Villdunnan hevur nógvar fíggindar í plantasjuni í Havn

Henda dunna hevði seks ungar, tá eg fyrstu ferð sá hana í ánni. (Mynd Vagnur)

Nógvar dunnur halda til í Plantasjuni í Havn, men tað gongst heilt illa hjá villdunnunum á fáa ungarnar undan. Orsøkin er, at dunnan hevur so nógvar fíggindar. Likkur, fiskimásar, kettur, rottur og serliga krákur, sum eru so snildar. Tað er bara hendinga dunna, sum megnar at fáa nakrar ungar undan. Havi okkurt árið sæð dunnu við tíggju ungum, og eftir fáum døgum er eingin ungi eftir. Bøgan er einsamøll at ansa ungunum, og er ikki sum gásin, har bæði bøgan og steggin ansa ungunum. Dunnan á myndini hevði seks ungar, fyrstu ferð eg sá hana, men nú eru ungarnir tríggir. Teir vaksa skjótt og eru nú so mikið stórir, at teir vónandi klára skerini.

Steggin hjálpir ikki til at ansa ungunum. (Mynd Vagnur)

Áhugavert at síggja, hvussu snild henda dunna er, tí hon heldur til undir greinum og øðrum vøkstri, sum hongur út yvir ánna. Fara ungarnir ov langt, so er hon har beinanvegin. Nú eru vit nærmasti granni við Plantasjuna, so túrur við hundinum gongur mest fram við ánni at hyggja, um dunnan og ungarnar eru har. Áhugvert at fylgja við, hvussu gongst. Nógv fólk koma í Planastjuna, og fólk fóðra bæði fuglar og síl.

Fyri tað mesta eigur villdunnan tætt við eina á ella eitt vatn og oftast undir áarbakkanum. Eggini er vanliga átta til tíggju egg, og tá ið bøgan fer av, breiðir hon oftast dún aftur yvir eggini, so tey halda hitan og kunnu vera verri at fáa eigu á. Eftir fýra vikur koma ungarnir út. Og so skjótt teir eru turrir , fer mamman við teimum at vatninum, og tað er ótrúligt, sum ungarnir eru kvikir til fóts. Eftir sjey, átta vikur eru ungarnir floygdir.

Trupulleikin í Plantasjuni er, at har eru bæði kettur, krákur, rottur og likkur. Steggin er ikki stór hjálp hjá bøguni at ansa ungunum, og fáir ungar koma undan. Í verpingartíðini, sum er í mai mánað og út í september mánað, minka villdunnar í Plantasjuni, og tá eru bara eini tretivu dunnur. Hetta er gamlar dunnur, sum eru ov gamlar at reiðrast. Eri kavi um veturin, koma kanska 200-300 dunnur í ánna og hyljarnar.

Um steggjan er at siga, at hann rýmir, meðan bøgan liggur á og heldur til í einum steggjaflokki, meðan hann missir flogfjaðrarnar. Bøgan er brún og ikki eins litføgur og steggin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply