Úr myndasavninum – Havnin fyrst í 1900 – talinum

Fyrst í 1900 – talinum búðu í Havn tíggju prosent av fólktalinum í Føroyum. Nú er talið 41,9 prosent. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Áhugavert at síggja myndina tikna fyrst í 1900 – talinum. Tá táttaði fólkatalið í Havn í tvey túsund fólk, men umstøðurnar hjá fiskivinnuni vóru ikki góðar, tí Havnin var brimpláss, og eingir vóru bryggjukantarnir til skip og sluppir, sum vit síggja liggja fyri teymi. Havnin lá opin fyri havaldunum á lágættunum, og var óveður, máttu sluppirnar taka til rýmingar inn á Skálafjørðin. Tað var ikki fyrr enn í 1922, at farið var undir at byggja Molan, sum var bygdur í trimum byggistigum. Eisini áhugavert at síggja vatnbrunnin frá 1912, sum var ein av trimum vatnbrunnum í Havn. Myndin er tikin eftir 1916, tí vit síggja Realskúlan, sum mest sum var bygdur uttan fyri bøgarðarnar. Pápi min plagdi at síga, at fólk á Reyni og undir Pisavarða og har um leiðir vóru í øðini, at skúlin var bygdur so langt frá fólkinum. Alt ov langt hjá børnunum at ganga niðan í realskúlan. Nakrir stórir bygningar eru at síggja millum annað Havnar Kirkja frá 1788 og Føroya Banki frá 1904. Og Skansin er sjálvandi eisini har og bygningirnir úti í Tinganesi. Siti júst og hyggi í “Kommunan í tølum”, og til stuttleika kann nevnast, at í 1901 búðu 1656 fólk í Havn, í 1925 2.896 fólk, í 1950 5.607 fólk, í 1975 11.329 fólk, í 2000 17.777 fólk, í 2010 19.915 fólk og í 2017 er talin farið upp um 20.000 fólk í Tórshavnar kommunu. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply