fýra fransmenn. Tríggir svumu eisini um fjørðin í fjør.

Ein vælnøgdur Leivur júst komin á land í Nólsoy. Smádrongurin hugsar sítt.

Beiggi okkara, sum er 61 ár,  hevur nú í fleiri ár svomið á rørsluliði í Havnar svimjifelag, har tey saman svimja nakrar ferðir um vikuna, meðan tey eisini svimja sjálvi um morgunin. Løgið, at hann skuldi gerast bitin av vælskipaðu svimjingini, sum er frálíkt átak, sum Havnar Svimjifelag tók stig til fyri nøkrum árum síðani. Rørslusvimjing er skipað svimjivenjing fyri ikki kappsvimjarar, har flestu fólkini er tilkomin fólk.

Kenni einki til, at Leivur sum ungur var íðin svimjari, men maðurin er broyttir nógv, síðani hann koma at svimja saman við Jón Hestoy og teimum. Umframt at svimja í svimjihøllini í Havn, svimja tey eisini á sjónum. Minnist, tá hann nú fyri nøkrum árum síðani segði okkum, at hann skuldi svimja úr Øravík  til Tvøroyrar.

Hesi fólkini halda væl saman, og fleiri ferðir hava tey svomið í kappingum uttanlands. Á sjónum svimja tey í drakt men ikki svimjiføtur. Viðspælarin at svimja um Nólsoyarfjørð er streymurin, og her skal taktikkur leggjast alt eftir sjóvarfallinum.

Bæði fyri trimum árum síðani og seinasta leygardag, mátti Leivur svimja langt suður í Nólsoyarfjørð, sum plottarin vísir, skuldi hugsingur vera um at raka bygdina í Nólsoy. Frástøðan millum Yviri Strond og bygdina í Nólsoy er um fýra kilometur, men Leivur svam 6,8 kilometur til tess at náa málið.

Í ár svumu fýra fransmenn eisini um Nólsoyarfjørð, og tríggir svumu eisini í fjør. Í ár var eisini møguleiki hjá fólki at býtast um teinin, har trý fólk svimja eitt slag av stafettsvimjing, Eisini fylgdust pápi og dóttir um fjørðin. Ynskti svimarin var tólv ára gamal.

Erlendur Simonsen, sum hevur svomið um fjørðin øll árini, greiðir hjálparfólkum frá, hvussu siglast skal um Nólsoyarfjørð.

Leivur sigur, at tað er spennandi at svimja um Nólsoyarfjørð, og eisini at uppliva allan blíðskapin í Nólsoy, tá svimjararnir koma í privat heim at fáa brúsu og okkurt gott at eta. Hetta er alt serlig upplivilsi.

Bátur okkara við beiggja mínum “Torbjørn” við róðrið fylgdi Leivi um fjørðin, og umborð vóru eisini sonur, dóttir og svigarsonur, so hetta er at meta sum hátíðardagur, tá pápin svimur um Nólsoyarfjørð. Tað var ein errin beiggi, sum eg hitti í telefonini, ti fyri trimum árum siðani var tíðin 1.43 tíma og í ár var tíðin 1.35 tíma. (Vagnur)

Væl nøgdir svimjarar eftir avrikið um Nólsoyarfjørð.

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply