Útvarpssteypið fyllir 55 ár í ár – stoltleiki at vinna steypið, sum løgmaður handar

§ 1 Útvarp Føroya hevur í 1962 latið ferðasteyp til kappróðurin á ólavsøku. Steypið kann ikki vinnast til ognar, men verður á ólavsøku handa eftir hesum reglum.

§ 2 Treytin fyri at luttaka í kappingini er, at báturin rør á øllum stevnunum. Bátarnir, sum lúka hesar treytir fáa stig. 3 stig fyri vunnan róður, 2 stig fyri annaðplássið og 1 stig fyri triðja plássið. Og hetta er galdandi á øllum stevnunum. Tann báturin, sum hevur flestu stigini eftir ólavsøkuróðurin, fær handað steypið. Stendur á jøvnum millum tveir ella fleiri bátar, so ger nevnd av, hvør rør vakrast á ólavsøku. Um nevndin ikki sær seg føran fyri hesum, so fer fram lutakast.

§ 3 Útvarpið setir eina trýmannanevnd at standa fyri kappingini og er avgerð hennara endalig.

Ørvur á ólavsøku í 1962. Hesir vóru teir fyrstu, sum vunnu Ùtvarpssteypið. Manningin var úr rongini: Vilhjálmur Christiansen, Hanus Clementsen, Rógvi Holm, Sjúrður Mikkelsen, Sverri Køtlum, Andreas Klein, Bjartur Ludvig, Reimar Dam og Verning Thomsen. (Mynd bókin Drekin)

Í 2002 vóru so nógv nøvn ritað í Ùtvarpssteypið, at pláss var ikki fyri fleiri nøvnum, og tí útvegaði Útvarpið nýtt steyp, sum sjálvandi eisini eitur Útvarpssteypið/Kringvarpssteypið. Í 2012 skrivaði eg grein um Útvarpssteypið og fann fram til allar manningarnar, sum høvdu vunnið steypið. Tað ætlaði eg eisini nú, men tað tók sína tíð at fáa seinastu nøvnini á listan niðanfyri, men góðari hjálp kom alt á pláss. So er tað Kolturssteypið, sum Niclas í Koltri bátasmiður lat til vakrasta róður á ólavsøku. (Vagnur)

Hesir bátar vunnið Útvarpssteypið. Sílið er báturin, sum hevur vunnið steypið oftast. 

1962 Ørvur – 1963 Tjaldrið – 1964 Sølmundur – 1965 Norðoyingur – 1966 Fípan Fagra – 1967 Fípan Fagra – 1968 Sílið  – 1969 Kvívíkingur – 1970 Skálabáturin – 1971 Skálabáturin – 1972 Víkabáturin –  1973 Sílið – 1974 eingin vinnari – 1975 Havnarbáturin – 1976 Kollfirðingur – 1977 Oyndri – 1978 Hvessingur – 1979 Kvívíkingur – 1980 Sílið – 1981 Kvíkvíkingur – 1982 Gongurólvur – 1983 Smiril – 1984 Vestmenningur – 1985 Nólsoyingurin – 1986 Ørvur – 1987 Ørvur – 1988 Miðvingur – 1989 Nólsoyingurin – 1990 Sølmundur – 1991 Jarnbardur – 1992 Sílið – 1993 Skálabáturin – 1994 Argjabáturin – 1995 Argjabáturin – 1996 Sílið – 1997 Drekin – 1998 Eysturoyingur 1999 Jarnbardur – 2000 Frúgvin – 2001 Havnarbáturin – 2002 Sílið – 2003 Ørvur – 2004 Jarnbardur – 2005 Nevið Reyða – 2006 Ørnin – 2007 Jarnbardur – 2008 Sílið – 2009 Argjabáturin – 2010 Páll Fangi – 2011 Klaksvíkingur – 2012 Miðvingur – 2013 Erla Kongsdóttir – 2014 Drekin Reyði – 2015 Rádni – 2016 Fivaldur   

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply