Vakurt at síggja suður í Nólsoyarfjørð eitt stilt leygarkvøld

Leygarkvøld og mánalýsi. Klokkan er um hálvgum ellivu, og tað er farið at skýma. (Mynd Vagnur)

Tað kemur meira enn so fyri, at fólk spyrja meg, um eg keði meg ella fái tíðina at gangu, nú man er vorðin eftirløntur lærari. Plagi at siga, at tað er bara ein tíma á døgninum, at eg kann keða meg, og tað er um tíggju/ellivu tíðina um kvøldið. Veit ikki rættiliga, um eg skal fara til songur og lesa í eini bók ella skal finnu uppá okkurt heilt annað. Uppi á loftinum hjá okkum er frálíkt útsýnið suður í Nólsoyarfjørð, og áhugavert er at síggja virksemið á Glyvursnesi, har stórir dumparar koyra grót úr grótbrotinum oman á lítlu bryggjuna. Grótið verður síðani siglt í tveimum grótbátum og søkt á botn, har nýggja havnarlagið skal gerast. Dýpið var um seytjan metrar, og nú er grótið komið hálva leið upp í sjógvin. Skip og størri bátar mugu tí sigla út um stóra boyu. Hvørt leygarkvøld og viðhvørt sunnukvøld koma fraktskip á Havnina, men eftir fáar tíma, fara skipini frá bryggjuni aftur. Leygarkvøldið var vøkur sjón at síggja suður í Nólsoyarfjør. Fullmáni og spegilsklárt á sjónum so langt eyguni sóu. Teir sigla grót av Glyvursnesi alt døgnið, og nú tað fer at myrkna, síggjast ljósini frá dumparum og grótbátum enn betur í kikaranum. Tá eg standi og hugleiði um nýggja havnarlagið, kemur mær mangan til hugs, um tað nú er rætt at kroysta alt virksemið á Eystarubryggju, tí frákoyringin frá havnarlagnum er ikki hin besta, og skipini gerast bara størri og størri, og bingjurnar fylla meira og meira. Men nú fáa vit at síggja, hvussu nýggja havnarlagið fer at betra um umstøðurnar har á leiðini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply