Vit fáa uttan iva ongantíð aftur so góðan U21 hondbóltsárgang

Vit fáa uttan iva ongantíð aftur slíkan góðan U21 árgang. (Mynd in.fo)

Nú haldi eg, at føroyingarnir eiga at fáa armarnar niðuraftur, tí tað kemur aftur ein hondbóltsdagur í morgin. Hondbóltsferðin hjá U21 landsliðnum var fantastisk, og vit fáa uttan iva ongantíð aftur slíkt U21 landslið, har so góðir spælarar eru á øllum plássum á liðnum. Tí tað var lykilin til hesa fantastisku hondbóltsferð. Vit skulu kanska heilt aftur til 1976 í Portugal, at øll plássini á føroyskum hondbóltslandsliði vóru so væl mannað.

Nú verður spennandi at fylgi spælarunum víðari á hondbóltsleiðini, og í hvønn mun hetta fer at styrkja A-landsliði, tí tað sýnist alt og ofta, at vit hava frálíkar spælarar júst í hesum aldri, men teir steðga upp. Teir havi ikki sama áræði sum tildømis íslendingar, sum gerast yrkisspælarar uttanlands samstundis, sum teir fáa sær útbúgving strekt yvir longri tíð

Um okkara spælarar, sum fara til Danmarkar í lestrarørindum, bert spæla við ÍF Føroyum, so styrkir hetta ikki føroyska A-landsliðið. Og spæla ungu evnaríku spælarar bara í føroyskum kappingini, so styrknar A-landsliðið heldur ikki A-landsliðið. Tað skal nógv meira til. Vit skulu eisini minnast til, at hetta er fyrstu ferð, at spælarar á føroyskum hondbóltslandsliði eru mest sum eins kropsterkir og mótstøðuspælararnir.

Góðir árgangir fara og komu, og soleiðis gerst eisini við okkara U21 landsliði. Spælarar gerast ov gamlir, og tá fólkatalið er lítið, so eru sannlíkindini ikki stór, at vit fáa eins góðan árgang næstu kanska hálvthundrað árini ella ongantíð. Tí vit skulu minnast til, at arbeiðið við U21 landsliðnum byrjaði longu av álvara, tá dreingirnir vóru um fjúrtan ára aldur. Tað vóru nøkur foreldur, sum slóðaðu fyri.

Tá vit tosað um góðar spælarar á øllum plássum, so er talan allar fyrst um málverjan, sum má hava altjóða mát, skal liðið upp á tindin. Síðani eru høgra vinstrahentir bakkar mangulvøra hjá sjálvt stórum hondbóltstjóðum. Skilagóður miðspælari hongur ikki trøunum, meðan úrvalið er stórt av vinstra bakki og vinstra vongi. Síðani góðan sterkan linjuspælara og vinstrahentan høgra vong. Okkara U21 landsliðið hevur allar hesar spælarar, tí kom liðið so langt í Algeria.

Komi júst at hugsa um góðar árgangir í fótbólti. Millum annað tá B71 vann meistaraheitið í 1989 við mest sum bara spælarum úr oynni. Góði árgangurin spældu saman frá barnsbeini, og vit kunnu gita um, nær B71 aftur gerst meistari. Vit kunnu eisini fara til Fuglafjarðar, tá ÍF vann meistaraheitið í 1979 og hevur ikki vunnið meistaraheitið síðan.

So mugu vit ikki gloyma TB, sum vann meistaraheitið í 1976 og 1977, har millum annað Henrik Thomsen og tvíburðanir Ásmund og Trónd Nolsøe rúnabundu áskoðaran kring landið við álopsfótbólti, sum ikki var sæddur áður. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply