Úr myndasavninum – Fólk streymaðu í Gundadal at hyggja at svimjikappingum

Nógv fólk komu altíð í Gundadal at hyggja at svimjikappingum. Tað var nakað serligt at svimja uttandura.

Fekk hesa mynd sendandi í vikuni, og sum eitt skot komu góðu minnini fram í hugaheiminum, tí vit høvdu so nógvar góðar løtur í uttandurasvimjihylinum í Gundadali. Sum smádrongur minnist eg leivdirnar av gamla svimjingarhylinum, sum varð gjørdur í Gundadali í 1930 og stongdur í 1949. Einki vatn var í hylinum, og skiftingarrúmini, sum líktust arbeiðsskúrum, stóðu har nakin og vóru um at detta niður. Men so komu tíðindini frá kommununi, at nýtíðar 25 metrar langur uttandura svimjingarhylur skuldi gerast í Gundadali. Vit høvdu tá lært okkum at svimja í hyljum í Sandá, har vit skiftu aftanfyri onkran stein við Mylluhylin. Havnarfólk fylgdu væl við, meðan hylurin varð bygdur, og so upprann dagurin í 1959, at nýggi svimjingarhylurin læt upp.  “Øll við gulum bondum skulu upp nú”, rungaði um allan Gundadal, tá svimjitíðin var liðug, og tú skuldi upp og onnur í hylin. Beinanvegin, svimjihylurin lat upp, fór Havnar Svimjifelag at skipa fyri svimjikappingum, og fólk vístu kappingunum stóran áhuga. Eitt av hæddarpunktunum tá vóru svimjikappingarnar á ólavsøku og eisini skemtið í hylinum. Nýggja svimjihøllin í Gundadali var tikin í nýtslu í 1982, men nú vit skriva 2017, eru svimjiumstøðurnar ikki broyttar, sjálvt um 9000 fólk búgva fleiri í kommununi. Næsta stóra ætlanin er hálvtrýss metur langi altjóða hylurin. Eg kennist við fleiri andlit á myndini, og ein beiggi mín er eisini har. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply